Dysturin millum KÍ og EB/Streym varð spældur í gjár. Hesin endaði við stigabýti og javnleiki 3-3. Hinir fýra dystirnir verða spældir í dag – tveir klokkan 15.00 og tveir klokkan 17.00. Tú kanst fylgja gongdini í øllum dystunum her.
Klokkan 17.00
Víkingur – ÍF 2-1 (0-1)
90. (+3) min: Liðugt! Víkingur vann uppiborið á grannunum úr Fuglafirði! Nú má kunna sigast, at HB verður meistari, tí tað verður so at siga ógjørligt at fáa HB aftur. Tað eru átta stig á muni millum HB og ÍF og níggju stig eru eftir at spæla um.
90. (+1) min: Poul N. Mikkelsen takklar í evstu løtu, tá Filip Djordjevic roynir seg. Atli Gregersen hevur eisini verið framvið, men fekk ikki bóltin í netið, tá hann royndi seg við vinstra fóti.
90. min: Tríggir minuttir eru lagdir aftrat!
85. min: Brotsspark til Víking men Havgrímur, sum loysir Jákup Mikkelsen av í málinum, stórbjargar royndini frá Hanusi.
84. min: Bartal Eliasen verður vístur av vøllinum, tí hann fekk gula kort nummar tvey í dag.
80. min: 2-1 til Víking! Finnur Justinussen hevur skorað fyri Víking eftir innlegg úr vinstru. Eftir fleiri royndir eydnaðist tað loksins at fáa bóltin í netið. Ein uppiborin leiðsla!
73. min: Soleiðis sum tað sær út í løtuni, so sær tað mest út sum, at tað verður Víkingur, sum fer at skora næsta málið. Finnur hevur havt fleiri góðar royndir, og einaferð fór bólturin í málið, men málið varð kolldømt.
71. min: 1-1 í Gøtu! Bárður Hansen hevur javnað. Innlegg kemur úr høgru, sum eingin fær høvd ella fót á, og við handaru stong kemur Bárður Hansen stunandi og fær javnað fyri Víking.
65. min: Havgrímur má boksa eitt skot frá Jann Inga Petersen upp um.
65. min: Dánjal á Lakjuni, sum fekk krampa í áðni, fer út og Arnold Kristiansen kemur inn hjá ÍF.
63. min: Filip Djordjevic roynir seg við frísparki úr 18 metrum, men Havgrímur í málinum heldur bóltinum.
61. min: Clayton Soares hjá ÍF fær gult kort fyri at tveita seg í eini annars vandaleysari støðu.
52. min: Víkingur roynir at leypa á og fær eisini ein rímiliga góðan kjans, men Áki Petersen fær vart fyri.
51. min: Dánjal á Lakjuni roynir seg við skoti úti frá.
50. min: Bartal Eliasen hevur fingið gult kort fyri ógvusligt fríspark.
---
45. min: Hálvleikur! Gestirnir úr Fuglafirði eru á odda. Tað hevur leikað rímiliga javnt á og ferðin hevur verið høg, men tað hevur higartil ikki verið serliga væl spælt. Víkingur hevur kanska verið vandameira liðið, hóast tað er ÍF, sum er á odda.
43. min: Bogi Reinert Petersen fær gult kort fyri at fella Filip Djordjevic.
41. min: Aftur vandi á fer í brotsteiginum hjá Víkingi, har teir ikki varnaðust, at Dánjal á Lakjuni var komin framvið, men bólturin fór ikki í netið.
40. min: Nenad Saric fer av vøllinum eina løtu, tí hann hevur ilt í knænum eftir nærdyst, men hetta er ikki álvarsamt. Spælið er hampiliga hart í løtuni og nógv fríspark verða framd.
37. min: Sølvi Vatnhamar fær gult kort fyri at fella Øssur Dalbúð.
25. min: Liðini bæði eru nógv skerd í dag. Víkingur hevur ikki Hans Jørgen Djurhuus og Kaj Leo í Bartalsstovu við, báðir eru leikbannaðir. ÍF má vera Høgna Zachariassen, Jan Ellingsgaard, Ara Ellingsgaard og Jákup Mikkelsen fyri uttan. Tríggir teir fyrstnevndu eru leikbannaðir, og royndi málverjin er skaddur.
23. min: Filip Djordjevic í høgru finnur Finn inn fyri málinum, men áleyparin, sum hevur verið ógvuliga vandamikil í seinastuni, fær ikki reiðiligt skot á.
18. min: Bartal Eliasen fær fótin á bóltin í góðari støðu eftir frísparksinnlegg, men kann einans iðra seg um, at ikki meira spurdist burturúr.
