Mælir til at skifta leiðslu Sambandsfloksins út

Atli Hansen, fyrrverandi tingmaður Sambandsfloksins, heldur leiðsluna í flokkinum vera so stirvna, at hon er ein stórur meinbogi fyri at finna loysn á ríkisrættarliga spurninginum

? Higartil hevur leiðslan í Sambandsflokkinum verið ein gáva til fullveldisætlanina. Hetta eigur at verða broytt, og eiga vit at velja eina aðra leiðslu á komandi landsfundi hjá Sambandsflokkinum, sum er síðst í mars mánað.

Hesi orðini eigur Atli Hansen, fyrrverandi umboð Sambandsfloksins á tingi. Hann mælir í bersøgnari viðmerking í blaðnum í dag til at skifta leiðslu Sambandsfloksins út sum skjótast, so flokkurin í staðin fyri at halda seg burtur frá fullveldisætlanini sleppur at hava ávirkan á hana.


Vegleiða Javnaðarflokkin ov nógv

Atli Hansen heldur, at leiðsla Sambandsfloksins nýtir alt ov nógva orku til at siga Javnaðarflokkinum, hvat er rætt og hvat er skeivt í málinum um ríkisrættarligu støðuna.

? Skrivingin hjá sambandsleiðarunum gongur mest út uppá at fortelja javnaðarmonnum, hvat ið teir áttu at gjørt ella skulu gera. Ógvuliga lítið ? fyri ikki at siga einki ? um, hvat Sambandsflokkurin hevur at lata fyri at loysa hesar trupulleikar, sum hann sjálvur hevur verið við til at leggja støðið undir, sigur Atli Hansen.

Fyrrverandi tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum heldur, at Sambandsflokkurin heldur átti at roynt at drigið somu línu sum Javnaðarflokkurin í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna. Atli Hansen vísir í hesum sambandi á, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava tað til felags, at teir báðir eru ríkisfelagsskapsflokkar.

? Flokkarnir eru samdir um, hvar markið gongur. Eisini eru teir langt á vegnum samdir í búskaparligum, sosialum, vinnuligum og mentunarligum málum, og skulu tí heldur ikki hava trupulleikar í at arbeiða saman í hesum málum.


Skulu nýta orkuna ørvísi

Atli Hansen sigur seg taka fult undir við uppskotinum »Nýggjar Tíðir«, sum er uppskot Sambandsfloksins til endurnýggjan av sáttmálanum Danmarkar og Føroyar ímillum.

Orsøkina til, at lítil og eingin undirtøka annars finst fyri hesum uppskoti millum fólk heldur hann vera einfalda. Sambandsflokkurin nýtir, eftir hansara tykki, nevniliga alla orku til at siga Javnaðarflokkinum, hvat er rætt og hvat er skeivt, í staðin fyri at nýta alla orku til áhaldandi at greiða fólki frá innihaldinum í Sambandsuppskotinum og hvat Sambandsflokkurin vil.


Fekk forboð frá leiðsluni

Atli Hansen sigur, at hann sjávur hevur roynt at sett dagsskránna í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna. Hetta var, tá hann var tingmaður í 1995. Men hetta eydnaðist honum ikki, tí hann fekk forboð fyri hesum frá leiðsluni.

? Sjálvt um vit helst vóru ein meiriluti í tingbólkinum, sum hevði hug at fara undir at viðgera hesi mál, so varð tað bannað av leiðsluni at taka nógv av hesum, sum nú verður skotið upp, upp á tunguna, greiðir Atli Hansen frá í politisku viðmerking síni.

Eisini sigur Atli Hansen, at Sambandsflokkurin tá hevði møguleika at taka undir við einum javnaðaruppskoti um at seta niður eina nevnd til at kanna møguleikarnar fyri at seta eina nevnd at kanna tey ríkisrættarligu viðurskiftini - eina sokallaða stjórnmálanevnd.

Men hesum vildi leiðslan í Sambandsflokkinum ikki ganga við til.

? Hevði Sambandsflokkurin tikið undir við hesum uppskoti, so høvdu tennirnar verið trektar úr øllum fullveldistosi í nógv ártíggju framyvir, tí so hevði spurningurin verið viðgjørdur í ríkisfelagsskapshøpi og ikki í sum ein spurningur um fullveldi ella ikki.


Møguleiki fyri breiðari semju

Verður leiðslan í Sambandsflokkinum skift út, sær Atli Hansen møguleika fyri breiðari semju um ríkisrættarliga spurningin. Hann heldur, at Sambandsflokkurin saman við Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum eigur at arbeiða fyri at finna eina semju. Hendan semjan, heldur hann, hevði verið tann besta og tann longst varandi.