milliónir í avlopi áðrenn skatt, men tá landið hevði fingið sín part, vóru 15,7 milliónir eftir í sparikassanum. Hetta úrslitið er nakað tað sama sum í fjør, men áðrenn skatt var úrslitið í ár næstan hálvaaðru [...] at sparikassin í ár hevði kursvinning upp á tvær milliónir av síni lánsbrøvum. Tænasta í topp Síðani 1994 eru vinnuligi útlánini hjá Norðoya Sparikassa farin frá ongum og upp í 27 prosent í fjør. ? Privatkundin [...] Klaksvík: Í gjár kundi Eyðfinn Reyðberg leggja sín fyrsta roknskap sum stjóri í Norðoya Sparikassa fram. ? Vit eru heilt væl nøgd við úrslitið. Fyrra hálvár høvdu vit 4,3 mió. í avlopi, men seinna hálvár
Rógvi Jacobsen í KÍ, skuldi har afturat spæla í steypakappingini í gjárkvøldið. Donsku útisetarnir skulu spæla í superliguni bæði skírisdag og 2. páskadag, og í Noregi verður fyrsta umfarið í næstbestu deildini [...] Simonsen hevur sent boð eftir, í blaðnum. Talan er um tíggju spælarar, sum fáa løn fyri at spæla fótbólt uttanfyri landoddarnar og átta, sum eru við í heimligu kappingini. Í gjár varð upplýst á skrivstovuni [...] fráferðini. Spælararnir í heimligu kappingini skulu spæla tríggjar dystir, áðrenn teir fara avstað. Teir skulu spæla í steypakappingini í morgin og leygardagin, og so skulu teir spæla í landskappingini 2. páskadag
upp á 60% í føroysku pensjónsviðbótini er 29,1 % hægri enn tað, sum er galdandi í donsku pensjónsviðbótini). Eisini er frádráttarfría upphæddin í donsku fólkapensjónsviðbótini hægri enn hon er í føroysku [...] arreglurnar í pensjónsviðbótini, soleiðis at tað eins og í Danmark fer at loysa seg hjá fólkapensjónistum at hava parttíðarstarv og t.d. arbeiða hálva tíð. Mótrokningin upp á 60% í § 19 í føroysku pen [...] in áhaldandi sagt, at tað skal loysa seg at arbeiða. Flatskatturin, ið varð settur í gildi av borgarligu samgonguni í 2012, gjørdi, at tað fór at loysa seg sera væl at arbeiða, um tú var høgtløntur. Meðan
fór á pedagogskúla í Havn og fekk prógv haðani í 1997. Eisini hevur Jarvin Hansen verið í starvsnevndini hjá Javna í trý ár. Og hesum hevur hann lært nógv av, sigur hann. Um bygnaðin í Pedagogfelagnum sigur [...] verða stytt frá 40 niður í 37 tíma viku, og eingin ivi er um, at fleiri útbúgvin fólk eiga at fáast í fakið. Tað eru alt ov nógv fólk uttan útbúgving, sum arbeiða á stovnum í dag, vísir hann á. ?Tosað [...] leiðsla í Pedagogfelagnum at brúka rættiliga stóra arbeiðsorku, sigur mannliga valevnið til formanssessin í Føroya Pedagogfelag. Jarvin Hansen er 34 ára gamal og ættaður úr Klaksvík. Hann arbeiðir í dag á
bóltin í stongina og inn. Hóast meira enn hálvur tími var eftir at stríðast í, so eydnaðist tað ikki Liverpool at koma aftur í aftur. Teir taptu á heimavølli fyri aðru ferð í ár. Ársins sætta tap í Premier [...] hjá Liverpool átti sín stóra leiklut í báðum málunum. Í fyrra førinum var talan um eitt sera óheppið sjálvmál, har Johnson rann innleggið frá Nasri beint í málið. Í seinna førinum miseydnaðst temjingin [...] Liverpool, og hesin veruleiki verður ikki mildari av, at Liverpool í roynd og veru hevur sett stig til í fleiri dystum, enn teir hava vunnið higartil í ár. Fyri at gera ilt verri kunnu vit staðfesta, at Liverpool
