Krabbameinsfelagið skipar fyri skeiðum

Krabbameinsfelagið fer í døgunum 24. august til 3. september at skipa fyri skeiðum kring landið

Krabbamein.

Ein ógvuslig sjúka, sum hevur ógvuslig árin á bæði sjúklingar og avvarandi.

Hóast umfatandi gransking kring allan heimin, so økist títtleikin av hesi ógvusligu sjúku, sum í mongum førum als ikki kann grøðast.

Av tí at okkara samfelag er so lítið sum tað er, so kenna næstan allir føroyingar onkran, sum hevur ella hevur havt krabbamein.

Av tí at tey, sum fáa krabbamein gerast yngri og yngri, so eru nógv børn, sum kenna árinini av sjúkuni.

Hesi børn verða ofta slept uppá fjall, uttan at tey vaksnu hava grundarlag ella møguleika fyri at hjálpa. Hvussu kunnu vit hjálpa børnunum gjøgnum eina slíka svára kreppu, spyr Føroya felag móti krabbameini.

Fyri at rætta børnunum eina hjálpandi hond, skipar felagið fyri skeiðum, fyrilestrum og almennari ráðstevnu rking oyggjarnar í døgunum frá 24. august til 3. september 1998. Føroyski krabbameinsgranskarin Jan Dalberg og dananir Jes Dige og Per Bøge arbeiða við børnum í kreppu og sorg.

Jan Dalberg arbeiðir við at skráseta krabbameinstíttleikan í Føroyum

Tiltøkini eru nú ikki bara ætlað børnum, sum eru í kreppu av krabbameinsávum, men kunnu eisini verða góð hjálp hjá øðrum børnum. Tað veri seg skilsmissubørn ella børn sum hava mist foreldur í vanlukkum