Louis Saha, sum skal lyfta arvin eftir Ruud van Nistelrooy í Manchester United. Thierry Henry, sum hevur málmetið í Arsenal. Nikolas Anelka, sum bara 20 ára gamal varð seldur til sjálvasta Real Madrid. Og David Trezeguet, sum hevur ment seg til ein tann týdningarmesta spælaran hjá Juventus. Tað var ikki smávegis skjúts, sum Raymond Domenech kundi senda móti føroyska liðnum. Teir skoraðu allir, og málini komu soleiðis:
1-0: Louis Saha, 1. minutti
Símun Samuelsen letur seg lokka inn í miðvøllin, so Ribery gerst púrasta leysur í síðuni. Føroyska verjan er ikki vakin, tá bólturin verður sendur við handaru stong, og tá Henry stútar inneftir, er Saha kvikari enn Fróði Benjaminsen og Mikkjal Thomassen.
2-0: Thierry Henry, 22
Ribery sleppur enn einaferð at fáa alt ov gott rásarúm í høgru, og hesa ferð er Henry púrasta blankur við handara stólpa, tá sent verður innfyri.
3-0: Nicolas Anelka, 76.
Trezeguet er hægstur, tá hornaspark verður sent innfyri. Hann fær stútað niður til Anelka, sum hálvan metur úr málinum fær stýrt bóltinum í kassan.
4-0: David Trezeguet, 77.
Ribery rennur skeivt innlegg upp, og tá hann sendir bóltin inn, fær Trezeguet onkursvegna skumpað bóltin framvið Fróða og Jákup, áðrenn hann smoyggir sær millum beini á Vagni.
5-0: Davic Trezeguet, 84.
Jákup Mikkelsen heldur ikki bóltinum, tá Malouda skjýtur, og so kann Trezeguet fanga returin, áðrenn hann sera kølið dregur framvið Jákupi og sendir í meskarnar.