flutt nakað av peningi frá rakstri til íløgur og hetta kann í fyrstu atløgu tykjast skilagott, um hetta tiltak kann medvirka til at varðveita ella skapa virksemi í økjum, sum nú eru hart rakt av búskaparligum [...] er heldur einki útspæl komið, men løgmaður hevur boðað frá, at landsstýrið kemur við eini váðalýsing av vinnulívinum, ið skal mynda støðið undir einum møguligum kreppupakka. Føroysku bankarnir eru við L [...] og einki er at ivast í, at føroysku bankarnir standa royndina og sostatt sleppa upp í hesa ætlaðu skipan, ið enn ikki er løgd fram. Við øllum hesum trupulleikum í huga kundi ein óttast fyri, at meirilutin
hvussu so er tað, sum mong halda, og nakað er ivaleyst um hetta. Hinvegin má ásannast, at útbyggingin av samfelagnum helst hevði verið meira rationell og betur planløgd, um løgting og landsstýri ikki støðugt [...] eru uttan fyri meginøkið. Er ein sannførdur um, at verandi valskipan veitir trygd fyri varðveiting av einum búsetingarmynstri, sum vit øll innast inni ynskja varðveitt, so er sera torført at góðtaka eina [...] at siga kollveltandi broyting við Føroyum sum einum valdømi. Men øll munnu tó ásanna, at verandi skipan gevur trupulleikar, sum fara at standa við og vaksa. Tað eru mong, sum undrast yvir, at tingformaðurin
her. Vónandi fer tann verkætlan við endurskoðan og samskipan av miðnámsútbúgvingunum, sum Mentamálarið nú fer í holt við, at føra til eina skipan, har vit koma á hædd við grannarnar og helst eisini gerast [...] Hvat kom so burturúr og hvat kunnu okkara skúlamyndugleikar læra av royndunum hjá grannum okkara? Myndin var tann, at broyttar samfelagsumstøður við broyttum vinnulívsbygnaði, globalisering og altjóðagerð [...] miðnáms- og ungdómsútbúgvingar, so megna vit ikki at takla ta broyttu heimsmyndina, har stórir partar av arbeiðsplássunum fara at flyta til láglønarlond. Danmark hevur megnað hetta. Hóast arbeiðspláss í
gomlu skipanina, har val av nevndum var á hvørjum ári, tá ið tingið kemur saman á Ólavsøku. Hetta hevði ivaleyst verið eitt slag av kontinuerligari reinsing í skipanini. Læran av eitt nú analysuni hjá Heina [...] yvirhálað av fólkinum, samfelagnum og altjóða rákinum, nú nýggir spurningar taka seg upp, og tað vísir seg, at flokkarnir ikki eru búnir at taka ímóti rákinum. Tí syndrast teir sum illa lagaðir garðar av fyrsta [...] sitandi í nevndar- og álitissessum, sum teir hava fingið at umsita, treytað av flokkunum og samgonguni, sum teir vóru partar av. Hendan grógvandi anarkisman eigur at verða steðgað, áðrenn rot kemur í alla
Allar vinnur hava í dag tørv á eftirútbúgving av starvsfólkum. Ein støðug og áhaldandi eftirútbúgving av starvsfólki er ein fotrtreyt fyri menning í einihvørjari fyritøku, so hesin spurningur er sjálvsagdur [...] heilt ella lutvíst í Føroyum, var av góðum grundum umrøddur á ráðstevnuni. Fróðskaparsetrið hevur drúgvar royndir við júst slíkum skipanum. Spurningurin, hvussu ein slík skipan eigur at verða sett saman í smálutum [...] í hesum tíðum fyri einum nýggjum stovni eru vánalig. Hinvegin átti at borið til at tikið útbúgving av føroyskum fjølmiðlafólki upp á Fróðskaparsetrinum. Hetta kundi verið gjørt í samstarvi við ein ella
til landskassan fyri hesi loyvi. Vit mugu fáa eina skipan, har landskassin fær pengar fyri tey rættindi, ið hann letur til fáu reiðaríini. Ein slík skipan eigur eisini at tryggja eina ávísa atgongd til tilfeingið [...] seinni. Fólkaflokkurin er ímóti tilfeingisrentu, við tí ógvuligu óvanligu forkláring, at vinningurin av sølu av fiskiloyvum longu verður skattaður við partafelagsskatti og kapitalvinningsskatti. Við hesari rættiliga [...] verður goldin av hesum. Vit kunnu við einari slíkari forkláring bara byrja at forera t.d. bilar frá Landsverki til ávís priviligerað fólk fyri einki, tí at hesi fólk høvdu betalt skatt av einum og hvørjum
og moralskur trupulleiki hjá teimum londum, sum virkin taka lut í hersetingini av Irak. Irakar eru flýddir í milliónatali av landinum eins og innanlanda flytingin er stór og elvir til trupulleikar og ófrið [...] at diktaturið nú var burtur fór at slætta vegin fyri eini vesturlendskt sinnaðari fólkaræðiligari skipan. Men soleiðis gekk tað sum kunnugt ikki - til tess vóru mentanarligu, átrúnaðarligu og sosialu s [...] kríggj, men trupult at enda kríggið. Hesi orð hava serstakliga USA og Bretland sannað. Umframt missin av mannalívum er Irakkríggið við at gerast ein búskaparlig vanlukka fyri USA. Tað er lítið, sum bendir
stórt politiskt dirvi, tí hetta verður ikki vældámt av teimum, sum skulu taka koyrikortið. Hetta tí eitt treytað koyrikort kann fatast sum ein avmarking av persónliga frælsinum. Hinvegin hava nógv lond treytað [...] treytað koyrikort, og eiga vit tí her hjá okkum ikki at halda okkum aftur við at seta eina slíka skipan í gildi. Vit her á blaðnum loyvdu okkum í tjakinum um ferðslutrygdina at vísa á koyrifrálæruna. Ko
Tey eru offur fyri eini rasistiskari skipan, eini skipan, sum byggir á primitivu herrópinini í Gamla Testamenti: eygað fyri eygað og tonn fyri tonn. Eini skipan, sum ikki tekur hædd fyri, um allir borgarar [...] menniskjum, taka vit heldur ikki undir við lógásettu skipanini, har tað almenna kann taka menniskju av døgum. Tað er nevniliga einki, sum bendir á, at hesin revsiháttur hevur nakra preventiva ávirkan. Hagtøl [...] minkar ikki um brotsverkini. Tað eru tí heilt onnur tiltøk, sum skulu til fyri at forða fyri mongum av brotsverkunum. Eitt nú størri sosialt rættvísi, minni fátækradømi, meiri undirvísing og størri tolsemi
við at verða vardir av ókeypis statsprivilegium, tá tað ræður um atgongd til rávøruna, men teir vilja hava fríar marknaðarkreftir at ráða, tá teir skulu selja. Vit hava eina skipan í Føroyum, har fisk [...] frammihjárættindi, ið hesin sami reiðari í flestum førum einki betalti fyri. Henda skipan er ikki nøkur fyrimyndarlig skipan, og tað er væl skilligt, at Landsstýrið setur treytir við, hvar fiskurin skal landast [...] talan er um. Onkur kundi kanska spurt, um hetta ikki er heilt náttúrligt í einari marknaðarstýrdari skipan. Svarið kundi verið játtandi, um frí kapping hevði verið um at sloppið framat hesum fiski, ið rá