i umboð Sambandsfloksins á tingi. Hann mælir í bersøgnari viðmerking í blaðnum í dag til at skifta leiðslu Sambandsfloksins út sum skjótast, so flokkurin í staðin fyri at halda seg burtur frá fullveld [...] Eisini eru teir langt á vegnum samdir í búskaparligum, sosialum, vinnuligum og mentunarligum málum, og skulu tí heldur ikki hava trupulleikar í at arbeiða saman í hesum málum. Skulu nýta orkuna ørvísi [...] hesum uppskoti millum fólk heldur hann vera einfalda. Sambandsflokkurin nýtir, eftir hansara tykki, nevniliga alla orku til at siga Javnaðarflokkinum, hvat er rætt og hvat er skeivt, í staðin fyri at nýta
Jan Mortensen, stjóri í vinnuhúsinum og skrivari í Føroya Arbeiðsgevarafelag ávarar um, at tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar, um tingmenn fara at hækka sínar lønir nú, eftir uppskotinum, sum nú er [...] gera og tað tign, teir eiga at hava. Og í dag er lønin ikki serliga høg. ? Tí haldi eg í grundini at tað var harmiligt at hoyra, hvussu fólk fóru við tingmonnum í Fimmaranum mikukvøldið. Eg haldi, at tingmenn [...] Løgtingið. Eftir uppskotinum skal lønin hjá løgtingsmonnum hækka úr góðum 16.000 kr. um mánaðin, upp í knappar 25.000 kr. um mánaðin. Men samstundis skulu fundarpengarnir falla burtur, so í miðal er talan
inn í løgtingi og landsstýrið, sigur hann. Harrin í húsinum Fyrrverandi løgmálaráðharrin leggur dent á, at ein týdningarmikil partur av at hava politisku leiðsluna á einum ráði er at hava bein í nøsini [...] Poul Schluter, tekur enn eitt fet á politiska tindinum. Eftir at hava røkt sessin sum verjumálaráðharri frá 1982 til 1987, eru aftur boð eftir fyrrverandi tíðindamanninum til ein ráðharrasess. Poul Schluter [...] Schluter ætlar at seta Hans Engell á týðandi ráðharrasessin í Løgmálaráðnum. Hóast ráðharrasessurin í Løgmálaráðnum bæði er spennandi og áhugaverdur, ivast Hans Engell leingi, um hann skal taka av gylta
hann hevur fleiri stórar framførslur fyri framman. Seinast í mai mánaði skal hann upptraðka á Jelling Festivalinum á stóra pallinum, og seinast í juni mánaði gongur leiðin til Nibe. Brandur skal upptraðka [...] innan tónleikaheimin, og ringarnir kunnu skjótt spreiða seg í vatninum. Feitt ? Eg havi ongantíð upptraðka á festivali fyrr. Nakað líknandi var í fjør summar, tá eg skuldi syngja fyri fleiri túsund fólkum [...] hevur Brandur. Tað feilar ikki. Hurðarnar til festivalarnar vórðu latnar upp eftir, at Brandur hevði havt eina framførslu í Fuglafirði fríggjadagin undan Prix Føroyar finaluni. Har sang hann nakrar sangir
Skálaberg í eini 12 ár, og hann var skipari á Ólavi Halga frá 1964-1976. Jógvan var sjálvur við Ólavi Halga nakrar túrar, men sín fyrsta túr til skips var hann í New Foundlandi við Sundaberg í 1970, 18 [...] hjá Dáva úr Klaksvík. Síðst í mars 1960 varð farið á saltfiskaveiðu, og nú var Jóhannes Djurhuus úr Vestmanna skipari. Jákup Oluf á Lakjuni fór við Ólavi Halga í február í 1964, tá ið teir fyrstu ferð [...] Olaf Olsen og Vilhelm Poulsen í Skálanum vóru somuleiðis skiparar onkran túr. Petur Jón Egholm var skipari nakrar ísfiskatúrar í 1972 og Harry á Lakjuni onkran ísfiskatúr í 1974 og 1975. Stóran týdning
