Brandur Enni má sigast at vera ein tann mest umbidni føroyski tannáringurin ? um ikki tann mest umbidni.
Skráin fyri komandi tíðina er væl pakkað, og hann hevur fleiri stórar framførslur fyri framman.
Seinast í mai mánaði skal hann upptraðka á Jelling Festivalinum á stóra pallinum, og seinast í juni mánaði gongur leiðin til Nibe. Brandur skal upptraðka á teimum stóru pallunum ímillum stór og kend nøvn, sum eitt nú Nik & Jay, Shubidua, Kashmir og onnur.
? Eg má venja nógv, so eg kann liva upp til allar hinar tungu fýrarnar á festivalinum. Tað vera nógv fólk á festivalinum, so eg má gera mítt besta, sigur Brandur.
Brandur, sum bert er 14 ár, er ein fittur og fyrikomandi unglingi. Hóast sín unga aldur, so er hann komin rættiliga langt innan tónleikaheimin, og ringarnir kunnu skjótt spreiða seg í vatninum.
Feitt
? Eg havi ongantíð upptraðka á festivali fyrr. Nakað líknandi var í fjør summar, tá eg skuldi syngja fyri fleiri túsund fólkum til íslendska tjóðardagin, so eg veit ikki rættiliga, hvørjar væntanir eg havi, sigur Brandur.
? Tað er bara at hava sjálvsálit, so gongur alt. Um tú byrjar at ivast og ikki trýr uppá teg sjálvan, so gongur tað galið.
Og sjálvsálit hevur Brandur. Tað feilar ikki.
Hurðarnar til festivalarnar vórðu latnar upp eftir, at Brandur hevði havt eina framførslu í Fuglafirði fríggjadagin undan Prix Føroyar finaluni. Har sang hann nakrar sangir, og fyrireikararnir av festivalinum hava dámt tað so væl, at teir hava gjørt av, at kroysta Brand inn í skránna, sjálvt um hon er løgd fyri langari tíð síðani.
? Teir hava arbeitt fyri at kroysta meg inn, og tað haldi eg er ógvuliga stuttligt og væl klárað av teimum. Hetta er eisini nakað, sum man kanska kann brúka víðari, og hetta kann gerast eitt stórt aktiv hjá okkum í Danmark. Kanska ein møguleiki at sleppa við til aðrar festivalar uppá, greiðir ungi tvørádrongurin frá.
Spurdur um hetta kann gerast tað stóra gjøgnumbrotið í Danmark, sigur hann, at tað veit hann ikki, men tað er skjótt, at ringarnir í vatninum kunnu breiða seg.
? Tú skalt trúgva uppá teg sjálvan og ikki altíð kenna teg so lítlan. Eg fari niður og geri tað so gott sum møguligt.
Framførslan hjá Brandi fer at vera umleið 20 minuttir. Hann sigur sjálvur, at tað fer at vera umleið tað sama, sum var tá hann var við á konsertini við teimum í »Stjerne for en aften« í Norðurlandahúsinum.
Deutschland
Tann 11. juni skulu Føroyar spæla landsdyst ímóti Týsklandi á Tórsvølli. Hetta er ein týðandi landsdystur fyri Føroyar. Bæði sum fótbóltstjóð og ferðamannaland, men dysturin er eisini vorðin til ein stóran møguleika hjá Brandi.
? Eg havi fingið ta æru at skula syngja báðar tjóðsangirnar til dystin, sigur Brandur.
? Eg syngi ikki, uttan so, at eg haldi, at eg klári at gera tað væl. Týski tjóðsangurin er eitt avbera vakurt lag, og eg eri fallin »pladask« fyri málinum.
Fyrsti týskttímin var fyri góðari viku síðani, og síðani hevur Brandur vant nógv.
? Okur fáa ikki týskt fyrr enn næsta ár, so eg havi roynt at konsentrerað meg nógv og lagt meg væl eftir úttalu og so víðari.
Brandur sigur, at hann kennir seg væl fyrireikaðan. Og verður tað ein stór og spennandi uppgáva, sum bíðar honum á Tórsvølli. Fleiri milliónir av sjónvarpshyggjarum fara at sita niðri í Týsklandi og síggja framførsluna.
? Tað gongur skjótt fyri seg. Talan er bara um heilt lítla tíð, sum tað tekur at syngja sangirnar. Men hetta er ein stórur møguleiki, ásannar Brandur. ? Hetta er nakað stórt, og tað er týdningarmikið, at duga at brúka tað til nakað.
At syngja týska og føroyska tjóðsangin er ikki tað sama, sum at syngja poppsangir, tað vita vit øll.
? Eg eri vanur við at syngja popp, men eg haldi tað er ógvuliga stuttligt, at fáa eitt sjarmerandi millumting at royna seg við. Eg fari at leggja sálina í tað, so eg fái tað so gott sum møguligt.
Men tað er ikki bara tann týska tjóðsangin, sum Brandur venur av lív og sál nú. Tann føroyski skal eisini syngjast, og hann verður eisini vandur væl og virðiliga. Og Brandur sigur sjálvur, at hetta verður eisini ein stór avbjóðing.
? Eg gleði meg nógv. Tað verður ein feitur stemningur og nakað heilt serligt.
Meðan vit práta og hyggja eftir heimasíðunum hjá festivalunum trívur Brandur av og á í týska tjóðsangin. Og tað borgar fyri góðsku, so vit kunnu øll bara bíða, og vita og vóna, at tað fer at eydnast væl tann 11. juni.










