Oddagrein· Formaðurin spælir við eld

Uttan at fara inn á støddfrøðiligu síðurnar av málinum um Føroyar sum eitt valdømi, kann ein uttan víðari staðfesta, at uppskot tingformansins um Føroyar sum eitt valdømi er eitt politiskt eldfimt mál. Onkur vil møguliga fara so langt sum at kalla tað fyri eitt statskvett. Sum samfelagsgongdin hevur verið síðan heimastýrislógina, so má ásannast, at nógv talar fyri einum valreformi. Galdandi vallóg við lutbundnum vali í sjey valdømum við eykatinglimum sum útjavnandi tátti er ikki í samljóði við tíð og samfelagsbygnað. Menningin er stór og broytingar í undirstøðukervinum eru stórar. Í hesum meldri er sum vera man ótti á øllum uttan fyri høvuðsstaðin fyri at gerast við sviðið soð.

Verandi valskipan er ein trygdin fyri, at ikki øll menning og øll útbygging fer fram í meginøkinum. Hetta er í hvussu so er tað, sum mong halda, og nakað er ivaleyst um hetta. Hinvegin má ásannast, at útbyggingin av samfelagnum helst hevði verið meira rationell og betur planløgd, um løgting og landsstýri ikki støðugt noyddust at hava fyrilit fyri teimum landspørtum, sum eru uttan fyri meginøkið. Er ein sannførdur um, at verandi valskipan veitir trygd fyri varðveiting av einum búsetingarmynstri, sum vit øll innast inni ynskja varðveitt, so er sera torført at góðtaka eina so radikala fyri ikki at siga kollveltandi broyting við Føroyum sum einum valdømi. Men øll munnu tó ásanna, at verandi skipan gevur trupulleikar, sum fara at standa við og vaksa.

 

Tað eru mong, sum undrast yvir, at tingformaðurin, sum meira ella minni er hevjaður yvir flokspolitikk, her stutt fyri løgtingval kmeur fram við einum so kollveltandi uppskoti. Tingformaðurin veit betur enn nakar annar, hvussu eldfimt hetta mál er. Hetta kann elva til órógv og ósemjur í samgonguni, og hetta kann enntá loysa út eitt val í ótíð. Hetta er óheppið, tí nógv týðandi mál eru enn óloyst og endar hetta við, at málið fyllir so nógv í samgonguorðaskiftinum, at arbeiðsfriðurin er hóttur, hevur løgmaður lítið í at velja.

 

Tá hetta er sagt, so slepst ikki uttan um at hyggja at valskipanini. Floksformenninir kundu roynt at funnið eina semju um at seta ein bólk av serfrøðingum, sum kundu komið við tilmælum, sum tryggjaðu øll neyðug fyrilit og sum løgting og almenningur kundu fingið høvi at viðgjørt í friði og náðum og ikki í skundi. Hetta er eitt sera álvarsamt mál, sum hevur uppiborðið eina seriøsa nágreinliga viðgerð í øllum samfelagsins liðum.

 

Sosialurin