Tað var ein stór løta hjá tí 21 ára gamla Gunnari Mikkelsen úr Vestbjerg í Norðurjútlandi, tá ið hann eitt vetrarkvøld í desember 2003 var kosin vinnari av sangkappingini »Stjerne for en aften«, sum Danmarks Radio skipaði fyri.
Nú eru 15 ár liðin síðani minniliga kvøldið. Stóran part av tíðini síðani hevur Gunnar Mikkelsen als ikki spælt tónleik.
Stutt eftir sigurin í »Stjerne for en aften« tók Gunnar eina kollveltandi avgerð. Tónleikurin, sum hevði havt so nógv at siga fyri hann, var blivin ein plága. Ósemjan við plátufelagið og hansara leiklutur í bransjuni annars tók hugin frá honum.
– Eg hevði ikki hug at spæla meira og legði gittaran upp á loftið. Eg hevði heilt einfalt fingið nóg mikið og hevði brúk fyri at hugsa meg um, sigur Gunnar Holm-Lintermann, sum hann nú eitur, við Sosialin.
Umráðingartíðin gjørdist sera drúgv – tað gingu meira enn 10 ár, áðrenn Gunnar aftur setti seg við gittar at spæla, og nú 14 ár eftir sigursløtuna er Gunnar Holm-Lintermann aftur til reiðar við nýggjum tónleiki.
– Mær dámar væl at vera vaksin, og eg haldi, at sangirnir hjá mær verða betur av tí, sigur Gunnar Holm-Lintermann við Sosialin.
Nýggja listarnavnið hjá honum er Saint Kodiak. Fyrsti sangurin eitur »Fade to White« og finst á eitt nú Spotify. I november kemur útgáva, sum hevur fingið heitið »Fumes«.
Í Sosialinum, sum kom út mánadagin, er longri samrøða við Gunnar Holm-Lintermann. Har greiðir hann millum annað frá, at felagssangur í Føroyum fekk hann at spæla tónleik aftur.