Tí mjøður var uppi...

Tað vóru ikki fáir litrar av øli, ið gliðu niður um skotsku gómarnar dagarnar upp undir landsdystin móti Skotlandi

Tað var heilt óvanligt í gjár. Sum á Ólavsøku!

Tað sigur stjórin á Føroya Bjór, Einar Waag, nú einir 1100 skotskir fótbóltsáskoðarar hava vitjað landið seinastu dagarnar.

Tað er ein ótrúliga stórur munur á, tá skotar koma á vitjan og so tá aðrar tjóðir vitja. Seinasta vikuskiftið var italska landsliðið á Tórsvølli, og í tí sambandi var nakað av áskoðarum komið til Føroya. Men tað merktist als ikki á ølsøluni, tað var einki øðrvísi enn eitt vanligt vikuskifti. Hetta hóast 12. maður seldi nakað væl av øli í tjaldinum við Gundadalshøllina.

Seinastu dagarnar hevur støðan verið ein heilt onnur. Longu tíðliga seinnapartin í gjár var uppi við kaggunum úti í Havnardali, og tað hevur verið nærmast panikkur í á tapparínum í Klaksvík at fylla kaggarnar aftur.

- Tað hevur verið størri panikkur enn á Ólavsøku. Vit hildu okkum vera fyrireikað upp á hetta, men tað vísti seg, at tað vóru vit ikki til fulnar, sigur stjórin á Føroya Bjór.

 

Jubla um Skotland

Á bryggjarínum í Klaksvík hava tey sum nevnt roynt at fyrireika seg, eitt nú við at vera væl fyri við Staut-øli, men tað vísir seg, at tað er verðaølið, ið verður nógv mest drukkið.

- Tað vísir seg, at skotar drekka ikki so nógv av sterkum øli. Eg dugi ikki heilt at siga, hvussu tað er í Skotlandi, men eg veit, at í Suðuronglandi er tað ølið, ið verður tappað úr kranunum, veikari enn verðaølið, um eini 3%, haldi eg, sigur Einar Waag.

Skotar hava sum kunnugt verið í Føroyum fyrr í sambandi við landsdystir, og tað er sama søgan hvørja ferð. Teir koma í góðari tíð, og í flestu førum taka teir hetta sum ein mannfólkatúr burturav. Tað merkir, at teir koma at hugna sær, og teir eru eisini stak friðarligt og fyrikomandi fólkaslag.

So tað er einki at siga til, at barreigarar jubla, tá Føroyar draga Skotland í einari undankapping í fótbólti, sigur Einar Waag, sum ikki hevur nøkur endalig tøl fyri, hvussu nógv øl er flýggjað um diskarnar hesar seinastu dagarnar.