Parkeringsviðurskifti
Vágar:
Arbeiðið at gera parkeringsplássini við flogvøllin er boðið út, og miðað verður ímóti, at tilboðini eru komin inn, áðrenn hesin mánaðin er farin.
Ætlanin gongur út upp á at gera parkeringspláss eystan fyri verandi innkoyring frá landsvegnum oman til terminalin við flogvøllin. Talan er um at gera umleið hálvtriðjahundrað til trýhundrað parkeringspláss aftur at teimum gott tveyhundrað, sum í løtuni eru tøk.
Fyrireikandi kanningar av lendinum hava verið. Grivið er ymsastaðni, har nýggju parkeringsplássini skulu vera, fyri at kann dýpið og undirlendið annars.
Ætlanin umfatar umframt sjálv parkeringsplássini eina rundkoyring við landsvegin, flytan av verandi vegi umframt ein nýggjan veg niðan fyri nýggju parkeringsplássini.
Verandi omankoyring til flogvøllin skal flytast eitt sindur, so vísningurin verður meira vesturyvir. Nýggju parkeringsplásini fara at liggja frá verandi vegi oman til terminalin og einar 270 metrar eystureftir móti Vatninum.
Síðan verður ein nýggjur vegur gjørdur fram við niðara enda millum nýggju parkeringsplássini og hangarin.
Hvussu verður við sjálvari rundkoyringini, er ikki heilt greitt enn. Mett verður, at hon fer at kosta út móti einari millión krónum ella so. Og samlaða játtanin fyri allla ætlanina er upp á fimm milliónir krónur. Tí verður mett, at kanska verður neyðugt at bíða við rundkoyringini í fyrsta umfari.
Tá kann skjótt henda, at tað verður, sum orðatakið sigur, at tað, sum fyrst kemur í drag, kemur seinni í lag. Tí tær fimm milliónirnar, sum avsettar eru, skulu brúkast í hesum fíggjarárinum, og sum Sosialurin skilir, er eingin króna sett av til hetta arbeiðið á komandi fíggjarlóg.










