Vil menna fakliga innihaldið

Mannliga valevnið til formansvalið í Pedagogfelagnum heldur, at fakliga innihaldið hjá limum felagsins eigur at mennast. Hann stillar ikki uppfyri nakað ávíst øki men fyri alt felagið, sigur Jarvin Hansen

Fakliga støðið hjá teimum, sum arbeiða á dagstovnum og búfelagsskapum eigur at mennast. Tað er ikki nokk, at hesi støðini bara skulu vera parkeringspláss til teirra, sum koma ella búgva har. Í dag verður kravt meira enn so av starvsfólkinum, sigur Jarvin Hansen, ið er annar teirra, sum stillar upp til formansvalið í Pedagogfelagnum, sum verður tann 28. februar.
Foreldur og onnur avvarðandi seta størri og størri krøv til teirra, sum arbeiða á støðum, har børn og ung verða ansað. Tað er ikki soleiðis meira, sum fyrr onkuntíð var, at dag- ella døgnstovnurin er eitt parkeringspláss, har barnið verður latið inn, meðan foreldrini eru til arneiðis ella upptikin av øðrum. Í dag verður kravt nógv meira enn so, og nógv er at hyggja eftir og leggja merki til. Tí krevur tað eisini rættiliga nógv av teimum, sum arbeiða á slíkums tøðum, sigur Jarvin Hansen.
?Fyrstu tíðina kendist tað mangan nokk so einsamalt at vera maður í hesum yrkinum, sigur Jarvin Hansen, sum ásannar, at pedagogyrkið mestsum er ein konufólkaverð burturav.
Men sum frá er liðið eru fleiri og fleiri menn komnir afturat. Serliga tá kreppan var, vísti tað seg, at fleiri handverkarar fóru at læra og arbeiða sum pedagogar. So í dag er eingin trupulleiki at fáa handverkarar til bú- og dagstovnar, sigur hann.
Hann metir, at ov lítið av útbúnum fólki er at taka av, og vil tí, um hann verður valdur til formann í Pedagogfelagnum, millum annað virka fyri, at útbúgvingin verður ment.
Eitt annað mál, sum liggur honum á sinni, er at fáa eina lagaliga fráfaringarskipan fyri fólk í yrkinum, sum vegna aldur ynskja at trappa niður, sum hann tekur til.
Eitt nú fólk, sum nærkast pensiónsaldri áttu at fingið høvið til at stytt sær arbeiðstíðina uttan at missa løn av teirri grund. Hetta sum eina samsýning fyri strævið arbeiði. Tí strævið er tað at arbeiða á stovni, har fólk annaðhvørt verða ansað, meðan foreldrini eru til arbeiðis, ella búgva fast.
?Tað er virðiligt at hugsa meira um tey tilkomnu, sigur Jarvin Hansen.
Arbeiðstíðin eigur at verða stytt frá 40 niður í 37 tíma viku, og eingin ivi er um, at fleiri útbúgvin fólk eiga at fáast í fakið. Tað eru alt ov nógv fólk uttan útbúgving, sum arbeiða á stovnum í dag, vísir hann á.
?Tosað verður alla tíðina um at nøkta tørvin á ansing. Men alt ov lítið verður hugsað um innihaldið. Her eigur ein komandi leiðsla í Pedagogfelagnum at brúka rættiliga stóra arbeiðsorku, sigur mannliga valevnið til formanssessin í Føroya Pedagogfelag.
Jarvin Hansen er 34 ára gamal og ættaður úr Klaksvík. Hann arbeiðir í dag á fjórða ári sum leiðari á Sambýlinum á Bóndaheygi í Havn.
Hann byrjaði at arbeiða á Eirargarði í 1990, greiðir hann frá, og hevur síðan arbeitt ymsastaðni. Hevur til dømis verið tvey ár í Danmark, tvey ár á Barnaheiminum, eins og hann eisini hevur arbeitt sum stuðul. Hann fór á pedagogskúla í Havn og fekk prógv haðani í 1997.
Eisini hevur Jarvin Hansen verið í starvsnevndini hjá Javna í trý ár. Og hesum hevur hann lært nógv av, sigur hann.
Um bygnaðin í Pedagogfelagnum sigur Jarvin Hansen, at júst tíðin í Javna hevur givið íblástur til eina umskipan av Pedagogfelagnum, soleiðis at eitt nú økisnevndir verða skipaðar, sum kunnu hava eftirlit við teimum ymsu stovnunum í ymsu økjunum kring landið. Tí ymikst er, hvussu stovnarnir eru fyri fakliga, og ein einsamallur formaður á eini skrivstovu í Havn kann eisini koma í ta støðu, at hann líkasum »missir sambandið« við hesar limirnar, heldur Jarvin Hansen