Rúni Djurhuus aftur á gamlar gøtur – á Hotel Hafnia, har hann lærdi til kokk. – Mín yrkisleið byrjaði sum kokkalærlingur á Hotel Hafnia undir leiðslu av Johan Restorff. Tá eg gekk á skúla í sambandi við [...] als ikki. Timingin er júst tann rætta. Nú fáa vit gjørt umvalingar og umbyggingar, sum skulu gerast. So vóna vit bara, at alt hetta við koronu er yvirstaðið, tá vit koma inn í nýggja árið, sigur hann. Hotel [...] men sigur, at báðir partar eru nøgdir við prísin. Eginpeningurin hjá partafelagnum, sum rekur hotellið, er góðar 10 milliónir. Felagið hevði ein bruttovinning í fjør upp á 6,7 milliónir krónur, og ársúrslitið
og hon er á dekki nummar trý á nýggju suðuroyarferjuni. Og hendan eina stálplátan markerar samstundis, at nú er liðugt við fleiri ára fyrireikingum og spekulatiónum og nú er sjálvtarbeiðið upp á nýggja [...] kipið byrjað. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at nú verður stál skorið í eina tíð, so at farast kann undir at gera sektiónirnar til skipið. Og á sjálvari grækarismessu, 12. mars, verður [...] upp. ? Men tað, at skipið er lagt til rættis niður í smálutirnar, ger, at nú kunnu vit byggja í heilt stórari vissu um, at vit sleppa undan at gera broytingar í byggitíðini, ella beint aftaná, tí tað bara
Sørensen nú spælir á vinstra bakki. 40. min: Jens Joensen fær gult kort fyri at fella Høgna Midjord. NSÍ hevur tamarhald á støðuni á heimavølli. 34. min: NSÍ er á odda 1-0! Eftir eitt ávíst trýst á B36, har [...] uppiborið á grannunum úr Fuglafirði! Nú má kunna sigast, at HB verður meistari, tí tað verður so at siga ógjørligt at fáa HB aftur. Tað eru átta stig á muni millum HB og ÍF og níggju stig eru eftir at spæla [...] Róaldi Jacobsen hevur NSÍ sitið á dystinum, har teir eisini eru á odda. 45. min: Dómarin hevur lagt tveir minuttir aftrat. 42. min: Ámund Nolsøe verður tikin av vøllinum og Jákup á Borg kemur inn. Tað merkir
í Bø var fyrstu ferð opin alment í fjør summar, og vóru nógvir gestir á gátt. - Nú kafé’in letur upp aftur á hvítusunnu, fara vit eisini at borðreiða við sunnudagsdøgurða í tíðarskeiðnum, tá kafé’in er [...] Food. Eisini er ein venjingarmiðstøð beint við. Helga Nordendal vísir á, at í Tórhúsi eru eisini møguleikar til smærri tiltøk, eitt nú fundir, skeið, veitslur og ymiskt annað - alt undir hugnaligastu umstøðum [...] beint eftir avøkuna av einahandlinum og stóð liðugt í 1861, tá tað læt upp sum fyrsti handil á vestaru síðu á Vágoynni. Hetta er ein bygningur við nógvari søgu í einum av Føroya vakrasta umhvørvi, ið gevur
umstøðunum. Tey avvarðandi eru kunnað, og Vesturbúgvin er á veg heim, varð sagt um hendingina, sum skakaði mong henda hósmorgun, sum eisini var skírisdagur. Dánjal í Skálum, reiðari á Vesturbúgvanum, sigur [...] serliga lúnningin hevur tikið. Hinvegin var skaðin á bulbustevnið ikki serliga stórur, sigur reiðarin, sum vísir á, at Vesturbúgvin nú er um at verða liðugur hjá Mest. Ivasamt er tó, hvussu verður við restini [...] verður leyst av skipasmiðjuni. - Nei, vit hava ikki funnið nakran makkara, og tí duga vit í løtuni ikki at siga, hvussu verður, sigur Dánjal í Skálum, sum vísir á, at tað er keðiligt at missa ein so stóran
