Í Vikuskiftissosialinum var eitt yvirlit yvir, hvussu lønarlagið hjá pedagogunum var samanborið við lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar.
Sosialurin kundi staðfesta, at pedagogarnir í summum førum fáa næstan 6.000 krónur minni í løn enn lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar, starvsbólkar, sum vanliga verða samanbornir.
Sunnunáttina skrivaði Føroya Pedagogfelag undir nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Lønargjógvin millum bólkarnar er eyðsæð smalkað, men framvegis eru pedagogarnir lægst løntir av teimum trimum.
Gamaní er byrjunarlønin hjá einum pedagogi nú farin úr 25.423,01 krónum og upp á 25.823,01 krónur og harvið farin fram um byrjunarlønina hjá einum lærara, sum er 25.560,49 krónur. Men Føroya Lærarafelag er longu í samráðingum við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála, og væntast kann, at tá hann er undirskrivaður, eru lærararnir aftur betri løntir á byrjunarstigi. Sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa 26.500 krónur um mánaðin.
Í 2020 er byrjunarlønin hjá pedagogunum farin upp á 26.723,01 krónur, altso mest av teimum trimum fakbólkunum, men tá hava væntandi bæði Føroya Lærarafelag (tvær ferðir) og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skrivað undir nýggjan sáttmála.
Í Sosialinum blivu lønirnar eftir fýra og átta ár eisini samanbornar við lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar.
Gamli sáttmálin segði, at ein pedagogur, sum hevur starvast í fýra ár fekk 26.428,29 krónur. Hetta er hækkað upp í 26.866,26 krónur frá 1. oktobur í ár og 27.802,62 krónur eftir 1. oktobur 2019. Hetta er kortini framvegis minni enn ein lærari fær eftir fýra ár, eftir galdandi sáttmála. Lærarin fær 27.852,29 krónur og sjúkrarøktarfrøðingurin 29.383,44 krónur. Og enn einaferð, í 2020, tá námsfrøðingurin røkkur upp á hesar næstan 28.000 krónurnar, hava Lærarafelagið og sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu nýggjar sáttmálar.
Søgan endurtekur seg, um vit hyggja eftir grundlønini eftir átta árum. Hóast hon hækkar úr 27.434,83 krónum í 27.951,66 krónur í ár og 29.504,37 krónur frá 1. oktobur 2019, so er tað framvegis lægri enn lærararnir og sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa í dag, sum er ávikavist 30.540,21 og 32.580,62 krónur.
Tá vit tosa um endaløn er munurin tó vorðin nakað minni. Endalønin hækkar úr 29.949,93 krónum upp í 30.860,89 krónur í dag og 33.063,83 krónur frá 1. oktobur 2019. Hetta er næstan tað sama sum lærararnir og sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum fáa 33.139,51 krónur og 34.307,39 krónur. Men meðan lærararnir náa hesi lønini eftir 12 ár og sjúkrarøktarfrøðingarnir eftir 10 ár, mugu pedagogarnir arbeiða 14 ár fyri at koma upp higar. Tað er tó stytt úr 16 árum eftir gamla sáttmálanum.
Alt í alt, so hevur nýggi sáttmálin ført pedagogarnar nærri lærarunum og sjúkrarøktarfrøðingunum enn áður, men gleðin kann vísa seg at vera stokkut.
Samráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið eru longu byrjaðar og áðrenn pedagogarnir sleppa aftur til samráðingarborðið, á heystið 2020, skulu sjúkrarøktarfrøðingarnir, og møguliga lærararnir eisini, aftur til samráðingar longu í 2019.
Lønarvøksturin hjá pedagogfelagnum seinasta árið er 1,45 prosent, men Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, segði við Kringvarpið í dag, at tá er talan í veruleikanum um lønarniðurskurð, tí kostnaðarstøðið í landinum veksur meiri enn tað. Tí fer í øllum førum Starvsmannafelagið, sum vanliga leggur støðið fyri øll onnur fakfeløg, at krevja ein hægri lønarvøkstur enn hasi 1,4 prosentini.
Við øðrum orðum, lønargjógvin millum pedagogarnar og hinar fakbólkarnar fer væntandi at veksa aftur í 2019.