1000 metrar. Og tað er júst hetta sum skal roynast leygardagin kl. 14.00. Tá verður skipað fyri motiónsróðri fyri bæði menn og kvinnur og í Sandavági vóna tey at nógvir gamlir røðarar úr øllum landinum koma [...] stevnurnar verið enn, minni enn so. Men nú munnu tær í eftir eru, um nøkur, fara at fækkast av álvara. Fyri stuttum høvdu nólsoyingar sína árligu Ovastevnu, og nú um vikuskiftið er túrurin so komin til san [...] eini dagurin - leygardagurin. Men hví verður so ein stevna? Jú, í mong ár, hava kappróðrarfólk gramt seg um róðrarøki, sum róð hevur verið tá Vestanstevnan hevur verið í Sandavági. Ofta er klagað um at róðurin
veruleikanum er, sigur Edmund Joensen. Hinvegin heldur Edmund ikki at danir fara at leggja seg tvørar fyri at forða fyri broytingum í ríkisviðurskiftunum. ? Danir fara at geva føroyingum eina »fólkaliga« viðgerð [...] Uppskot samgongunnar um broytingar í ríkisviðurskiftunum er lagt fyri tingið og kemur til viðgerðar í næstu viku. Tað er sjálvsagt, at ikki allir flokkar eru samdir um hvussu farast skal fram í hesum málið [...] hesar skulu liggja innanfyri karmarnar í ríkisfelagsskapinum. ? Tí haldi eg, at vit kunnu kalla hetta fyri eina kollvelting, sigur hann. Skeiv framferð Edmund Joensen heldur, at framferðin hjá samgonguni er
møguleika fyri at hjálpa. Hvussu kunnu vit hjálpa børnunum gjøgnum eina slíka svára kreppu, spyr Føroya felag móti krabbameini. Fyri at rætta børnunum eina hjálpandi hond, skipar felagið fyri skeiðum, [...] sum eru í kreppu av krabbameinsávum, men kunnu eisini verða góð hjálp hjá øðrum børnum. Tað veri seg skilsmissubørn ella børn sum hava mist foreldur í vanlukkum
Uttan mun til, um foreldrini eru til arbeiðis ella ikki. Og grundgevingin fyri tí er, at børnini hjá arbeiðsleysum eisini hava brúk fyri vinum og øðrum at spæla við. ? Tað hevur einki at gera við, hvørji foreldur [...] Hviid, sum er cand. psyk. og hevur granskað í hesum viðurskiftum, fyri blaðnum Aktuelt. Líka børn spæla best Tey børn, ið eru serliga illa fyri og hava foreldur sum eru arbeiðsleys, eiga sambært granskarunum [...] í vøggustovu ella barnagarð. Tað ørkymlar í einum vælferðarsamfelag sum tí danska, foreldur finna seg rætt og slætt ikki í tí, og tí koma hálvhjartaðar neyðloysnir á borðið av og á. Tann seinasta er, at
við ræður um at hava eitt stórt yvirlit, tí tað er tú tað snýr seg um. - Tað eru so nógv fólk, sum eru knýtt at bólkinum hjá okkum. Fyri at eingin skal útnytta teg og títt, má man vera varin og vita, hvat [...] beinini á jørðini, eina trygga bakgrund og góðan stuðul, gongur alt væl og tí er ikki vandi fyri at missa seg sjálvan burtur, sigur Sigrid. Kann tað hugsast, at Grace kemur til Føroyar? ? Sjálvandi, tað [...] heilt annað tónleikaumhvørvi í Noregi við bólkinum Grace, er tað fyrst og fremst gospel hon brennir fyri. ? Eg eri vaksin upp í gospelumhvørvi og eg fari altíð at syngja gospel uttan mun til, hvat hendir