10. min: 0-1 til ÍF! Dánjal á Lakjuni hevur skorað. Clayton Soares rakti stongina, men kviki fuglfirðingurin var skjótur á leysa bóltinum.
Víkingur: Geza Turi – Hjartvard Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Sølvi Vatnhamar, Jann Ingi Petersen, Hanus Jacobsen – Filip Djordjevic, Finnur Justinussen, Bárður Heinesen.
ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Poul N. Mikkelsen, Bartal Eliasen, Áki Petersen – Dánjal á Lakjuni, Bogi Reinert Petersen, Høgni Madsen, Nenad Saric – Øssur Dalbúð, Clayton Soares.
Dómari: Rúni Gaardbo
---
TB – AB 2-0 (1-0)
90. min: Liðugt! TB hevur fyri aðru ferð í ár vunnið 2-0 á AB í Trongisvági. Sigurin var fult uppiborin, tí AB hevði ikki tikið góða spælið við sær til Suðuroyar.
90. min: Nú hava tey rundað hálvanannan tíma í Trongisvági. Tað er framvegis TB, sum setur treytirnar.
82. min: Gult kort til Sorin Anghel hjá AB fyri at fella ein mótstøðumann.
81. min: 2-0 til TB. Ragnar Tausen hevur økt fyri TB og harvið verða tey trý stigini verðandi í Trongisvági!
75. min: Venjarin hjá TB, Páll Guðlaugsson, sum hevur verið ógvuliga mælskur allan dystin, er vístur út um girðingina.
72. min: Stojkovic bjargar brotssparkinum frá Dion Splidt!
71. min: Brotsspark til AB! Keita varð feldur í brotsteiginum. Poul Ingason fær gult kort í hesum sambandi.
70. min: Beinir Ellefsen hjá AB fær sítt næsta gula kort, hesaferð fyri at nýta hondina, og má tískil av vøllinum. Ragnar Tausen hjá TB hevur eisini fingið eitt gult kort.
63. min: Martin Tausen hjá TB fær gult kort.
58. min: Rói Danielsen hjá AB stútar á tvørtræið eftir hornaspark.
57. min: Málverjiin Stojkovic, verjuleikarin Babacar og AB-leikarin Keita stoyta saman. Babacar verður borin av vøllinum, men kemur inn aftur løtu seinni.
56. min: Heimaliðið TB er spælstýrandi liðið og menn spara seg ikki í nærdystunum.
48. min: Teir eru byrjaðir aftur at spæla í Trongisvági, har Rói Danielsen hjá AB hevur fingið gult kort fyri hevnisøku.
---
45. min: Hálvleikur! TB er uppiborið á odda á heimavølli, har tað kundi verið 2-0, men Símun Rógvi vardi væl fyri, tá ein mótstøðuleikari gjørdist einsamallur við honum. Fyrri hálvleikur endar annars við, at Beinir Ellefsen fær gult kort fyri at smekka til bóltin, eftir at Petur Reinert hevði bríkslað til hálvleiks.
44. min: Ndende fær gult kort fyri at seta alboga í høvdi á Jobin Drangastein.
43. min: Tað hendir ikki so nógv í dystinum, har Rógvi Poulsen er farin út og Jónas Stenberg er komin á vøllin fyri AB.
34. min: 1-0 til TB! AB var í álopið, men TB vinnur bóltin og fer í kontra við bretanum Nick á odda. Hesin legði innfyri, har Ndende eftir eitt sindur av trunkaspæli fekk stútað bóltin til Ragnar Tausen, sum leggur TB á odda.
24. min: TB koyrir á og spæla fyri sínum møguleika, men framvegis er málleyst.
15. min: Tað er heimaliðið TB, sum hevur bóltin meira, men enn hevur ikki nakar vandamikil møguleiki verið.
1. min: So dysturin millum TB og AB byrjaður.
TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen, Óli Johannesen, Babacar Ndiour, Teitur Justinussen – Ragnar Tausen, Rógvi Olsen, Ndende, Martin Tausen, Nicholas Diverdicks – Poul Ingason.
AB: Símun Rógvi Hansen – Jobin Drangastein, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen – Dion Splidt, Dmitrije Jancovic, Kári Nielsen, Rógvi Poulsen – Sorin Anghel, Ahmed Keita.
Dómari: Petur Reinert
---
Klokkan 15.00
NSÍ – B36 4-0 (1-0)
90. min: Liðugt! NSÍ hevur vunnið ein sannførandi 4-0 sigur. Eftir at Róaldur Jacobsen hjá B36 varð vístur av vøllinum í 18. minutti, var tað eingin ivi um hvat betra liðið var. Súni Olsen átti eitt fríspark á tvørtræið stutt fyri leiklok, men B36 kom ikki nærri enn tað sama.
