Oddagrein· Floksskipanin er hótt

266b fór sum ein torpedo ígjøgnum politisku skipanina, trýsti hana í botn, og tað brakaði í hvørji spong. Fólkið varð noytt at taka støðu. Allar skipanir hava gott av slíkum ákoyringum. Á sama hátt sum tá brúgvaløg frá óvanliga djúpum lagdum gera um seg, og tað harvið verður staðfest, hvat, ið stendur ella fellur undir serliga ekstremum umstøðum.

Í jólablaðnum hevði Heini í Skorini skilagóða politiska analysu um torpedo 266b. Spurningurin var, um politiska skipanin í Føroyum við loysing-samband og vinstra-høgra ásunum er yvirhálað av fólkinum, samfelagnum og altjóða rákinum, nú nýggir spurningar taka seg upp, og tað vísir seg, at flokkarnir ikki eru búnir at taka ímóti rákinum. Tí syndrast teir sum illa lagaðir garðar av fyrsta nosinum. Spurningurin varð eisini viðgjørdur í áhugaverdari Tinghellugrein hjá Sámal Matras Kristiansen her í blaðnum.

Allastaðni uttan í Miðflokkinum stóð tað á gomlum nøglum. Miðflokkamenninir vóru á heimavølli. Desperatiónin, sum eisini hjá teimum tykist kunna hómast, er ivaleyst missurin av hesum málinum, sum frameftir skuldi verða teirra tilverugrundarlag.

Hinir flokkarnir fingu ordans skavankir. Tjóðveldisflokkin misti ikonið frá fullveldistíðini. Sambandsflokkurin partvíst annan tingmannin í Eysturoy. Fólkaflokkurin man vera nakað klovin eisini, hóast teir har hava sjáldsom evnir at goyma ósemjur. Stríðið, sum tók seg upp undir fíggjarlógarviðgerðini, boðaði frá, at Javnaðarflokkurin eisini hevur stórar innanhýsis trupulleikar.

Politiska skipanin er í ringum standi. Flokkarnir standa á berajólum og tykjast ikki at vita, hvussu teir skula handfara trupulleikarnar, sum tað er, tá ið menn ganga inn og út ígjøgnum sveiggjhurðarnar, alt eftir hvussu persónliga sannføringin er í álvarsmálum sum 266b.

Eingin floksdisiplin heldur flokkunum á kósini. Í hernaðarsamanhangi plagar at verða sagt: The peanalty for desertion is certain death.

Teir, sum desertera úr føroyskum flokkum, dansa bara víðari, sum um einki var hent. Teir tykjast ætla sær at verða sitandi í nevndar- og álitissessum, sum teir hava fingið at umsita, treytað av flokkunum og samgonguni, sum teir vóru partar av.

Hendan grógvandi anarkisman eigur at verða steðgað, áðrenn rot kemur í alla skipanina. Annars kemur koks í maskinaríið, og alt brennur saman. Ein skipan við 32 politiskum flokkum verður úrslitið. Og tað gongur ikki.

Tí ræður um at velja nevndar- og álitissessir av nýggjum og tað beinanvegin. Velur man at desertera, so skal tað kosta. Kanska skuldi harumframt verið farið aftur til gomlu skipanina, har val av nevndum var á hvørjum ári, tá ið tingið kemur saman á Ólavsøku. Hetta hevði ivaleyst verið eitt slag av kontinuerligari reinsing í skipanini.

Læran av eitt nú analysuni hjá Heina er, at flokkarnir mugu definera seg av nýggjum. Eisini í mun til nýggjar virðisspurningar. Hesir mugu í størri mun gerast floksmál, soleiðis at veljarin veit, hvussu føroyskur politikkur ætlar at takla rákið, sum kemur inn á okkum, um vit vilja tað ella ikki.

Tað verður høgt av hæli og sneitt av tá onkra staðni, men tað gerst ikki við. Fólkið hevur krav at vita, hvat flokkarnir standa fyri í øllum málum. Hetta sirkusið, sum vit upplivdu fyri jól, eigur ikki at koma fyri aftur, tá ið mál av slíkum slagi aftur daga undan í politisku havsbrúnni.

Sosialurin