væl skrivaður, og so vóni eg eisini, at tað er tí, at vit spæla væl, sigur hon. ? Vit eru seks leikarar í leikinum, og tá tað eru so fáir leikarar á pallinum, ber tað rættiliga væl til at fáa alt at sita [...] eykasýningina á Oyrabakka mikukvøldið. Tí verður ein eykasýning afturat klokkan 22.00.« Ikki aftur nú. Lýsingin í Útvarpinum á middegi mánadagin ljóðaði sum eitt ekkó frá seinastu viku. Eykasýningar á Oyrabakka [...] Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur spælt leikin í einar tveir mánaðir, eru tey nú givin. Fyribils í hvussu so er. Norðoyastevnuteitið skal nú venjast, og onkur av teimum, sum er við í Seks í pyjamas, skal eisini
hava hoyrt um byggiætlaninar frá býráðnum. ? Vit vórðu ikki kunnað á nakran hátt. Eg haldi, at tað skuldi verið tað minsta, at vit fingu kunning um hetta. Vit vistu ikki av, fyrr enn hesir stóru múrarnir [...] Longur niðri eru eisini raðhús av hesum slagnum bygd, og tey tóku eisini nógv av okkara útsýni. Men tað ger minni, tí tey eru so langt burtur. Men so hava teir bygt tættari og tættari, og nú hava vit teir beint [...] Íbúgvarnir í Torkilsgøtu eru sera ónøgdir við ætlaninar, og kanska serliga við framferðarháttin hjá býráðnum, sum tykist vera púra burturvið. Stór ónøgd Marian á Borg og Dan Kjelnæs eru tvey av mongu ónøgdu
av fiski. Samanumtikið hevur vinnan havt tað gott. Men nú hómast svørt skíggj á luftini. Sumt bendir á, at samfelagið er við at ganga ringum tíðum á møti. Alingin hevur verið fyri bakkasti. Sjúka hevur gjørt [...] okkara høvuðsvinnu, eru 400 mill. kr. ikki smápengar. Síðani er tað oljan. Føroyingar hava sett sítt álit til hesa nýggju vinnu, men kortini hevur tað alla tíðina verið víst á, at vit eiga at vera varin [...] størri part av sínum leitipengum har heldur enn í dýrari og truplari leitiøkjum sum eitt nú á Atlantsmótinum. Vit kunnu so bara vóna, at Hessboringin í næstum fer at eydnast so mikið væl, at hon fer at
yvirskot. Eitt nú stóð okkum í boði at skriva undir nýggjan sáttmála, tá vit vóru í Durban á FIFA-fundi, men vit hava valt at bíða. Hóast dialogurin millum okkum og Sportfive hevur verið góður, so eru teir enn [...] týdningarmikið, at vit ikki blanda ímillum hugtøkini um rakstur og íløgur. Tey eru fullkomuliga hvør sítt. Serstakliga, tá vit til íløgur hava atgongd til heilt aðrar upphæddir, enn vit annars kunnu fáa [...] at hetta er ein prosess, sum hevur staðið við í fleiri ár. Vit hava kannað marknaðin og teir sáttmálar, sum eru galdandi, rættiliga væl, og vit ivast ikki í, at inntøkurnar av hesum rættindum kunnu økjast
Jákup Martin Joensen er 43 ára gamal og uppvaksin á Eiði. Sum spælari hevur hann spælt 207 dystir og skora 30 mál fyri EB/Streym í gjøgnum 14 ár. Nú hava øll tíggju felgini í Betri deildini hjá monnum [...] EB/Streymur boðar í dag frá, at Jákup Martin Joensen heldur fram sum venjari í felagnum. Hann tók við á fyrsta sinni undan hesum kappingarárinum, men tað hevur verið ivasamt um hann fór at halda fram. Tað [...] R. Petersen, at felagið var væl nøgt við tað arbeiði Jákup Martin gjørdi í farna kappingarári, og vit gleða okkum at síggja framhaldið av hesum komandi ár. Liðið verður aftur í ár mest mannað við lokalum