Vorðið sum steðgur

Eftir at The Dreams fyri einum góðum mánaði síðan boðaðu frá, at nú fór bólkurin mest at spæla í Danmark, fer hann í komandi viku 3 ferðir á pallin í Føroyum.


Í sambandi við konsertina hjá The Dreams, The Story Ends og 200 við ferjuleguna í Klaksvík fyri trimum vikum síðan boðaðu poppunkararnir í The Dreams frá, at tað ivaleyst fór at ganga rúm tíð, áðrenn bólkurin aftur fór á pallin í Føroyum.
Tí beint eftir konsertinar skuldu popppunkararnir til  Danmarkar, har allir limirnir nú búgva.
Tað tyktist tí greitt, at tað var í Danmark, at bólkurin fór at vera mest at síggja komandi tíðina. Men lukkutíð fyri føroyska konsertgestin, so bleiv steðgurin alt annað enn langur. Longu nú eru fimm føroyskar konsertir komnar á spæliskránna hjá The Dreams.
Í komandi viku spæla The Dreams hóskvøld og fríggjakvøld í Runavík og leygarkvøld í Vági. 29. september spælir The Dreams í Cippo og 28. oktober í Høllini á Hálsi. Sambært konsertætlanini hjá The Dreams, á myspace síðuni hjá bólkinum eru harafturímóti ongar konsertir á skránni í Danmark.
The Dreams gav fyrr í ár fyrstu fløguna út, har tolkar bólkurin føroyska lagaskattin, og tolkingin av Georg eystan Á klassikaranum Sasa, Sa, Sa hevur í longri tíð átt ovastu rók av 15 teimum bestu.