aðru ferð í ár hittust næstbestu liðini hjá KÍ og Víkingur á middegi. Fyrry ferðina var tað í Leirvík, og tá vann Víkingur 4-1. Í dag var tað í Klaksvík, og aftur í dag vann Víkingur. Gestirnir eru á veg [...] inum vóru fastir menn, eru fluttir í onnur feløg. Eftir fyrra hálvleik var Víkingur frammanfyri 1-0, og fimm minuttir undan leikloki økti Víkingur til 2-0. Málskjúttar hjá Víkingi vóru 17 ára gamli Geza [...] vinstru frá 21 ára gamla Pæturi Hansen og 16 ára gamli Noah Mneney eitt korter undan leikloki eftir framúr einmansavrik. Hann rak alla KÍ hálvuna á tamb í vinstru, og úr heilt spískum, eftir at hann á baklinjuni
keypt og virkað meira enn 10.000 tons av gulllaksi í vertíðini í ár. Hetta er í fyrsta lagi veiðan frá trimum av seks skipum, sum hava fiskað gulllaks í ár. Virkið í Leirvík hevur goldið skipum og manningum [...] eisini hevur keypt og fryst gullaks í summar, eisini hevur goldið nakað av peningi í lønum. Skipini í Vestmanna, Vestmenningur og Fram, hava annars landað fleiri lastir uttanlands, og í seinastuni hava [...] skipunum, og fyri hetta arbeiði hevur felagið, sum stendur aftanfyri miðstøðina, goldið lønir. Eyðvitað er, at gulllaksurin, sum hesi seks skipini hava veitt í summar, soleiðis hevur skapt nógvar og góðar
áttandapartsfinalunum og síðani Arsenal og Manchester United í hálvfinalunum, so tí er einki enskt felag eftir í Champions League-kappingini. Hinvegin hava tvey ensk lið, Fulham og Liverpool, møguleikan [...] hevði Bobby Zamora skorað til 1-0, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið, so Fulham samanlagt kom víðari við 3-1 sigri. Á útivølli vann Hamburger SV 3-1 á Standard Liege, og serliga málið hjá Mladen Petric [...] so nógv, at fyrri dysturin endaði við 1-2 tapi. Í fyrra hálvleiki løgdu Dirk Kuyt og Lucas Leiva vertirnar á odda 2-0, og í seinna hálvleiki skoraði Fernando Torres tvær ferðir. Millum tey bæði málini minkaði
Kaupthing og Sosialurin skipa fyri á www.ilogur.com. Spælið fór í luftina í morgun klokkan 08.15, og longu áðrenn klokkan 16 høvdu yvir 2100 luttakarar teknað seg til spælið við at keypa og selja partabrøv [...] fram til 5. oktober. Spælið er ókeypis, og sjálvt um tað ikki er talan um verulig keyp og sølu av partabrøvum, so fer hesin handil fram undir nátúrligum rammum og við veruligun kursi. Sostatt sleppa spælararnir [...] tá íløguspælið endar 11. januar 2008, vinnur 50.000 krónur. Nummar tvey fær 25.000 krónur og nummar trý fær 10.000. Vinnararnir verða kunngjørdir í Miðlahúsinum 14. januar 2008. Umframt hesar vinningar
Ólavur Jacobsen og Flóvin E. Viderø gjørt nýggjan tónleik til hesa skránna, ið verður 15. juni og 22. juni. Teir báðir vera eisini við á pallinum til allar framførslurnar við guitarspæli, og arbeiða nú við [...] stig til tiltakið og samstarvið við Havnar Sjónleikarfelag, sum leggur til rættis føroyskar mentanarskráir/undirhald til framførslu á palli. Dansifeløgini Tøkum Lætt - Dansifelagið í Havn og Dansifelag Kaggans [...] tiltakinum eru tilsamans 26 leikarar og onnur. B únarnar ifnna tey í stóru go vælskipaðu klædnagoymsluni sum Johanna Maria Djurhuus, sála, legði alla sína orku go skaparagleði í, og sum Karin Djurhuus nú umsitur
2. deild: HB-LÍF 2-2 (2-1) HB og LÍF fingu eitt stig í part burturúr uppgerðini í Gundadali leygardagin. Havnarliðið var á odda bæði 1-0 og 2-1, men í báðum førum megnaði póllendingurin Mirek Gil at javna [...] fekk ikki ruddað ordiliga upp, og úr góðum 20 metrum royndi polski spælarin seg. Bólturin streyk millum vinir og fíggindar í netið til 2-2. Sostatt eitt stig í part til HB og LÍF, sum bæði hava sjey stig [...] í ryggin á málmanninum og í málið. Í seinna hálvleiki vóru tað mest leirvíkingar, sum trýstu, men HB hevði eisini onkran góðan møguleika. LÍF fekk kortini løn fyri stríðið, og enn einaferð var tað Mirek
handaru stong, og tá Henry stútar inneftir, er Saha kvikari enn Fróði Benjaminsen og Mikkjal Thomassen. 2-0: Thierry Henry, 22 Ribery sleppur enn einaferð at fáa alt ov gott rásarúm í høgru, og hesa ferð er [...] smávegis skjúts, sum Raymond Domenech kundi senda móti føroyska liðnum. Teir skoraðu allir, og málini komu soleiðis: 1-0: Louis Saha, 1. minutti Símun Samuelsen letur seg lokka inn í miðvøllin, so Ribery gerst [...] 4-0: David Trezeguet, 77. Ribery rennur skeivt innlegg upp, og tá hann sendir bóltin inn, fær Trezeguet onkursvegna skumpað bóltin framvið Fróða og Jákup, áðrenn hann smoyggir sær millum beini á Vagni. 5-0:
tað var ikki fyrr enn eg kom til hús, og tá hugdi eg nakað. Meðan eg var til arbeiðis, hevði eg ikki stundir at hyggja. Eg sá tó, tá ið røðurnar vóru hildnar, og eg haldi, at serliga Prins Henrik kom [...] tykki. Fyri tað fyrsta er tað vakurt, romantiskt og stórsligið, og tað skal man vænta av einum krúnprinsabrúdleypi. Harafturat er tað skilagott av dønum, tí tað er sera góð reklama fyri Danmark. Vit skulu [...] heim. Hetta er nakað, ið rakar beint í hjartað á fólki, og tí kemur tað at standa leingi í hugaheiminum. Hetta setur av álvara Danmark á heimskortið, og óivað fáa føroyingar eisini ágóða av hesum. Er tað rætt
málmøguleikar, og tá ber ikki til at vinna ein hondbóltsdyst. Klokkan 17 spæla Frakland og Montenegro í sama bólki, og klokkan 19.30 spæla vertirnir, Ungarn móti Pólandi. Vinna Frakland og Ungarn sínar dystir [...] endaði dysturin við einum 25-23 sigri til Rumenia. Í fyrra hálvleiki var Rumenia eitt skiftið á odda 10-4, og í steðginum var Rumenia á odda 12-8. Tað eydnaðist ongantíð Svøríki at javna leiðsluna hjá Rumenia [...] Svøríki, ið longu hevur tapt sín dyst móti Ungarn, og tá sær tað svart út, fyri ikki at siga ógjørligt hjá Svøríki at vinna seg í hálvfinalurnar. Frakland og Ungarn hava fýra stig hvør fyri tveir dystir.
tá støðurnar gjørdust avgeraðandi, var SÍ meira sannførandi, og vann øll settini óvæntað lættliga. SÍ er nú á odda 1-0 í finaluumfarinum, og um tær vinna aftur, tá stóri finaludagurin verður leygardagin [...] síðsta landskappingardystin ímóti Mjølnir og ivasamt var, um hon mundi fara at gerast dystarklár til FM-finalurnar. Svitlana var við í finaluni í gjárkvøldið, og var hon stóri munurin á liðunum báðum. Fleyr [...] gullsettið aftan á dystin. Seinna finalan millum SÍ og Fleyr verður leygardagin klokkan 14 í høllini á Hálsi. Fyrra finalan hjá monnum millum Mjølnir og Fleyr, verður í Klaksvík í kvøld klokkan 19.30.