Fótbóltur
Tá Jógvan Martin Olsen mikudagin setti landsliðsspælarunum stevnu, var hetta samstundis byrjanin til endan á skeiði hansara sum landsliðsvenjari í hesum umfarinum. Eitt skeið, sum hevur fevnt um 11 ár, har Jógvan Martin Olsen so ella so hevur arbeitt við føroyska A-landsliðnum í fótbólti.
Hóskvøldið settu vit landsliðsvenjaranum stevnu á Hotel Føroyum, og hann viðgongur, at tað so ella so er eitt sindur kensluborið hesaferð.
- Eg havi hugsað nógv um, hvussu eg fór at tackla støðuna, nú eg havi boðað frá, at eg gevist sum landsliðsvenjari. Men onkursvegna havi eg valt at parkera akkurát tann spurningin til mikukvøldið. Og eg haldi, at tað hevur eydnast mær at parkera hesar tankarar í nakrar dagar.
Men tað kann væl ikki vera lætt, tá títt arbeiði nú í 11 ár hevur verið tengt at landsliðnum?
- Sjálvandi er tað ikki lætt. Men tá tú tekur eina slíka avgerð, so búnast hon eisini leingi. Eg havi tosað við míni nærmastu um tað, og tá tú hevur hugsað rímiliga leingi, so fært tú so ella so sett tingini upp á pláss í høvdinum. Tí tankin er avgjørt ikki nýggjur. Tú kanst siga, at eg havi hugsað tankan í fleiri ár. Eisini áðrenn eg gjørdi av taka av møguleikanum sum høvuðsvenjari hjá landsliðnum. Tá umhugsaði eg, um eg skuldi royna at taka nøkur stig onkran annan veg.
- So eg haldi, at tað hevur eydnast mær at parkera hesar tankarnar, men tað er sjálvandi løgið at vita, at leygardagi á Tórsvølli verður tað seinasta ferðin á hesum sinni, at eg standi við síðulinjuna, tá landsliðið spælir heimadyst.
- Men samstundis gleði eg meg. Eg havi kensluna av, at vit fara at enda væl, og eg kenni eisini á spælarunum, at teir er ógvuliga uppsettir, soleiðis at teir eisini kunnu enda hetta tíðarskeiðið á landsliðnum best møguligt.
Kendi treytirnar
Ofta verður sagt, at velur ein venjari at gevast, so er best, um hetta verður fráboðað, tá kappingarárið er av. Hesa ferð ávirkar tað kanska ikki motivatiónina, nú talan er um somikið søguligan dyst, sum stendur fyri framman. Men hetta tykist nú ikki vera nakað, sum Jógvan Martin hevur givið serliga stóran ans.
- Eg visti alt fyri eitt, tá eg tók við, at mín uppgáva var at fremja eitt ættarliðsskifti. Tí hevur tað verið ein støðug telving, har eg havi tikið nøkur val. Nøkur teirra hava verið skeiv, og kanska skuldi eg tikið onnur fyri langari tíð síðani.
- Men eg havi kent tað soleiðis, at her hevur verið eitt somikið stórt arbeiði at gera, at tað vildi verið púrasta burturvið, um Fótbóltssambandið tá hevði sett onkran útlending, sum ikki hevði sama kunnleika til viðurskiftini, í starvi. Um hesin so hevði rent seg í somu óstøðugu úrsit, sum vit hava verið ígjøgnum. Skuldi hann so staðið fyri skotum eftir bara fýra-fimm dystir, har fólk kravdu ein nýggjan landsliðsvenjara?
- Tað kundi skjótt elvt til kaos, og í dag haldi eg, at vit eru komin væl ávegis. Eisini við teimum spælarum, sum vit hava á U21-landsliðnum. Roknar tú hesar við, so hava vit í dag ein hóp, sum so ella so kemur at manna landsliðið í nógv ár fram.
Tá tú sigur hetta, so sigur tú væl eisini, at tú visti, at talan var um eitt slag av urias-posti, sum tú átók tær fyri trimum árum síðani. Og at atfinningarnar til tíðir fóru at vera sera harðar?
- Eg visti í øllum førum, at talan bleiv um eitt rættiliga leitandi tíðarskeið. Henrik og eg tosaðu eisini um hetta, áðrenn hann gavst. Vit sóu spælarar sum Øssur Hansen, John Petersen og Pól Thorsteinsson gevast, og við hesum mistu vit stórar profilar og persónligheitir á liðnum. Tá menn sum Julian og Óli so eisini góvust, broyttist umhvørvið kring landsliðið fullkomuliga, tí her mistu vit eisini eina øgiliga rúgvu av royndum. Og brádliga skuldu spælarar, sum áður kanska vóru í útjaðaranum av liðnum, átaka sær berandi leiklutir.
