Størstu mistøkini gera akademikarar

- Tað er eingin beinleiðis samanhangur millum eina longri akademiska útbúgving og ein dugnaligan ráðharra. Tú mást minnast, at nøkur av allarstørstu mistøkunum í donskum politikki eru júst framd av politikarum, sum hava havt akademiska útbúgving, sigur fyrrverandi verju- og løgmálaráðharrin, Hans Engell.

5.oktober 1989 var ein stórur dagur hjá Hans Engell. Krúnprinsurin hjá konservativa forsætisisráðharranum, Poul Schluter, tekur enn eitt fet á politiska tindinum. Eftir at hava røkt sessin sum verjumálaráðharri frá 1982 til 1987, eru aftur boð eftir fyrrverandi tíðindamanninum til ein ráðharrasess.

Poul Schluter ætlar at seta Hans Engell á týðandi ráðharrasessin í Løgmálaráðnum.

Hóast ráðharrasessurin í Løgmálaráðnum bæði er spennandi og áhugaverdur, ivast Hans Engell leingi, um hann skal taka av gylta møguleikanum. Fáar dagar undan hann verður útnevndur sum løgmálaráðharri, hevur hann eitt longri prát við Poul Schluter.

Hans Engell hevur eitt týðandi fyrilit fyri at taka av ráðharrasessinum. Hann er bangin fyri, at tað kann gerast ein trupulleiki hjá sær at standa á odda fyri Løgmálaráðnum, tá hann ikki var útbúgvin løgfrøðingur.

Fyrilitið hjá Hans Engell verður kveistrað til viks av Poul Schluter:

-I Justitsministeriet har de masser af jurister-de har ikke brug for en til. Du skal være deres politiske chef. Juraen må de selv holde styr på!, var aftursvarið hjá Poul Schluter.

Størstu mistøkini
-Hyggur tú eftir politisku søgu Danmarkar, so er tað ein sannroynd, at nakrir av størstu politisku persónligheitunum hava havt ein praktiskan kunnleika og ikki nakra akademiska útbúgving sum bakgrund.

Hans Engell heldur, at vit skulu vera ógvuliga varin við at taka fyri givið, at ein ráðharri við eini hægri útbúgving hevur størri styrki enn ein, ið ikki hevur høga útbúgving. Hann heldur tað vera grundleggjandi onnur viðurskifti, sum gera av, um ein ráðharri stendur seg væl í sínum arbeiði ella ikki.

-Tú mást minnast, at nøkur av allarstørstu mistøkunum í donskum politikki eru júst framd av politikarum, sum hava havt akademiska útbúgving. Eg vil hervið ikki siga, at tað er betri ikki at hava nakra útbúgving, men bara gera vart við, at tað er eingin beinleiðis samanhangur millum eina longri akademiska útbúgving og ein dugnaligan ráðharra. Vit hava alt ov nógv dømi um, at ómetaliga gløggir og gávaðir politikarar, sum tá avtornaði ikki vóru serliga klókir, vísir fyrrverandi løgmálaráðharrin á.

Millum stóru ráðharragølurnar í donskum politikki seinastu 20 árini, sum Hans Engell óiva sipar til, eru Tamil málið hjá Erik Ninn Hansen, kreativa bókføringin hjá Anders Fogh Rasmussen sum skattamálaráðharra og Spar Nord-málið hjá einum øðrum skattamálaráðharra, Ole Stavad.

Hvat er so avgerandi fyri, at ein ráðharri stendur seg væl?
-Tað er sjálvandi rættiliga týdningarmikið, at ein ráðharri er skilagóður og dugir at vinna ígjøgnum við sínum sjónarmiðum. Ein ráðharri skal eisini duga at seta seg inn í mál, sum krevja nakað. Hann skal heldur ikki lata seg styggja av embætisverkinum, men halda fast um sítt politiska útgangsstøði, svarar ábyrgdarblaðstjórin á Ekstrablaðnum.

Eingin trupulleiki
Hans Engell hevur í sínum politiska lívi havt nógv samband við bæði føroyskar myndugleikar og politikarar. Hann heldur ikki, at útbúgvingarstigið hjá føroysku politikarunum hevur verið nakar trupulleiki.

-Tað sermerkta við fleiri av løgmonnunum hevur verið, at teir hava verið sterkir persónar við stórari slagskraft millum tað føroyska fólkið. Tú mást endiliga ikki halda, at tann føroyska skipanin hevði riggað betur, um tað bara komu eitt stórt tal av akademikarum inn í løgtingi og landsstýrið, sigur hann.

Harrin í húsinum
Fyrrverandi løgmálaráðharrin leggur dent á, at ein týdningarmikil partur av at hava politisku leiðsluna á einum ráði er at hava bein í nøsini, og ikki lata seg stýra av embætisverkinum, sum hann málber seg.

Embætisverkið situr vanliga við fakligu vitanini, sum ráðharrin er noyddur at taka til sín. Er talan um ein óroyndan og nýggjan ráðharra kunnu embætisfólkini skjótt freistast at taka valdið á ráðharranum og fara undir at føra politikk fyri ráðharran. Á fakmálið verður hetta nevnt ein valdsreingjan millum embætisverkið og politikaran.

-Ein ráðharri skal bæði fyrihalda seg konstruktivt og kritiskt til ta kunning, hann móttekur frá sínum embætisfólki. Hann má altíð gera embætisfólkunum greitt, hvør tað er, sum er harrin í húsinum. Ráðharrin er jú valdur at stýra embætisverkinum í tann politiska rætning, sum til ein og hvørja tíð sitandi stjórn vil, og ikki umvent, sigur Hans Engell.

Fyrrverandi løgmálaráðharrin greiðir frá, at tað hava verið tíðarskeið, har føroyskir embætismenn vóru í so skjótir at stinga nøsina fram og taka valdið frá politikaranum.

-Tað hava avgjørt verið tíðarskeið, tá eg hevði við føroyskar myndugleikar at gera, at eg helt, at føroysk embætisfólk vóru ógvuliga politisk heldur enn at vera faklig. Hetta var sjálvsagt fyrst og fremst, tí teir fingu loyvi frá føroyska politikaranum at føra politikk. Tú mást kortini minnast, at í einum so lítlum samfelag sum tí føroyska vil hesin trupulleikin ofta íkoma, tí tað eru so fá fólk at velja ímillum, og øll kenna eisini hvønn annan so væl, heldur Hans Engell at enda.