Fótbóltur Við fýra landsliðsmálum í ár var Rógvi Jacobsen uttan iva tann føroyski landsliðsspælarin, sum í størstan mun gjørdi vart við seg sjálvan mótvegis útlandinum. Og hetta er eisini nakað, sum fleiri [...] Sjálvur vil Rógvi einki siga um, hvørji feløgini eru, sum hava sýnt áhuga. Sosialurin hevur tó skilt, at mest ítøkiliga tilboðið í løtuni er úr Noreg, men at eisini okkurt íslendskt felag og okkurt úr italsku [...] sjávlandi avstað, sigur Rógvi. Rógvi Jacobsen hevur áður roynt seg uttanlands. Bæði í Íslandi, har hann spældi við KR, og í Danmark, har hann eitt skifti var leigaður til SønderjyskE.
hjá Sjálvstýrisflokkinum, fer flokkurin nú leggja nú fram ríkislógartilmæli um at seta í gildi donsku verjulógina í Føroym. Galdandi verjulóg ásetir, at persónar, ið hava tørv á verja, fyrst mugu ómynduggerast [...] ikki nútíðini til. Felagið Javni hevur leingi strongt á fyri at fáa verjulóg samtykta í Føroyum. Eisini hevur Sosialurin, við fleiri greinum, varpað ljós á málið. Galdandi verjulóg er frá 1922. Eftir hesi [...] verður ómynduggjørdur á øllum økjum. Rættarmissurin er so umfatandi, at enntá valrætturin fellur burtur. Í Danmark er ein nýggj verjulóg samtykt, sum gevur fólki rætt til eina tilveru, har til ber at hava ein
russari, skulu búgva á Hotel Hafnia, til teir í dag ella í morgin fara heimaftur. Hann sigur, at bæði reiðarí og ambasada tóku sær av monnunum, nú teir komu í land eftir vanlukkuna, og hart raktu sjómenninir [...] sjómenninir fáa eisini neyðuga kreppuhjálp. Tá ið Sosialurin tosaði við Jón Klein, hevði Veðrurin júst lagt til bryggju, og politiinspektørurin segði seg ikki ivast í, at neyðuga hondin verður tikin um hesar menninar [...] var tyrlan hjá donsku sjóverjuni, sum tók hesar menninar upp og flutti teir umborð á Veðrin, sum so í gjár kom á Havnina við teimum. Estlendingar og russar Av teimum fýra estlendingunum, sum yvirlivdu,
fyri Toll- og Skattstovuna hava í nógv ár framt mest sum sjálvtekt móti lógini, tí hendan hevur verið mett sum ónýtilig. Skattastjórin enntá í almenna Kringvarpinum, tá hann í sending fyri á leið trimum árum [...] legði seg eftir teimum smáu fiskunum, sum vóru at finna í ítróttaheiminum. At nýggj og tíðarhóskandi lóggáva eigur at gerast, so ruddast kann upp í gráu økjunum, eru helst øll samd um. Og tað er helst eingin [...] –gevarum at skáka sær undan vanlukkuligu avleiðingunum, sum vánaligt lógarsmíð kann hava við sær. Sosialurin
rundkoyringini í fyrsta umfari. Tá kann skjótt henda, at tað verður, sum orðatakið sigur, at tað, sum fyrst kemur í drag, kemur seinni í lag. Tí tær fimm milliónirnar, sum avsettar eru, skulu brúkast í hesum [...] gera umleið hálvtriðjahundrað til trýhundrað parkeringspláss aftur at teimum gott tveyhundrað, sum í løtuni eru tøk. Fyrireikandi kanningar av lendinum hava verið. Grivið er ymsastaðni, har nýggju par [...] fíggjarárinum, og sum Sosialurin skilir, er eingin króna sett av til hetta arbeiðið á komandi fíggjarlóg.