sum tað er í dag. Aftan fyri liggur eitt ókent tímatal og krónutal, men í Himli verður stór løn til øll tey, sum trúføst hava verið við í hesum arbeiði, bæði sædd og ósædd, bæði í lítlum sum í stórum. Komandi [...] at byggja Zarepta, og tann 6.oktober í 1966 varð fyrsti spakin settur í, og síðani, í øll hesi fjøruti árini, hava menn og kvinnur, ung og eldri, allastaðni frá í landinum, ein óteljandi skari av arbeiðsfólki [...] oktober, vóru 40 ár liðin síðani spakin varð settur í til byggingina av Zarepta í Vatnsoyrum 2. Brynleif Hansen, f. 11. oktober 1936, doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi 26. september 1970, 33 ára gamal
hansara. Í hansara stað kom Martin J. Sullivan, og hann hevur neyvan nakað ímóti at verða sitandi í stjórastólinum, tí sambært Wall Street Journal fær hann slakar 35 milliónir krónur í løn í ár. Megnar [...] OECD. Í Týsklandi, Fraklandi, Spania, Italia, Grikkalandi og Belgia liggur arbeiðsloysið um 10 prosent, men í Danmark er tað bara umleið 5 prosent. OECD sigur, at ymsar nýskipanir, sum vórðu settar í gildi [...] skulu koma í gildi innan árslok, sigur hon. Bretska stjórnin umhugsar eisini at seta tiltøk í verk fyri at verja tey, sum ikki roykja. Fyri einum góðum ári síðani samtyktu myndugleikarnir í Írlandi at
høvdinum snittaði í málið. Men fótbóltsliga avrikið í finaluni var neyvan av tí slagnum, at venjarar í donsku superliguni við tí sum grundarlag fara at bjóða føroyskum spælarum sáttmála og løn, sum tað ber [...] fótbóltsfeløg í Gundadali og hugdu at fótbóltsdystunum. Í báðum førunum var málið at finna fram til, um tað er møguleiki fyri, at føroyskir spælarar kunnu vera við til at styrkja um álopini í superliguni [...] fjalt yvir, at hann droymir um at royna fótbótsevnini uttanlands. Fyrr í summar vóru umboð fyri Grindavík í bestu íslendsku deildini í Klaksvík og sóu Hjalgrím spæla, og teir góvu honum eitt tilboð um at
upp til 90,4% av søluvirðinum í sambandi við avreiðing er farið beint í landskassan. Harafturat kemur at í Føroyum eru sjófólk einasti samfelagsbólkur sum er farin niður í løn tey seinnu árini, tó at tað [...] hýrur aðrastaðni enn í Føroyum. Hendan tillaging í skattalógini var fullkomiliga neyðug fyri at geva føroyskum fiskiskipum ein kjans at standa seg so dánt í ójavnari kapping móti skipum í Noregi og aðrastaðni [...] mentu at gongdin í tí føroyska fiskiflotanum er einki at rópa hurra fyri í løtuni. Vit síggja hvussu okkara grannalond endurnýggja sínar flotar meðan vit í so máta mestsum hava staðið í stað tey seinastu skjótt
samráðingar longu í 2019. Lønarvøksturin hjá pedagogfelagnum seinasta árið er 1,45 prosent, men Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, segði við Kringvarpið í dag, at tá er talan í veruleikanum um [...] hon hækkar úr 27.434,83 krónum í 27.951,66 krónur í ár og 29.504,37 krónur frá 1. oktobur 2019, so er tað framvegis lægri enn lærararnir og sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa í dag, sum er ávikavist 30.540,21 [...] Í Vikuskiftissosialinum var eitt yvirlit yvir, hvussu lønarlagið hjá pedagogunum var samanborið við lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar. Sosialurin kundi staðfesta, at pedagogarnir í summum førum fáa næstan