Men so heldur oddagreinin fram:
?Hetta hava vit sæð Sjálvstýrisflokkin gera nú í eina tíð, og hetta fer ein tileinkisgjørdur Sjálvstýrisflokkur helst eisini at kenna sviðan av eftir næsta val. Ikki tí ? flokkar eiga ikki undan einum vali at avskriva samstarvsmøguleikar. Men kortini má sigast, at Sjálvstýrisflokkurin hevur borið seg ómetaliga skitið og ljótt at móti Javnaðarflokkinum síðani síðsta val. Spurningurin er tí, um Sambandsflokkurin ætlar sær at halda fram at ganga í fótafetum Sjálvstýrisfloksins við tess hetz móti Javnaðarflokkinum.?
Hesi vóru orðini.
Eg man hava sovið væl og virðiliga síðan seinasta val, tí eg kenni ikki til eitt einasta dømi um, at Sjálvstýrisflokkurin skal hava ført nakran hetz móti Javnaðarflokkinum. Vit eru mong, ið hava fatað tað øðrvísi, tí tú møtir neyvan javnaðarfólki, sum ikki líður av ovviðkvæmi, tá ið talan er um Sjálvstýrisflokkin.
Men av tí at orðini omanfyri eru so grov, at tú øtast, fari eg at biðja Sosialin, sum er tann, ið kemur við ákærunum, um at útgreina, hvat tað er fyri hetzur talan er um.
Vit, sum her standa fyri skotum í alment stuðlaðum blað, hava krav uppá at fáa hesa útgreining.
Eisini rokni eg við, at Sosialurin er førur fyri at koma við dømum, sum prógva, ?at Sjálvstýrisflokkurin hevur borið seg ómetaliga skitið og ljótt at móti Javnaðarflokkinum?. Lat okkum fáa prógv á borðið, takk!
Eg fari í sama viðfangi at heita á landsnevnd Sjálvstýrisfloksins um beinanvegin at taka hetta málið upp, fyri alt fyri eitt at fáa steðgað øllum hetzi móti Javnaðarflokkinum, um talan altso er um nakran hetz.
Erhard Jacobsen,
nevndarlimur í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag