Føroyar fáa eisini ágóða av kongshúsinum

Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, heldur tað verða skilagott av dønum at gera nógv burturúr brúdleypinum, tí tað er góð reklama fyri Danmark.

Hugdi tú eftir brúdleypinum í sjónvarpinum?
- Eg hugdi í løtum, men tað var ikki fyrr enn eg kom til hús, og tá hugdi eg nakað. Meðan eg var til arbeiðis, hevði eg ikki stundir at hyggja. Eg sá tó, tá ið røðurnar vóru hildnar, og eg haldi, at serliga Prins Henrik kom serstakliga væl frá sínari, eins og John Donaldson.

Hvat heldur tú um, at danir brúka nógvar milliónir upp á brúdleypið?
- Tað er í fínasta lagi, haldi eg. Tað eru tvær orsøkir til tað eftir mínum tykki. Fyri tað fyrsta er tað vakurt, romantiskt og stórsligið, og tað skal man vænta av einum krúnprinsabrúdleypi. Harafturat er tað skilagott av dønum, tí tað er sera góð reklama fyri Danmark. Vit skulu minnast til, at hetta verður sent í sjónvarpi kring allan heim. Hetta er nakað, ið rakar beint í hjartað á fólki, og tí kemur tað at standa leingi í hugaheiminum.
Hetta setur av álvara Danmark á heimskortið, og óivað fáa føroyingar eisini ágóða av hesum.

Er tað rætt av føroyingum at brúka pengar upp á umboðan og gávu í sambandi við brúdleypið?
- Tað haldi eg avgjørt. Vit skulu vísa virðing fyri kongshúsinum, tí vit eru jú partar av kongaríkinum. Brúdleypið hevur eisini stóran áhuga millum føroyingar. Millum annað var eg á kondittarínum í morgun, sum eg eri hvønn mánamorgun, og har sótu einir 10 mans, sum vanliga tosa um fisk ella fótbólt, men í morgun tosaðu teir bara um kongaliga brúdleypið.