Typiskt Liverpool

Manhester United tapti og Chelsea spældi javnt leygardagin, men Liverpool so líkt eydnaðist tað ikki teimum at gera sær dælt av hesum gylta møguleika, so fjarstøðan til fremstu liðini í deildini er hin sama

FÓTBÓLTUR

Tað er ikki á hvørjum degi, at Chelsea og Manchester United seta stig til. Upp aftur meira sjáldsamt er tað, at bæði liðini gera tað sama umfar. Men tað var júst tað sum hendi um vikuskiftið.
Chelsea spældi javnt í móti Everton á heimavølli, meðan Manchester United tapti á heimavølli fyri Aston Villa – seinast Aston Villa vann á Old Trafford var í 1983! Hesir báðir dystirnir vóru avgreiddir leygardagin. Sunnudagin var stórdystur á skránni millum Liverpool og Arsenal. Eingin ivi skal vera um, at trýstið lá á Liverpool.
Teir høvdu heimavøll og teir høvdu nakað at prógva, eftir at Fiorentina enn einaferð hevði staðfest, at Liverpool einki hevur at gera millum tey bestu liðini á altjóða fótbóltspallinum, sum støðan er í løtuni.
Á tíðindafundinum undan dystinm nýtti venjarin, Rafael Benitez, høvið til at gera greitt, at tey í felagnum hava vaskað talvuna – kappingarárið hjá Liverpool byrjar av nýggjum nú, ljóðaði hansara boðskapur undan dystinum.
Niðurstøðan eftir dystin má vera, at Liverpool fekk eina elendiga byrjan upp á “nýggja” kappingarárið.

Byrjaði væl
Ikki tíð, tað byrjaði væl hjá Liverpool sunnudagin. Fyri fyrstu ferð síðani 4. oktober byrjaðu bæði Gerrard og Torres inni. Teir settu eisini sín dám á fyrstu løtuna av dystinum, har Torres í 12. minutti hevði ein góðan møguleika og Gerrard minuttin seinni varð snýttur fyri eitt klokkuklárt brotsspark.
Liverpool sat á tí allarmesta í fyrra hálvleiki, og beint fyri steðgin fingu teir løn fyri stríðið. Kuyt fekk fatur á frísparksroyndini frá Aurelio, sum Almunia ikki megnaði at halda, tamdi bóltin og smekkaði hann framvið vinum og fíggindum í kassan.
1-0 og løtu seinni var hálvleikur. Liverpool var á odda og Liverpool hevði spælt væl. Tað sá gott út!

Johnson tveitti alt burtur
13 minuttir eftir steðgin var alt endavent á Anfield Road. Arsenal var við eitt á odda, og Glen Johnson hjá Liverpool átti sín stóra leiklut í báðum málunum.
Í fyrra førinum var talan um eitt sera óheppið sjálvmál, har Johnson rann innleggið frá Nasri beint í málið.
Í seinna førinum miseydnaðst temjingin hjá Johnson. Hóast hann royndi at verja fyri, so megnaði hann ikki at fylgja kvika Arshavin, sum gjørdi skjótt av og smekkaði bóltin í stongina og inn.
Hóast meira enn hálvur tími var eftir at stríðast í, so eydnaðist tað ikki Liverpool at koma aftur í aftur. Teir taptu á heimavølli fyri aðru ferð í ár. Ársins sætta tap í Premier League. Hetta er beiski veruleikin hjá Liverpool, og hesin veruleiki verður ikki mildari av, at Liverpool í roynd og veru hevur sett stig til í fleiri dystum, enn teir hava vunnið higartil í ár.
Fyri at gera ilt verri kunnu vit staðfesta, at Liverpool einans hevur vunnið tríggjar dystir út av teimum seinastu 15, liðið hevur spælt.

Stríðast fyri altjóða fótbólti
Sum støðan er í løtuni er Liverpool 13 stig frá Chelsea í toppinum, men einans tíggju stig frá West Ham, sum liggur beint undir niðurflytingarmarkinum. Kortini heldur Benitez fast um, at Liverpool miðar eftir Champions League-luttøku næsta ár – tað vil siga at enda millum fýra tey fremstu liðini.
Henda málsetning framlegði felagið fyri nøkrum vikum síðani. Upprunaliga skuldi hetta vera árið, tá Liverpool endiliga skuldi gerast enskir meistarar aftur. Tað var so nær við í fjør, so nú skuldi tað vera.
Eftir misjøvn úrslit í heimligu deildini eins væl á altjóða pallinum, orðaðu tey í Liverpool fyri kortum ein nýggjan málsetning. Kravið var Champions League-luttøka komandi kappingarár.
Nú er spurningurin, um hesin málsetningur eisini skal endurnýggjast.