eg haldi, at tað hevur eydnast mær at parkera hesar tankarar í nakrar dagar. Men tað kann væl ikki vera lætt, tá títt arbeiði nú í 11 ár hevur verið tengt at landsliðnum? - Sjálvandi er tað ikki lætt. Men [...] ifti. Tí hevur tað verið ein støðug telving, har eg havi tikið nøkur val. Nøkur teirra hava verið skeiv, og kanska skuldi eg tikið onnur fyri langari tíð síðani. - Men eg havi kent tað soleiðis, at her [...] berandi leiklutir. - Tað gav nakrar heilt nýggjar støður, og eg kann bara enn einaferð siga, at tað gjørdi nøkur val neyðug, og meðan nøkur av hesum hava verið øgiliga røtt, so hava onnur verið skeiv, sigur Jógvan
Veðrið hevur verið gott í nógvar dagar á rað, og veðurmenninir siga seg rokna við, at tað verður gott veður næstu dagarnar. Spell var tað, at veðrið ikki lagaði seg, sum tað varð vónað, tá ið Føroyar og [...] illa hevur tað ofta hepnast við veðrinum, tá ið altjóða dystir hava verið spældir á Tórsvølli. Útlendskir miðlar eru væl umboðaðir í Føroyum í hesum døgum. Tað merkja vit her á blaðnum. Tað er ikki dagur [...] vitjan. Um vit kunnu hjálpa, so gera vit tað. Hetta lønir seg aftur, tá ið okkara fólk vitja aftur í útlandinum. Sum tað varð nevnt undan vikuskiftinum, so er tað ikki hissini umrøða og reklama, sum Føroyar
støðan verið ein heilt onnur. Longu tíðliga seinnapartin í gjár var uppi við kaggunum úti í Havnardali, og tað hevur verið nærmast panikkur í á tapparínum í Klaksvík at fylla kaggarnar aftur. - Tað hevur [...] við Staut-øli, men tað vísir seg, at tað er verðaølið, ið verður nógv mest drukkið. - Tað vísir seg, at skotar drekka ikki so nógv av sterkum øli. Eg dugi ikki heilt at siga, hvussu tað er í Skotlandi, men [...] Tað var heilt óvanligt í gjár. Sum á Ólavsøku! Tað sigur stjórin á Føroya Bjór, Einar Waag, nú einir 1100 skotskir fótbóltsáskoðarar hava vitjað landið seinastu dagarnar. Tað er ein ótrúliga stórur munur
verða ikki lýst sum tey áttu at verið lýst, tí at stig á sjálvstýrisleið hava sambært Høgna Hoydal ikki verið tikin í meira enn 50 ár ? ella hvussu? Vánalig kunning má tað sigast at vera, at borgarin ikki [...] hesum sjálvberandi og kjølfesta búskapi, fyri at brúka orð Høgna Hoydals, hevði sjálvsagt verið lægri enn tað er nú. Tað er burturvið, at krevja, at danska stjórnin skal prógva, at ein framtíðar føroyskur búskapur [...] Tjóðveldismonnum. Tosað verður sum um blokkurin hevur verið síðani heimastýrislógin kom í gildi. Blokkstuðulsskipanin kom síðst í áttatiárunum. Tað var samgongan frá 1984 ? 1988, har Tjóðveldisflokkurin
góðar vørur. »Tað tykist, sum tað verður gloymt í hesum kjakinum, hvør tað var, sum setti meg í gongd við at gera kanningarnar. Tað var nevniliga Føroya Landsstýri«. So vita vit tað. Tað er landsstýrið [...] ikki at umrøða tað málið alment fyrr enn dómstólurin hevur tikið avgerð. Tað er ikki bert í Føroyum at »skipamál« hava verið nógv umrødd. Sum kunnugt hava ikki smávegis skipagølur verið uppi og vent í [...] ð, sum hevur skyldina. Var tað so eisini landsstýrið, ið beitti fútan út um landið í november 1994? Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita. Sjálvt um fútin lat landsstýrið »lokka seg« at fara undir
