Tað fær á álvarsligar avleiðingar at hækka lønirnar hjá tingmonnum nú

? Hetta skapar misnøgd og fer at leggja stórt trýst á alt lønarlagið, og tað kann verða óheppið fyri kappingarføri, sum ikki má versna

? Ætlanin at hækka lønirnar hjá tingmonnum nú fer uttan iva at fáa álvarsligar avleiðingar.

Jan Mortensen, stjóri í vinnuhúsinum og skrivari í Føroya Arbeiðsgevarafelag ávarar um, at tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar, um tingmenn fara at hækka sínar lønir nú, eftir uppskotinum, sum nú er lagt fyri tingið.

Tað var Finnbogi Ísakson, sum legði uppskotið fram vegna allan formansskapin á Føroya Løgtingið.

Eftir uppskotinum skal lønin hjá løgtingsmonnum hækka úr góðum 16.000 kr. um mánaðin, upp í knappar 25.000 kr. um mánaðin. Men samstundis skulu fundarpengarnir falla burtur, so í miðal er talan um eina hækking uppá 6.500 kr. um mánaðin.

Tingformaðurin skal fáa góðar 36.000 um mánaðin, umframt eitt borðfæ uppá 5.000 um mánaðin skattafrítt.


Avleiðingar

Jan Mortensen, skrivari hjá Føroya Arbeiðsgevarfelagnum sigur, at tað er ógvuliga óheppið at koma við einum slíkum uppskoti nú, beint uppundir samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum um nýggjar sáttmálar.

Næstan allir sáttmálar ganga út nú í vár, so samráðast skal um nógvar nýggjar sáttmálar teir komandi mánaðirnar.

? At hækka lønirnar hjá tingmonnum nú fær álvarsligar avleiðingar fyri samráðingar

Tí ein so stór hækking fer uttan nakran sum helst iva at leggja eitt øgiliga stórt trýst á samráðingarnar. Og tað er væl hugsandi, at hetta fer at skapa órógv á arbeiðsmarknaðinum.

Men nú sigur tingformaðurin, at talan er ikki um eina lønarhækking, men at tað er ein regulering?

? Ja, tingformaðurin sigur, at hetta kann ikki knýtast uppí samráðingarnar á vanliga arbeiðsmarknaðinum, tí hetta er ein regulering.

? Men tað er skerst ikki burtur, at tað er veruleikin, at hetta verður knýtt saman við samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tað hoyrdu vit í Fimmaranum, og tað hoyra vit tingmenn siga. So tað nyttar onki, hvat tingformaðurin sigur. ? Tí haldi eg, at tað er taktiskt óklókt at koma við hesum nú-og at koma við tí soleiðis.


Skeiv ábending

Annars heldur Jan Mortensen, at hetta er ein skeiv ábending at geva fólki, at hækka lønirnar nú.

? Samstundis sum tosað verður um fullveldi, skilji eg ikki, at eitt Føroya Løgting sendir eitt slíkt signal út til fólkið.

Nú verður sagt, at hetta er ikki ein lønarhækking, at hetta verður gjørt fyri at styrkja Løgtingið, so tað ikki verður koyrt um koll av umsitingini, sum er nógv styrkt seinastu árini.

? Hatta skilji eg ikki. Sjálvandi er tað ein umlegging. Men tað slepst ikki undan, at tað er sanniliga eisini ein lønarhækking.

? Men eg haldi ikki, at tað er hald í grundgevingunum. Ein styrkt umsiting skuldi tvørturímói gjørt tingarbeiðið lættari. Tí nú ber til at krevja av umsitingini, at hon lýsir málini gjølligari, út í æsir og fjølbroyttari, enn hon hevur gjørt, áðrenn tey verða løgd fyri tingið. Tað eru heldur ikki tingmenn, sum gera lógir. Tað er umsitingin, og er feilur í lógarsmíðinum, hava ikki tingmenn feilin, men umsitingin. Tingmenn skulu brúka ?sunna fornuft? og taka støðu til tey ymsu málini, sigur Jan Mortensen

? Er ein styrkt umsiting ein trupleiki, sum førir við sær, at alt annað eisini skal bólgna upp samsvarandi, tá hava vit ein veruligan trupulleika í samfelagnum, leggur hann afturat.


Skulu fáa virðiliga løn

Annars heldur Jan Mortensen avgjørt, at tingmenn eiga at fáa eina virðiliga løn, sum stendur mát við tað arbeiðið, teir gera og tað tign, teir eiga at hava.

Og í dag er lønin ikki serliga høg.

? Tí haldi eg í grundini at tað var harmiligt at hoyra, hvussu fólk fóru við tingmonnum í Fimmaranum mikukvøldið. Eg haldi, at tingmenn hava størri tign og virðing uppibornað.

Men skrivarin í Føroya Arbeiðsgvarafelag heldur, at ein orsøk til øsingina er, at uppskotið er lagt fram, sum tað er.

? Kanska hevði tað verið virðiligari at sett eina óhefta nevnd at gjørt eitt uppskot um, hvussu tingmenn skulu lønast, og so kunnu tingmenn taka støðu til tað. Tað hevði verið lættari og hevði ikki elvt til slíka øsing.

? Og fyri at sleppa undan hesi øsingini javnan, at tingmenn skulu áseta sína egnu løn upp, hevði tað kanska verið vert at umhugsa at gjørt eina ella aðra skipan, sum lønirnar hjá tingmonnum blivu reguleraðar eftir av sær sjálvum. Tí tað er greitt, at lønin hjá tingmonnum skal regulerast, eins og allar aðrar lønir.

? Men tá ið støðan er sum nú, at talan er um eina heilt nýggja lønarskipan, átti ein óheft nevnd at gjørt tað, ístaðin fyri at gjørt tað sjálvir, sigur Jan Mortensen.