- Tað gav nakrar heilt nýggjar støður, og eg kann bara enn einaferð siga, at tað gjørdi nøkur val neyðug, og meðan nøkur av hesum hava verið øgiliga røtt, so hava onnur verið skeiv, sigur Jógvan Martin Olsen.
Fegnast um U21
Talan hevur tó ikki bara verið um mótgongd. So ella so hevur Jógvan Martin verið knýttur at landsliðsarbeiðinum líka síðani 1994, og hann er serstakliga fegin um tað konsept, sum er bygt upp síðani.
- Tað er heilt víst tað, sum eg eri mest fegin um. Arbeiðið, sum byrjaði tá, kom at kalla á mál í fjør, tá vit eisini høvdu U21-lið í altjóða kapping, og tað eri eg serstakliga fegin um. Tað gevur heilt nýggjar møguleikar fyri menning. Eg kundi jú valt at tikið Johan, Jónas ella Gunnar inn fyri langari tíð síðani. Men vit høvdu eitt lið, sum upplivdi sera stóra mótgongd, og skuldi eg tveitt nakrar 17 ára gamlar spælarar inn í tað ódnarveðrið, er als ikki víst, at tað hevði spælt serliga væl av. Tað vildi eg so ikki útseta teir fyri, og við U21 kundi eg bíða eini tvey ár við at taka teir við. Og tað eri eg sera fegin um.
- Og sært tú, hvussu lætt tað hevur gingið at taka spælarar av U21 og beint inn í landsliðshópin, so haldi eg tú kanst siga, at talan hevur verið um sanna sólskinssøgu. Eitt, sum tó kann irritera meg rættiliga nógv, er, at tekur tú teir spælarar, sum eru millum 20 og eini 25-27 ár, so eru tað fleiri, sum ikki hava leverað vøruna. Og eg sakni, at hesir onkursvegna løgdu meira fyri, so teir ikki vórðu yvirhálaðir av spælarum, sum eru fleiri ár yngri.
Men er tað ikki júst ein avleiðing av, at hesir spælarar ikki hava havt tann menningarmøguleika, sum U21 er. At gloppið hjá teimum hevur verið ov stórt frá U19?
- Jú. Tað kann væl vera, at tað er tann logiska frágreiðingi um hetta, og skal ikki á nakran hátt leggja eftir teimum. Men eg vildi ynskt, at hesir onkursvegna høvdu prógvað meira.
Høllin má koma
Bæði á hesum síðum og við fleiri onnur høvi hevur Jógvan Martin Olsen ført fram, at talan hevur verið um at byggja eitt nýtt landslið upp. Men er tað eitt landslið í góðum skørum, sum næsti føroyski landsliðsvenjarin kemur til?
- Eg haldi, at tað er ein øgiliga spennandi hópur, sum vit nú hava. Væl vitandi, at Egil ikki verður 33 men 35 næstu ferð, og at Jákup Mikkelsen heldur ikki er heilt ungur. Taka vit tað seinna, so hava vit fleiri spennandi ungar málverjar. Og telur tú U19-hópin við, so haldi eg, at vit hava heilt nógvar spælarar, sum fara at kappast sera hart um at vinna sær fast pláss á landsliðnum.
So tað verður kanska ikki so leingi, fyrr enn vit hava eitt lið, sum er til reiðar at fara eftir teimum úrslitunum, sum ofta vóru so sera nær fyri einum 5-6 árum síðani?
- Ja. Tekur tú kappingina, har vit vóru í bólki við Íslandi, so høvdu vit tá liðið, sum kundi levera úrslitini. Við samansetingini av aldri og profilum er hetta helst besta landsliðið, sum vit hava havt. Hevði Todi Jónsson tá verið klárur til landsliðið, ístaðin fyri at hann støðugt varð plágaður av skaðum, so høvdu vit kanska havt tann spælaran, sum kundi koppað nøkrum av teimum dystunum til okkara fyrimun.
- Og vit nærkast nu einum hópi, sum kann koma á sama støði. Men samstundis krevur tað, at føroyskur fótbóltur eisini flytur seg. Bæði innan felagsarbeiðið men so sanniliga eisini innan tær politisku avgerðir, sum verða tiknar. Her hugsi eg um strukturin í kappingini og karmarnir, sum spælarar kunnu virka undir. Sammetir tú við Ísland, so hava teir fleiri hallir, har teir kunnu spæla og venja, líkamikið hvussu veðrið er. Og tað sigur seg sjálvt, at tað er eitt tað fyrsta, sum vit mugu arbeiða fram ímóti.