í Suðuroyar valdømi er ellisformaður. Síðst var tað Jákup Joensen, sum var elsti tingmaður, men mótsatt Flemmingi Mikkelsen, sum frammanundan hevur verið tingmaður frá 1978 og fram til 1994, so hevði Jákup [...] ellisformannin, so eru tað fjúrtan onnur, sum mannað nýggja tingið og ikki taldust í tingmanningini, sum nú leggur frá sær. Nøkur hava ongantíð áður sitið í tinginum, nøkur hava verið inni sum varamenn, og [...] og onnur eru afturvald, eftir at tey hava verið úti í eitt ella fleiri valskeið. Tey, sum ongantíð áður hava verið í tinginum, eru Alfred Olsen, sambandsmaður, og Sámal Petur í Grund, sjálvstýrismaður
plássið hevur verið har, so ber tað framvegis til at kvalifisera okkum til altjóða fótbólt næsta summar. Tað er ikki bara upp til okkum sjálvar at gera av, men vit eru tilvitaðir um, at tað snýr seg um hart [...] landsliðssteðgin hevur neyvleikin ikki verið so stórur, sum hann var frammanundan. Tað hevur gingið illa at leggja lok á, og tað hevur kostað í hinum endanum. Ímóti KÍ verður tað spennandi. Sum málmunurin sigur [...] vunnið á heimavølli ímóti bæði HB og B36, so er kappingarárið ikki bjargað. Tað kann vera, at tað fer at kennast heilt gott, um tað eydnast at vinna í Runavík í dag og í síðsta umfari á heimavølli leygardagin
mangan verið gott, tá ið stevna hevur verið í Klaksvík, men tað hevur sanniliga eisini ofta verið buldraligt – vindur, regn, onkuntíð grovir kavaælingar – og róðraráhugað komast við, tá ið tað fyri ikki [...] Føroya land! Í dag er 1. juni, og í morgin verður fyrsti FM róðurin í kappróðri. Sum tað hevur verið øll árini, síðani tað í 1973 fyri fyrstu ferð varð kappast um FM sambært tí skipan, sum framvegis er galdandi [...] var neyðugt at útseta róðurin í nakrar tímar, tí tað var so nógvur mjørki á vánni! Alt bendir á, at róðrarlíkindini verða góð í morgin. Tað hevur verið góðveður seinastu tvær vikurnar, og veðurforsøgnirnar
Dúgvuni so at tað verða tvey stór skip, sum kom at røkja siglingina. Orsøkin til, at onki er gjørt við málið fyrr, er, at Sam hevur ikki verið tøkur, fyrrenn nú. Tað hevur ikki verið hildið at verið ráðiligt [...] og í vár hevur hann verið avloysaraskip fyri skip, sum hava verið í dokk. Stórur trupulleiki Bjarni Djurholm sigur, at hann veit ikki, nær tað verður klárt at seta Sam í sigling. ? Tað veldst í fyrra lagi [...] afturat Dúgvuni so at tað hereftir skulu vera tvey skip, sum sigla um Leirvíksfjørð. Strandferðslan hevur gjørt eitt upprit um málið við eini meting av, hvat tað fer at kosta og tað uppritið er nú til viðgerðar
kortini eina framgongd. ? Hon er ikki so stór, men tað er kortini ein framgongd. Tað er kanska løgið, tá havt verður í huga tað, sum flokkurin hevur verið ígjøgnum í seinastuni, serliga tá hugsað verður um [...] síðani samgongan kom fram at, men har er einki hent. ? Eg skal ikki siga, at tað er orsøkin, men tað er ikki óhugsandi, at tað er viðvirkandi til stóru afturgongdina, sigur John. Kortini leggur hann afturat [...] er Javnaðarflokkurin. Her heldur John Mortensen at tað eru fleiri orsøkir. Millum annað hevur Javnaðarflokkurin verið aktivur í fullveldismálinum og tað tykist, sum veljararnir hava lyndið til at taka undir