Veðrið hevur verið gott í nógvar dagar á rað, og veðurmenninir siga seg rokna við, at tað verður gott veður næstu dagarnar. Spell var tað, at veðrið ikki lagaði seg, sum tað varð vónað, tá ið Føroyar og Italia spældu leygarkvøldið. Merkiliga illa hevur tað ofta hepnast við veðrinum, tá ið altjóða dystir hava verið spældir á Tórsvølli.
Útlendskir miðlar eru væl umboðaðir í Føroyum í hesum døgum. Tað merkja vit her á blaðnum. Tað er ikki dagur, at vit ikki hava vitjan. Um vit kunnu hjálpa, so gera vit tað. Hetta lønir seg aftur, tá ið okkara fólk vitja aftur í útlandinum.
Sum tað varð nevnt undan vikuskiftinum, so er tað ikki hissini umrøða og reklama, sum Føroyar fáa í sambandi við landsdystirnar.
Men at umrøðan og útbreiðslan er so stór og víð, sum tað leygardagin kom fram, at hon er, tað vardi okkum ikki. Føroyar verða í hesum døgum vístar fram og umrøddar í Norðuramerika, Suðuramerika, Asia, Australia, Afrika umframt sjálvandi eisini í Europa.
Tað ber neyvan til at gera upp, hvussu nógv peningaliga virðið í hesum er. Einki er at ivast í, at talan er um tvey sifrað tal av milliónum og kanska uppaftur meiri enn tað.
Leygarkvøldið vóru vit eygnavitni til framúr gott føroyskt avrik. Tá ið tað hevur gingið minni væl, hava tað verið mong, sum hava sveiggjað øksina yvir spælarunum, FSF og ikki minst venjaranum. Hugaligt var leygarkvøldið at síggja og hoyra, at útlendskir miðlar róstu føroyska avrikinum. Eitt nú Eurosport, sum ofta hevur verið minni positivt. Viðhvørt við góðum rætti.
Vónandi eru tað eins mong, sum nú geva øllum hesum herðaklapp fyri megnar avrikið, sum varð framt leygarkvøldið móti heimsmeistarunum.
Tað hava allir partar uppiborið. Eisini áskoðararnir, sum tóku so dyggiliga undir við okkara monnum. Góða eydnu móti Skotlandi!