hava møguleika fyri sjálvur at koma sær úr støðuni. Bólkurin staðfestir, at "at vera fátækur í longri tíð er tað, sum kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann einstaka og ta einstøku familjuna, og fyri [...] ur Føroya Marjun Berg, Almannaverkið Sonja Jógvansdóttir, sum var umboð fyri Samtak, meldaði seg úr bólkinum fáar dagar áðrenn álitið var handað Landsstýriskvinnuni.
Úrslitið fyri teir 4.090 næmingarnir, sum skúlarnir sendu inn í 2011 var, at teir runnu tilsamans 40.169 km. Hetta er 94 km longri enn ummálið á jørðini við miðkringin - ella uml. 9,8 km. í miðal fyri [...] dagin. Veðrið er ofta heldur svikaligt hesa tíðina, og tí hava fleiri skúlar valt at renna, tá veðrið var til vildar. Í 1983 varð skipað fyri fyrstu felags norðurlendsku skúlarenningini. Í ár er sostatt 30 [...] Næmingar fáa prógv fyri at hava tikið lut í renningini. Nýtt prógv verður prentað á hvørjum ári. Tað er Føroya Ítróttalærarafelag, ið skipar fyri, og øll 30 árini hevur MBM stuðlað tiltakinum. Vit vita
tíðin var komin at hækka bøturnar og hon heitt á býráðið um at umhugsa málið. Í løtuni er bótin fyri at parkera ólógliga í Havnini 200 krónur og Løgreglan sigur við blaðið, at tað er so lítið, at tað hevur [...] sonuna, men tað er ikki endaliga avgjørt enn, sigur hann. Bilin inni hjá sær sjálvum Sjúrður Olsen vísir eisini á, at í byggisamtyktini stendur, at hvørt húski skal hava pláss fyri tveimum bilum inni hjá sær [...] at fáa 200 krónur í bót eina ferð, men hjá tí, ið fær fleiri bøtur, merkist tað sanniliga, sigur hann. Og hann heldur, at tað er eitt rættiliga ógvuslig hækkin at leypa úr 200 krónum, heilt upp í 450 krónur
kundi líkst einum skaða eitt korter inni í dystinum, og fyri hann á vøllin kom Ross Barkley. Uppgerðin var uttan teir stóru møguleikarnar teir fyrstu 20 minuttirnar, men tað broytti Ongland uppá tríggjar minuttir [...] Ongland kom sera væl frá byrjanini í EM-undankappingini, tá Tjekkia á Wembley var eyðmýkt við at tapa 5-0. Harvið leggur Ongland seg á odda í bólki A við trimum stigum, meðan fronsku heimsmeistararnir [...] tveimum skoringum eftir steðgin, og Sterling skoraði annað mál sítt eitt sindur meira enn hálvan tíma inni í seinna hálvleiki, tá hann snildur snaraði sær á og økti til 3-0. Manchester City-spælarin fullførdi
koma á fund tað eftirlíka vit. - Men tað er bara fyri ikki at vera ófólkalig tí vit halda ikki, at tað er nakað at tosa um. Býráðslimir á Tvøroyri halda ógvuliga lítið um fólkaatkvøðuna, sum var í mai um [...] frammanundan og tað var eitt rungandi nei til samanlegging. Sostatt tænti fólkaatkvøðan bara einum endamáli og tað var at geva landspolitikurum eina orsøk til at jarða alt prát um samanlegging tey næstu 20-30 [...] um kommunusamanlegging. Av øllum kommunum í Føroyum vóru tað fýra kommunur, har meiriluti var fyri samanlegging. Tað vóru kommunurnar á Strondum og í Runavík á Skálafjørði og Fámjin og Tvøroyri í Suðuroy