Arbeiðið verður boðið út í desember, tilboðini skulu vera inni í februar og undirskrift sett á í apríl mánaði. Síðani skal arbeiðið í gongd og eftir ætlanini skal tað verða liðugt á heysti í 2011. Hetta er tilmælið [...] loysnir í at velja, antin at byggja terminalin út her og nú, ella at hyggja longur fram í tíðina og byggja ein terminal, sum hóskar til tørvin eini 10 til 15 ár fram í tíðina. Landið má spýta í eisini Men [...] hvørji flogfør kunnu lenda í Vágum, og hvussu nógv flogførini kunnu flyta. Verður bygt út til 1600 metrar, kunnu nøkur fleiri sløg av flogførum lenda í Vágum, enn tað er gjørligt í dag. Men verður hinvegin
okkara tíð. Í øllum førum er hetta eitt slag av skaldskapi, har tú kanst tamba rák og tankar í tíðini heilt har út, har tað varpar eitt ofta sera hvast ljós á okkara tíð. Og í so máta eru søgurnar í Gullgentan [...] Hanus Kamban. Kamban í Basel Størsta partin av nýggja savninum hevur Hanus Kamban skrivað síðani í summar, tá hann og konan Kirsten Brix fluttu til Freiburg í Týsklandi at vera í eitt ár. Ætlanin var at [...] Tað verður ein heldur øðrvísi Hanus Kamban, fólk fara at hoyra á norðurlendskum tiltaki á universitetinum í týska býnum Basel 6. Apríl. Føroyski rithøvundurin fer nevniliga millum annað at lesa onkra av
sum var í Detroit, og sum snúði seg um handil og samstarv millum USA og tey arabisku londini. Keypa sprutt í Danmark Í dag fellur prísurin á rúsdrekka í Danmark, og longu nú er greitt, at sviar í stórum [...] rúsdrekka, rokna tí við munandi størri sølu teir næstu dagarnar, tí í dag kostar ein fløska av vanligum rúsdrekka upp í 50 krónur minni enn í gjár. Ja, summir handlar vænta at tvífalda søluna, skrivar Jyll [...] KLM verða løgd saman í eitt felag. Mánakvøldið samtykti nevndin í Air France at góðkenna samanleggingina, og sum skilst skal endalig støða takast til málið um fjúrtan dagar. Eftir tí, sum nú liggur á borðinum
Kanska sita teir spentir og bíða eftir at vita, hvussu nógv teir kunnu krevja í oktober? Tað er í hvussu er ógvuliga bláoygt at vænta sær, at fólk, sum hevur lært í fleiri ár nevnliga fyri at sleppa undan [...] (innandura) í tí fagra mai, og nakað út í juni. Kortini fingu vit aftur í ár tað summarteknið, ið ber av øllum. ? Hálvolympiala verkfallið! Tí hvat tekin er sikrari sum boðberi um, at summarið er í nánd, enn [...] dansi og veitsluhugi. Og hóast ítrotturin nokk skal fáa sítt pláss á teigunum í bløðunum, so er tað í dag álvara fyri fyrstu ferð í ár hjá øllum kappróðrarfólkinum. ? Og tá ið tey flestu helst hava kýtt seg
politisku skipanini í opna samfelagnum RÆTTVÍSI og FRIÐI í heiminum Við tí í huga, at júst við at leypa á við jagstran innrás bumbum og hevnd so hava ILLGERÐARMENNINIR fingið okkum í júst ta støðu sum teir [...] COWARDS ) og at hetta skuldi HEVNAST. Gaman í - eg dugi at skilja at fyrsti skelkurin eftir tílíka ógvusliga illgerð fær onkran forseta at leypa framav MEN forsetanum í heimsins máttmiklastu tjóð sømir seg lítið [...] tað í verki at vit hava vit og skil og duga at BRÚKA tað Í samband við henda sorgarleik hevur mangur skilamaður sagt sína hugsan um, hvat ið frægast er at gera fyri at forða fyri slíkum illgerðum í framtíðini