Størsta føroyska ítróttaravrikið nakrantíð. Eingin ivi er um tað. Besta føroyska ítróttarfólkið nakrantíð, Pál Joensen, hevur í dag vunnið silvurkrónuna í EM kappingini í svimjing á stuttgeil. Kappingin er í Herning í Danmark, og á danska TV2 og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum bar til at fylgja við, tá ið Pál Joensen framdi størsta føroyska ítróttaravrikið naikrantíð!
Hóast hann júst hevði vunnið silvur í EM kappingini, so var Pál Joensen – sær sjálvum líkur – lítillátin, tá ið hann hitti umboðið fyri TV2.
Hevði tú roknað við at vinna silvur?
-Eg vónaði at vinna heiðursmerki, hóast eg visti, at tað fór at verða torført, svaraði Pál Joensen.
Pál var ikki millum teir fremstu beinanvegin. Men tá ið teinurin var gott og væl hálvrunnin, var hann fremstur. Merkisvert var, at hann hevði trupulleikar við svimjihettuni, sum gleið alt longri niður í pannina. Hetta órógvaði so mikið, at Pál kendi seg noyddan at taka hana av.
Vart tú órógvaður av hesum)
-Tað var ikki frítt, men hetta var ikki so mikið, at tað gjørdi av, um eg vann silvur ella gull, svaraði Pál Joensen, sum misti eitt tak, tá ið hann var noyddur at sleppa sær av við hettina.
Umframt føroyingarnar í Boxen í Herning var tað eingin ivi um, at tey í donsku leguni tóku á við føroysku stjørnuni. Serliga eftir at tað gjørdist greitt, at danski Mads Glæsner ongan møguleika hevði at blanda seg í kappingina um heiðursmerkini.
Nú vann tú fyri Føroyar, men eigur Danmark eisini ein part í sigrinum, spurdi danski sjónvarpsmaðurin.
-Eitt sindur tí eg havi havt góðar møguleikar at venja saman við bestu svimjarunum í Danmark. Men tað er eingin ivi um, at hesin sigurin er fyrst og fremst vunnin fyri Føroyar, svaraði Pál Joensen.
Gergerly Gyurta úr Ungarn vann gull í tíðini 14:30:26. Silvurtíðin hjá Páli Joensen var 14:35:99. Bronsumerkið vann Gabrieli Detti úr Italia í tíðini 14:36.43.