Oddagrein· Ferðin

Tað tykist sum vanlukkurnar á vegunum standa við. Seinasta vikuskifti fór ein bilur í knús vesturi í Vagum. Sjey ungfólk vóru í bilinum, og bert eitt undur hevur bjargað teimum frá vanlukkuni við lívinum. Tá seinasta syrgliga stórvanlukkan hendi, fingu vit eitt seriøst og hugskotsríkt orðaskifti um ferðslutrygdina á vegum okkara. Tað gekk sum ein reyður tráður gjøgnum hetta orðaskifti, at ov nógv ferð oftast er orsøk til vanlukkurnar.

Hetta skilið við ov nógvari ferð á vegunum kann ikki halda fram. Tað er tí sera umráðandi, at orðaskiftið um ferðslutrygdina og um ov stóru ferðina á vegunum ikki tagnar. Undir orðaskftinum í fjølmiðlunum kom fram uppskot um eina ferðsluskaðanevnd. Hetta er eitt gott hugskot, ið eigur at verða tikið í stórum álvara. Tað kundi tí verið áhugavert at fingið avklárað, hvar í skipanini hetta uppskot er endað, og hvørja støðu avvarandi myndugleikar hava til hetta hugskotið, ið kom frá leiðaranum á ferðslutrygd. Hetta uppskot má ikki bara enda í onkrari skuffu í Vinnumálaráðnum ella í Løgmálaráðnum.

Eitt annað hugskot, ið var havt á lofti, snúi seg um treytað koyrikort. At seta krav um treytað koyrikort krevur stórt politiskt dirvi, tí hetta verður ikki vældámt av teimum, sum skulu taka koyrikortið. Hetta tí eitt treytað koyrikort kann fatast sum ein avmarking av persónliga frælsinum. Hinvegin hava nógv lond treytað koyrikort, og eiga vit tí her hjá okkum ikki at halda okkum aftur við at seta eina slíka skipan í gildi.

Vit her á blaðnum loyvdu okkum í tjakinum um ferðslutrygdina at vísa á koyrifrálæruna. Koyrilærararir gera eitt gott arbeiði ? eingin ivi um tað. Hinvegin skerst ikki burt, at tað er dýrt at taka koyrikort og spurningurin er um ikki koyrikortið eigur at vera ein rættur hjá borgaranum. Um koyrikortið gjørdist ókeypis, kundi samfelagið sett heilt onnur og nógv strangari krøv til tey, sum skulu upp til roynd. Í hesum sambandi kundi frálæra í ferðslupsykologi fingið sítt rætta pláss í koyrilæruni. Hetta hevði havt sín týdning fyri ferðina á vegunum, sum er størsta vandamálið í løtuni, tá um ferðslutrygd ræður.

Annað mál, sum vit fleiri ferðir hava tikið upp á hesum stað, men sum ikki hevur givið nakra reaktión ella respons á rætta stað er spurningurin um politieftirlitið á vegnum, her serliga um næturnar og ikki minst nú vit hava kollvelt okkara ferðslunet í og við at vit hava fingið fyrsta undirsjovartunnilin og harvið hava givið teimum ungu nýggjar og spennandi møguleikar í ferðsluni. So tað skal enn einaferð verða heitt á løgregluna um at stíga fram og vera við í hesum tjakinum og tá taka í egnan barm. Løgrregjan ger eitt gott og vigtugt arbeiði. Men spurningurin er, strekkir tað til. Og tá kundi so eisini verið spurt, hvussu stætt er við játtanunum til politiiið. Røkka tær kanska ikki til at røkja so týðandi uppgávur sum at hava eftirlit um næturnar og á knútapunktum sum undirsjóvartunnilin.

Sosialurin