Klokkan 17 sunnudagin fara Sosialurin, Portalurin og Rás 2 at fagna teimum, sum á onkran hátt hava skarað framúr í farna kappingarári.
Hátíðarhaldið verður á Hvonn, og spenningurin er ikki minstur um, hvør skal verða ársins spælari. Liðformenninir, venjararnir og ítróttartíðindamenn hava gjørt vart við sína meining. Tað er greitt, hvørji eru nominerað til ymsu heiðursgávurnar, og nú er bara handanin eftir.
Sum á hvørjum ári man størstur spenningur vera um, hvør verður kosin ársins spælari.
Tað stendur millum teir tríggjar Hjalgrím Elttør úr KÍ, sum hevur havt sera gott kappingarár, og so álopsparið hjá nýklæktu meistarunum – Lukasz Cieslewicz og Jákup á Borg.
Ársins fótbóltsspælarar 2011
Liðformenn, venjarar og ítróttarjournalistar hava atkvøtt. Teir tríggir spælararnir, sum hava fingið flestar atkvøður í hvørjum bólki.
- - -
Ársins spælari, menn:
Jákup á Borg, B36
Hjalgrím Elttør, KÍ
Lukasz Cieslewicz, B36
Ársins stjørnuskot, menn:
Álvur F. Christiansen, KÍ
Klæmint Olsen, NSÍ
Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur
Dánjal á Lakjuni, ÍF
Ársins málmaður, menn:
Meinhardt Joensen, B36
René Tórgarð, EB/Streymur
Geza Turi, Víkingur
Ársins venjari, menn:
John Petersen/ Mikkjal Thomassen, B36
Aleksandar Djordjevic, KÍ
Heðin Askham, EB/Streymur
Ársins spælari, kvinnur:
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Heidi Sevdal, Víkingur
Doris í Garði Joensen, AB
Ársins stjørnuskot, kvinnur:
Marianna Holm Jacobsen, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Ásleyg Súnadóttir, AB
Ársins málverji, kvinnur:
Bjarta Johansen, B36
Simona Heinesen, AB
Randi Wardum, KÍ
Ársins venjari, kvinnur:
Jacob Thomsen, B36
Erik Ernesto Nielsen, KÍ
Lennard Pedersen, AB
Ársins dómari:
Eiler Rasmussen
Petur Reinert
Lars Müller