Ein trúarspaki

40 ár eru liðin síðani spakin varð settur í til byggingina av leguhúsinum Zarepta í Vatnsoyrum. 11. oktober vóru 70 ár síðan stigtakarin til Zarepta, Brynleif Hansen, varð føddur

Fríggjadagin 6. oktober, vóru 40 ár liðin síðani spakin varð settur í
til byggingina av Zarepta (gamla húsið) í Vatnsoyrum. Tað er ikki annað enn rætt at steðga á ein slíkan dag og gera eina lítla meting av týdninginum av hesum spakataki.
 
Tá fyrsti maðurin setti fótin á mánan, tók hann soleiðis til: Eitt lítið
fet fyri ein mann, men eitt stórt fet fyri mannaættina. Soleiðis trúgvi
eg, at vit við góðari grund eisini kunnu siga um hetta spakatakið
norðast í Vatnsoyrum fyri 40 árum síðani: Eitt lítið spakatak fyri ein
mann, men eitt stórt spakatak fyri samkomulívið í Føroyum.
 
Hesin kann av sonnum kallast ein trúarspaki, tí var tað ikki trúgv,
sum stóð aftanfyri kvinnuna og mannin, sum fóru undir hetta stóra tak,
so hevði hetta verkið aldri byrjað. Tað vóru ikki teir stóru pengarnir
og heldur ikki almennar játtanir, sum góvu íblásturin til hetta verkið,
men heldur var tað visjónin og kallið, og sum eisini hevur verið tann
berandi grundin í øll hesi 40 árini, síðani fyrsti spakin varð settur í
og ynskjandi er, at tað eisini, tey næstu 40 árini, verður henda sama
visjónin og kallið, sum verður drívkraftin aftanfyri arbeiði í Zarepta
inntil Harrin kemur.
 
Tað er væl kent, tá Brynleif Hansen fór inn til Dánjal Nielsen (Dollan) á
Vatnsoyrum at tosa við hann um at standa fyri byggingini. Tá segði
Dánjal við Brynleif, at hann hevði lítið mót at fara undir eitt so stórt
tiltak. Tá varð Brynleif eitt sindur firtin, og í tí hann fór um
hurðina, so sigur hann við Dánjal: So fari eg bara undir arbeiði
sjálvur. Tá Brynleif var farin, sigur Dora, sum var kona Dánjal, við
hann, tá Brynleif hevur trúgv, so kanst tú eisini hava trúgv!
 
Hesi orðini gjørdu, at Dánjal steðgaði á og hugsaði seg um, og úrslitið
var, at hann tók eina heilaga avgerð inn fyri Harrans ásjón, og saman
við Brynleifi og øðrum tók Dánjal hetta stóra arbeiði uppá seg at fara
undir at byggja Zarepta, og tann 6.oktober í 1966 varð fyrsti spakin
settur í, og síðani, í øll hesi fjøruti árini, hava menn og kvinnur, ung
og eldri, allastaðni frá í landinum, ein óteljandi skari av
arbeiðsfólki, arbeitt við spakum, skovlum, eyrhakkarum, gravmaskinum,
hamarum, borimaskinum, kompressarum, blandimaskinum o.s.fr. og gjørt
Zarepta til tað sum tað er í dag. Aftan fyri liggur eitt ókent tímatal og
krónutal, men í Himli verður stór løn til øll tey, sum trúføst hava
verið við í hesum arbeiði, bæði sædd og ósædd, bæði í lítlum sum í stórum.
 
Komandi summar eru 40 ár liðin síðani barnalegurnar byrjaðu í Zarepta.
 
Neyvan var tað av tilvild, at Brynleif Hansen valdi júst 6. oktober at vera
dagin, tá spakin varð settur í, tí júst hesin dagurin var
føðingardagurin hjá konu hansara, Elsu, og kanska var tað fyri at sýna
henni eina tøkk fyri tann stuðul, hon hevði verið undir hansara lið og
harvið ein stór orsøk til, at hann var komin har til, sum hann nú var
komin, tí undir liðini á einum virksomum manni, stendur ein virksom kona.
 
Til upplýsingar kann nevnast, at hevði Brynleif Hansen verið ímillum okkum í dag, so hevði hann kunna hildið sín 70 ára føðingardag mikudagin 11. oktober.
 
 
                 
"Tað størsta er ikki hvussu  langt okkara lív er, men hvussu vit liva okkara lív."
 
Sitat: Jim Elliot (trúboðari til Auca-indianarnar)  
 
pj
 
 
 
1.
Fríggjadagin 6. oktober, vóru 40 ár liðin síðani spakin varð settur í
til byggingina av Zarepta í Vatnsoyrum
 
 
2.
Brynleif Hansen, f. 11. oktober 1936, doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi 26. september 1970, 33 ára gamal