Parkering
Bótin fyri at parkera ólógliga í Havnini, eigur at vera tvær ferðir so stór, sum hon er nú.
Tað heldur Løgreglan.
Fyri fáum døgum síðani hevði Løgreglan fund við teknisku nevnd hjá býráðnum um parkeringsviðurskifti.
Leivur Hansen, sum er í teknisku nevnd, sigur, at á tí fundinum duldi løgreglan ikki fyri, at hon helt, at tíðin var komin at hækka bøturnar og hon heitt á býráðið um at umhugsa málið.
Í løtuni er bótin fyri at parkera ólógliga í Havnini 200 krónur og Løgreglan sigur við blaðið, at tað er so lítið, at tað hevur ongan sum helst fyribyrgjandi ávirkan, tí fólk seta bilin, akkurát sum tað passar teimum.
Samstundis vísir Løgreglan á, at í øðrum Norðanlondum er bótin fyri at parkera ólógliga minst tvær ferðir so stór, sum í Havn.
Í Keypmannahavn er bótin 510 krónur, fyri at nevna eitt dømi.
Kommunan kann tó ikki av sínum eintingum hækka parkeringsbøturnar. Er ætlanin at hækka bøturnar, skal kommunan heita á vinnumálaráðið um at gera tað og ráðið skal so meta um, antin grundarlag er fyri at hækka bøturnar, ella ikki, sigur Leivur Hansen.
Allur býurin upp í sonuna
Sjúrður Olsen, sum er formaður í teknisku nevnd, sigur, at spurningurin um at hækka bøturnar upp í 450 krónur, hevur verið til viðgerðar í býráðnum, men tað varð felt einmælt.
Hann er ikki heilt samdur í, at ein bót upp á 200 krónur, onga fyribyrgjandi ávirkan hevur.
? Eitt er at fáa 200 krónur í bót eina ferð, men hjá tí, ið fær fleiri bøtur, merkist tað sanniliga, sigur hann.
Og hann heldur, at tað er eitt rættiliga ógvuslig hækkin at leypa úr 200 krónum, heilt upp í 450 krónur.
Leivur Hansen sigur, at nú løgreglan hevur heitt á býráðið um at umhugsa málið einaferð afturat, væntar hann, at tað fer at verða tikið upp aftur.
Annars er verður umhugsað at gera parkeringssonuna í Havn nógv størri, enn hon er nú.
? Ein møguleiki er at taka alla Havnina, innanfyri ringvegirnar, upp í sonuna, men tað er ikki endaliga avgjørt enn, sigur hann.
Bilin inni hjá sær sjálvum
Sjúrður Olsen vísir eisini á, at í byggisamtyktini stendur, at hvørt húski skal hava pláss fyri tveimum bilum inni hjá sær sjálvum.
? Men hetta verður yvirhøvur ikki hildið og tað er heilt vanligt, at fólk gera garð heilt út til vegin og seta bilarnar á alfaravegi, eisini tey, sum byggja nýggj hús.
Hesum trupulleikanum ætlar hann sær eisini til lívs.
? Møguliga endar tað við, at býráðið gevur hesum húskum eitt hampiligt skoðbrá til at útvega pláss til tveir bilar inni á teirra egna stykki, sigur hann.
Hann er greiður yvir, at hetta kann skapa øsing, men hann heldur, at trupulleikin við øllum bilunum, ið standa á alfaravegi, er so stórur, at okkurt eigur at verða gjørt.
Leivur Hansen heldur ikki, at hetta er ein gongd leið.
? Tað er ótrúliga ringt at koma afturumaftur, har skaðin er hendur, men at býráðið hevur betri eygu við hesum framyvir, hevur hann onki ímóti, hóast býurin er stórur, so tað verður ringt.
Men hann spyr eisini, hvussu hesin trupulleikin tekur seg upp, tí kommunan eigur ikki at góðkenna eina bygging og sostatt geva endaligt loyvi, fyrrenn øll slík viðurskifti eru fingin í rættlag.
Hinvegin heldur hann, at býráðið eigur at seta seg niður at finna eina varandi loysn á parkeringstrupulleikunum, eitt nú við at byggja parkeringshús. Hann nevnir, at ein onkuntíð hevur verið tosað um at gera eitt parkeringshús niðri á Skálatrøð.