selja bløð kemur gribbahugurin til tíðir fram og fýrir ikki fyri at brúka tann sakleysa, sum heldur ikki altíð hevur møgukeika at verja seg. Tað var tað verra. Hinvegin er gott at síggja, at vit ikki longur [...] eg ella tú halda Dimmu. Og blaðið má kýta seg meira. Eisini tað hevur betrað um útgávurnar. Sosialurin fær stuðul frá Javnaðarflokkinum, sum blaðið sigur seg nýta til prentsmiðjuna. Hóast tað kann vera [...] fremst snýr seg um at keypa lesaran, líkamikið hvussu. Og tú ert vælkomin at bera rangan vitnisburð. Vit kunnu ikki siga, at Dimmalætting og Sosialurin er tey bløð í Føroyum, sum hava lagt seg mest eftir
J&K-Petersen er ein av teimum føroysku fyritøkunum, sum klárar at standa seg í kappingini við útlendskar fyritøkur. 40 mans arbeiða hjá fyritøkuni, og hava teir havt fleiri arbeiði í Íslandi - teir gera [...] so at siga allar havnaútbygginginar, sum fara fram í løtuni í Føroyum Í løtuni arbeiða teir eisini fyri SEV uppi í Strandadali á Borðoynni, Leirvík, Fuglafirði, Toftum, og í Havn. Mánadagin fekk J&K-Petersen [...] førum nakrir. Hetta er ikki av teimun størstu arbeiðinum, sum J&K-Petersen hevur havt. Kostnaðurin fyri hetta arbeiði, liggur um fimm milliónir føroyskar krónur. Bjóða uppá arbeiði eisini arðastani J&K-Petersen
burtursæð frá, at farið verður til Sandoynna at koyra einkultstart í staðin fyri til Vágarnar. Kappingin byrjar við einum stuttum prologi fyri at finna tann, sum skal hava bláu føraratroyggjuna (Statoil-troyggjan) [...] greiðir favorittar. Teir hava í summar roynt seg í útlendskum kappingum og hava fingið sera góð úrslit, og sum heild mugu teir metast at vera eitt sindur betur fyri enn hinir. Men eisini Gunnar Dahl-Olsen, [...] C. Effersøesgøta, Bøkjarabrekka, Niels Finsensgøta og Hoydalsvegur, umleið 110 kilometrar. Felags fyri allar teinarnar er, at málið verður við Statoil-støðina á staðnum, og í sambandi við hetta verða ymisk
1995 vunnu gøtumenn eisini, hesaferð 2-1, og árið fyri tað var úrslitið 4-1 til GÍ. Dysturin í 1993 endaði 0-0. Bæði liðini skuldu verið rættiliga væl fyri. Gøtumenn hava havt ? og hava ? eina strævna skrá [...] n Ion Geolgau fer at halda seg til teir ellivu, sum hava verið so at siga fastir í ár: Kaj Leo Johannesen, Hans á Lag, Hans Fróði Hansen, Bjarki Mohr (fingið fast pláss fyri Jan Dam), Johannes Joensen [...] fyrimuns fyri heimaliðið, ta ferðina 3-1. NSÍ og KÍ eru bæði sera skerd Tað stendur nógv upp á spæl, tá klaksvíkingar í morgin fara út í Runavíkina. Hjá KÍ er tað í fyrsta lagi møguleikin fyri framhaldandi
samsýning, á leið við ta, útvarpsstøðir aðra staðni veita tónleikarum, og tí vilja tey fegin samráða seg fram til eina størri upphædd. - Vit eru ónøgd við, at upphæddin er so lítil. Tey sum syngja á føroyskum [...] skal vera, verður ikki rindað teimum beinleiðis, men ígjøgnum felagið Coda, sum umsitur slík gjøld fyri grønlendsk, føroysk og donsk tónaskøld. Íslendsku tónaskøldini samarbeiða við svenska codafelagið [...] ella myndugleikarnar um at hækka codagjaldið. Tað er einasti mátin tónaskøld kunnu fáa meiri pengar fyri teirra avrik. Vit kunnu hugsa okkum eina samsýning, sum útvarpsstøðirnar í øðrum londum lata. Útvarpið