Klaksvík: Í gjár kundi Eyðfinn Reyðberg leggja sín fyrsta roknskap sum stjóri í Norðoya Sparikassa fram.
? Vit eru heilt væl nøgd við úrslitið. Fyrra hálvár høvdu vit 4,3 mió. í avlopi, men seinna hálvár royndist munandi betri, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Norðoya Sparikassi hevði 19,3 milliónir í avlopi áðrenn skatt, men tá landið hevði fingið sín part, vóru 15,7 milliónir eftir í sparikassanum.
Hetta úrslitið er nakað tað sama sum í fjør, men áðrenn skatt var úrslitið í ár næstan hálvaaðru millión betri.
Fiskvinnan avgerandi
Tað eru serliga norðoyingar og fólk í Lorvík, sum eru viðskiftafólk í Norðoya Sparikassa, og hetta er eitt økið, sum er sera tætt tengt at fiskivinnuni ? bæði á landi og sjógvi.
At fiskivinnan hevur havt tað gott seinastu tíðina merkist aftur hjá Norðoya Sparikassa.
? Stórur partur av okkara kundum fáa sína løn í framleiðsluvinnuni, og tí er gongdin hjá okkum tengd at hesi vinnu. Tað er uppá gott og ilt, og í løtuni kenna vit tað frá tí góðu síðuni, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri.
Góðu tíðirnar hava eisini havt við sær, at fólk hava sett fleiri pengar í sparikassan. Innlánini vuksu við 100 milliónum krónum seinasta ár.
Balansin hjá Norðoya Sparikassa var fyri fyrstu ferð omanfyri milliardina og vendi, so sparikassin veksur.
Lutvíst færri útlán
Hóast Norðoya Sparikassi hevur fingið fleiri pengar í kassan, hevur stovnurin ikki vaksið eins nógv um útlánini. Í 1999 vuksu útlánini við 100 milliónum krónum, meðan vøksturin í ár bert er góðar 20 milliónir.
? Vit broyta ikki útlánspolitikk frá einum ári til annað, men vit halda tað er hóskandi, at útlánini eru millum 80 og 90 prosent av innlánunum, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Við árslok vóru útlánini 88,5 prosent av innlánunum. Í 1999 vóru tey 96 prosent.
? Tað eru fleiri pengar at vinna við at lána pengar út heldur enn at seta teir í virðisbrøv, men tað er sjálvandi eisini ein størri vági og kostnaður við at lána út, sigur Eyðfinn Reyðberg, sum fegnast um, at sparikassin í ár hevði kursvinning upp á tvær milliónir av síni lánsbrøvum.
Tænasta í topp
Síðani 1994 eru vinnuligi útlánini hjá Norðoya Sparikassa farin frá ongum og upp í 27 prosent í fjør.
? Privatkundin hevur altíð verið høvuðsgrundarlagið undir Norðoya Sparikassa, og soleiðis verður tað eisini framyvir. Tað er tó sannlíkt, at vit fara at vaksa nakað um vinnuligu lánini komandi árini, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Norðoya Sparikassi roknar við einum betri úrsliti fyri 2001.
? Vit eru væl nøgd við úrslitið í ár, men vit skulu sjálvandi miðja eftir einum betri úrsliti. Men ein fíggjarligur málsetningur er lítið verdur, um tað ikki veruliga verður gjørt nakað fyri at náa honum.
? Lykilin til betri úrslit eru fleiri og betri nøgdir kundar. Tí skal tænastan og ráðgevingin verða so góð sum á nakran hátt gjørligt, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Í gjárkvøldið hevði Norðoya Sparikassa stóran ábyrgdarafund í KÍ-høllini í Klaksvík, og har slapp nýggi stjórin at greiða frá gongdini farna árið.
Mynd av Norðoya Sparikassa:
? Privatkundin hevur altíð verið høvuðsgrundarlagið undir Norðoya Sparikassa, og soleiðis verður tað eisini framyvir. Tað er tó sannlíkt, at vit fara at vaksa nakað um vinnuligu lánini komandi árini, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. Mynd: Eyðun Klakstein