UEFA Cup-fótbóltur (Sosialurin, Oslo) Ein av teimum frægastu spælarunum í fyrra dystinum móti Lyn var 26 ára gamli Jónstein Petersen, sum síðstu tíggju árini hevur »átt« plássið í vinstru síðu á miðvøllinum [...] egna innsats. - Eg haldi, at vit taptu ov nógv, og okkurt av málunum hjá teimum var í so bíligt. Og sjálvur átti eg í øllum førum at havt skotið eitt mál, men tók tíverri ta skeivu avgerðina, tá eg skuldi [...] Jónstein ein av teimum spælarunum, ið hevur bíðað leingi eftir møguleikanum at sleppa at royna seg í altjóða dysti fyri barndómsfelagið. - Hetta er ein uppliving fyri seg, og vónandi er hetta heldur ikki
Løgtingið eigir tí at finna útvegir fyri, at støðið í heimarøktini kann haldast og helst eisini hækkast. Verður støðið lækkað nú, kemur tað valla uppaftur í bræði! Onnur mál, ið liggja á láni eru forsorgarlógin [...] eftirlønarmálið. Her tykist, sum als einki hendir. Tann heilt stóri spurningurin er, hvør skipan skal koma í staðin fyri fólkapensiónina, ella hvussu skal fólkapensiónin útbyggjast? Vit gerast alt eldri og pe [...] sum hann verður alt tyngri at loysa, jú longur vit bíða. Men tað er heilt opinbart, at samgongan er í stórum iva, og at ómsemja er millum teir báðar stóru flokkarnar. Skal framtíðar fólkapensiónin byggja
hetzur talan er um. Vit, sum her standa fyri skotum í alment stuðlaðum blað, hava krav uppá at fáa hesa útgreining. Eisini rokni eg við, at Sosialurin er førur fyri at koma við dømum, sum prógva, ?at S [...] Men so heldur oddagreinin fram: ?Hetta hava vit sæð Sjálvstýrisflokkin gera nú í eina tíð, og hetta fer ein tileinkisgjørdur Sjálvstýrisflokkur helst eisini at kenna sviðan av eftir næsta val. Ikki tí [...] kinum síðani síðsta val. Spurningurin er tí, um Sambandsflokkurin ætlar sær at halda fram at ganga í fótafetum Sjálvstýrisfloksins við tess hetz móti Javnaðarflokkinum.? Hesi vóru orðini. Eg man hava sovið
Klokkan 17 sunnudagin fara Sosialurin, Portalurin og Rás 2 at fagna teimum, sum á onkran hátt hava skarað framúr í farna kappingarári. Hátíðarhaldið verður á Hvonn, og spenningurin er ikki minstur um [...] atkvøður í hvørjum bólki. - - - Ársins spælari, menn: Jákup á Borg, B36 Hjalgrím Elttør, KÍ Lukasz Cieslewicz, B36 Ársins stjørnuskot, menn: Álvur F. Christiansen, KÍ Klæmint Olsen, NSÍ Kaj Leo í Bartalsstovu [...] Heðin Askham, EB/Streymur Ársins spælari, kvinnur: Rannvá B. Andreasen, KÍ Heidi Sevdal, Víkingur Doris í Garði Joensen, AB Ársins stjørnuskot, kvinnur: Marianna Holm Jacobsen, HB Eyðvør Klakstein, KÍ Ásleyg
Í gjár skrivaði Sosialurin, at sambært Sigurði Poulsen, landsbankastjóra, mugu Føroyar læna tíggju milliardir næstu fimm árini. Tað eru tó bankarnir, ið eiga bróðurpartin Ein misskiljing hendi í gjár, [...] eina tvær milliardir krónur og kommunurnar umleið eina milliard krónur, um verandi gongd heldur fram. Í gjár segði Sigurð Poulsen eisini millum annað, at vit fyri at kunna fáa hesa fígging á umleið tíggju [...] segði Sigurð Poulsen Hóast hesi lán á tíggju milliardir helst skulu gerast fyri at halda samfelagnum í gongd, sambært landsbankastjóranum, so verður skuldin hjá landinum ikki størri enn tríggjar milliardir