Noah skoraði framúr mál

1. DEILD: Sigurin í Klaksvík ber við sær, at Víkingur nú er topplið

Fyri aðru ferð í ár hittust næstbestu liðini hjá KÍ og Víkingur á middegi. Fyrry ferðina var tað í Leirvík, og tá vann Víkingur 4-1. Í dag var tað í Klaksvík, og aftur í dag vann Víkingur. Gestirnir eru á veg í undirsjóvartunnilin við 2-1 sigri.

Meðan heimaliðið hevði nógvar av teimum á liðnum, sum hava spælt nógv í ár, vóru fleiri skiftingar á Víkingaliðnum, tí fleiri av teimum, sum undan summarsteðginum vóru fastir menn, eru fluttir í onnur feløg.

Eftir fyrra hálvleik var Víkingur frammanfyri 1-0, og fimm minuttir undan leikloki økti Víkingur til 2-0. Málskjúttar hjá Víkingi vóru 17 ára gamli Geza David Turi tíggju minuttir undan steðginum eftir innlegg úr vinstru frá 21 ára gamla Pæturi Hansen og 16 ára gamli Noah Mneney eitt korter undan leikloki eftir framúr einmansavrik. Hann rak alla KÍ hálvuna á tamb í vinstru, og úr heilt spískum, eftir at hann á baklinjuni hevði sneitt tveir av sær, sendi hann bóltin í handara síðunetið.

KÍ minkaði um munin, tá ið fýra av teimum fimm minuttunum vóru farnir, sum dómarin legði aftrat. Málskjútti var 19 ára gamli Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen, sum royndi seg eitt vet úr høgru, og bólturin sigldi í handara síðunetið.

Klaksvíkingar høvdu bóltin væl meiri, men víkingarnir vóru effektivari, tá ið teir høvdu møguleikan.

Víkingur er topplið við 36 stigum, og KÍ er á fjórða plássi við 29 stigum. KÍ heveur spælt 16 dystir, og Víkingur hevur spælt 17 dystir.