Føroysku skúlabørnini renna kring knøttin

Aftur í ár hava fólkaskúlarnir árliga rennidagin í skúlunum kring landið.

Í vikuni verða nógvir næmingar at síggja á vegunum. Ikki tí, fleiri skúlar hava longu hildið dagin. Veðrið er ofta heldur svikaligt hesa tíðina, og tí hava fleiri skúlar valt at renna, tá veðrið var til vildar.

Í 1983 varð skipað fyri fyrstu felags norðurlendsku skúlarenningini. Í ár er sostatt 30. ferðin, at skúlanæmingar renna skúlarenning. Í Føroyum hava vit hildið fast við renningina, meðan fleiri av hinum Norðurlondunum hava roynt at skipa dagin sum ein rørsludag við ymiskum aktivitetum. Sigast skal tó, at tey eisini hava runnið henda dagin. Fyrstu árini gjørdu øll londini upp, hvussu langt næmingar runnu, men hetta fall niðurfyri, tá annað virksemi eisini kom at seta sín dám á dagin.

Næmingar fáa prógv fyri at hava tikið lut í renningini. Nýtt prógv verður prentað á hvørjum ári. Tað er Føroya Ítróttalærarafelag, ið skipar fyri, og øll 30 árini hevur MBM stuðlað tiltakinum.

Vit vita ikki heilt, hvussu nógvar kilometrar føroysku skúlanæmingarnir renna henda dagin, men í fjør vóru fleiri enn 6000 renniprógv send skúlunum. Úrslitið fyri teir 4.090 næmingarnir, sum skúlarnir sendu inn í 2011 var, at teir runnu tilsamans 40.169 km. Hetta er 94 km longri enn ummálið á jørðini við miðkringin - ella uml. 9,8 km. í miðal fyri hvønn næming!