Saintfiet var venjari hjá B71 í 2002 og 2003, og síðan hevur hann vant fleiri afrikonsk landslið. Hann hevur vant Gambia síðan 2018. – Tað var rættiliga óvæntað, at vit komu í endaspælið, og tað er eitt [...] Cup of Nations, sum verður hildið í Kamerun í hesum døgum. Tað kom rættiliga óvart á, at Gambia megnaði at spæla seg í endaspælið, tí landið var styrkismett sum nummar 172 í heiminum – vit kunnu siga langt [...] bókaspælið í Africa Cup of Nations er liðugt, hevur Gambia spælt seg víðari og er ósigrað í trimum dystum. Tað verður roknað su sensatión. Gambia vann fyrsta dystin ímóti Móritania, teir spældu javnleik ímóti Mali
Pál var ikki millum teir fremstu beinanvegin. Men tá ið teinurin var gott og væl hálvrunnin, var hann fremstur. Merkisvert var, at hann hevði trupulleikar við svimjihettuni, sum gleið alt longri niður [...] tú órógvaður av hesum) -Tað var ikki frítt, men hetta var ikki so mikið, at tað gjørdi av, um eg vann silvur ella gull, svaraði Pál Joensen, sum misti eitt tak, tá ið hann var noyddur at sleppa sær av [...] við hettina. Umframt føroyingarnar í Boxen í Herning var tað eingin ivi um, at tey í donsku leguni tóku á við føroysku stjørnuni. Serliga eftir at tað gjørdist greitt, at danski Mads Glæsner ongan møguleika
grønu enn longri frá klaksvíkingunum. Tað vóru langt millum møguleikarnar hjá Team Klaksvík, og tá ið teir komu, so var Jan Pauli T. Johannesen ein múrur í málinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var støðan [...] Kyndil - Team Klaksvík 32-18 (15-9) Kyndlamenn tóku móti klaksvíkingum í Høllini í Hálsi í dag, og tað vóru heimaáskoðararnir, ið fegnaðust gjøgnum allan dystin. Liðini byrjaðu rímiliga javnt, men eftir [...] støðan 25-16 til Kyndil, og bæði liðini ásannaðu at dysturin var avgjørdur. Nógvar útskiftingar vóru framdar hjá báðum liðum, og framvegis eydnaðist einki hjá klaksvíkingum. Seinastu 19 minuttirnar av seinna
Mykinesi. - Vit hildu, vit sóu yvir okkum. Men so sóu vit, at hetta var ein albatrossur. Tá kom róp í millum øll í fylginum, tí hetta var ein so óvanlig sjón, sigur Magnus H. Matras frá MMTours. - Vit ganga [...] ongantíð borið eyga við nakað líknandi fyrr. Tað hevði verið stuttligt, um hann bleiv verandi. Magnus og hini í ferðaliðnum vóru skjót at taka myndatól upp, og tað bleiv til myndir í stak góðari góðsku. Hetta [...] sjáldsamur um okkara leiðir. Veingirnir eru longri enn á nøkrum øðrum fugli, og flogið kann vera meir enn fýra metrar. Fleiri ymisk sløg av albatrossi eru. Í 1860 var ein albatrossur vilstur til Føroyar, og
Tað var ein stór løta hjá tí 21 ára gamla Gunnari Mikkelsen úr Vestbjerg í Norðurjútlandi, tá ið hann eitt vetrarkvøld í desember 2003 var kosin vinnari av sangkappingini »Stjerne for en aften«, sum Danmarks [...] aften« tók Gunnar eina kollveltandi avgerð. Tónleikurin, sum hevði havt so nógv at siga fyri hann, var blivin ein plága. Ósemjan við plátufelagið og hansara leiklutur í bransjuni annars tók hugin frá honum [...] sigur Gunnar Holm-Lintermann, sum hann nú eitur, við Sosialin. Umráðingartíðin gjørdist sera drúgv – tað gingu meira enn 10 ár, áðrenn Gunnar aftur setti seg við gittar at spæla, og nú 14 ár eftir sigursløtuna