Ensk Europa-finala nærkast

Einki enskt lið er eftir í Champions League, men í Europa League eru Fulham og Liverpool í hvør sínari hálvfinalu

Europa League: Fyrst reyk Chelsea út í áttandapartsfinalunum og síðani Arsenal og Manchester United í hálvfinalunum, so tí er einki enskt felag eftir í Champions League-kappingini. Hinvegin hava tvey ensk lið, Fulham og Liverpool, møguleikan at koma í finaluna í minnu Europa League-kappingini.
Liverpool vann í gjárkvøldið á heimavølli 4-1 á Benfica, so tí gjørdi tað ikki so nógv, at fyrri dysturin endaði við 1-2 tapi. Í fyrra hálvleiki løgdu Dirk Kuyt og Lucas Leiva vertirnar á odda 2-0, og í seinna hálvleiki skoraði Fernando Torres tvær ferðir. Millum tey bæði málini minkaði Oscar Cardoso um munin.
Fulham, sum á útivølli spældi ímóti VfL Wolfsburg, gjørdi skjótt av, tí longu eftir 21 sekund hevði Bobby Zamora skorað til 1-0, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið, so Fulham samanlagt kom víðari við 3-1 sigri.
Á útivølli vann Hamburger SV 3-1 á Standard Liege, og serliga málið hjá Mladen Petric til 2-1 var ein perla, tá hann saksasparkaði bóltin aftur um seg í málið. Hamburger SV kom tí í hálvfinaluna við samanløgdum 5-2 sigri.
Atletico Madrid vardi seg væl á heimavølli ímóti Valencia í gjárkvøldið, tí dysturin endaði 0-0. Og av tí at fyrri dysturin endaði við javnleiki, 2-2, kom Atletico í hálvfinaluna við fleiri útivallarmálum.
Úrslitini í gera, at Liverpool skal møta Atletico Madrid í aðrari hálvfinaluni og Fulham í hinar skal møta Hamburg.