90. min: 4-0 til NSÍ! Jónhard Frederiksberg staðfesti sigurin við seinasta sparkinum í dystinum, tá hann kom framvið og royndi seg við skoti, heldur enn at leggja innfyri. Tórður Thomsen fekk hendurnar á bóltin, sum kortini endaði í netinum.
86. min: Súni Olsen rakar tvørtræið, tá hann roynir seg við frísparki í vinstru úr 20 metrum. So nær hevur B36 ikki verið í dystinum annars! NSÍ hevur annars havt bóltin í netinum fyri fjórðu ferð, men Klæmint Olsen var rangstaddur.
81. min: Andras Brixen Vágsheyg loysir Jens Joensen av.
79. min: 3-0 til NSÍ! Jan Martin Mortensen skorar eitt heldur margháttligt mál. Hann hevur haltað eina góða løtu, tá hann fær bóltin í vinstru. Einsamallur við trimum sleppur hann tó haltandi framvið øllum, og skorar til 3-0.
71. min: Einki sær út til at rigga hjá B36 í løtuni.
70. min: Dupultútskifting hjá B36. Gilli Sørensen og Høgni Midjord fara út, og Rasmus Dan Sørensen og Benjamin Heinensen koma inn. Høgni Midjord var ógvuliga heppin ikki at verða vístur av vøllinum fyri annað fríspark, hann gjørdi beint eftir at hann sá gult í áðni, so B36-venjarin handlaði skjótt og tók Høgna út.
68. min: Pól Jóhannus Justinussen og Høgni Midjord fáa báðir gult kort. Pól Jóhannus fyri at fella Høgna, og Høgni fyri at skumpa Pól Jóhannus aftaná. Tað eru nakrir sjónliga frustreraðir B36-leikarar á vøllinum nú.
60. 2-0 til NSÍ! Andy Olsen hevur skorað, eftir at hann fekk bóltin í høgru. Árni Frederiksberg flutti bóltin fram í vinstru, lat hann til Jan Martin Mortensen, sum síðani fann Andy Olsen, sum skoraði til 2-0.
47. min: Eingin útskifting er farin fram í hálvleikinum.
46. min: Seinni hálvleikur í Runavík er byrjaður. B36 spælir við tíggju monnum í móti teimum 11 hjá NSÍ. Fleiri stóðu spyrjandi í samband við útvísingina, men sum skilst, so var ógvuliga ófantaligur málburður orsøkin til avgerðina hjá Pálli Augustinussen, um at geva Róaldi reytt kort.
---
45. (+2) min: Hálvleikur! Tað byrjaði rímiliga væl hjá B36, men eftir útvísingina av Róaldi Jacobsen hevur NSÍ sitið á dystinum, har teir eisini eru á odda.
45. min: Dómarin hevur lagt tveir minuttir aftrat.
42. min: Ámund Nolsøe verður tikin av vøllinum og Jákup á Borg kemur inn. Tað merkir, at Gilli Sørensen nú spælir á vinstra bakki.
40. min: Jens Joensen fær gult kort fyri at fella Høgna Midjord. NSÍ hevur tamarhald á støðuni á heimavølli.
34. min: NSÍ er á odda 1-0! Eftir eitt ávíst trýst á B36, har Pól Jóhannus var nærvið fór bólturin út til hornaspark. Hetta valdu runavíkingar at taka stutt, so bólturin var spældur til Magnus Olsen, sum beint uttanfyri brotsteigarmarkið sendi bóltin í kassan.
23. min: Sjúrður Jacobsen, sum spælir á miðvøllinum hjá NSÍ, fær gult kort.
19. min: Fólk standa spyrjandi í Runavík, tí kring vøllin vita tey ikki, hví Róaldur Jacobsen varð vístur av vøllinum. Helst hevur tað verið fyri kjaftaslit, men tað er óvist.
18. min: Reytt kort til Róald Jacobsen hjá B36! Miðvallarleikarin hevur fingið beinleiðis reytt kort og B36-leikararnir eru í øðini um hesa avgerðina, sum Páll Augustinussen hevur tikið.
10. min: B36 hevur verið omaná hesa fyrstu løtuna við Løkin, har Súni Olsen hevur stjørnað framrættaða spælinum. Hann hevur sjálvur havt eitt vandamikið langskot, umframt at hava sent Lawal avstað einaferð, sum tó varð takklaður. Súni hevur leiklutin sum framrættaður miðvallarleikari.
NSÍ: Kristian Joensen - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen - Sjúrður Jacobsen, Magnus Olsen - Árni Frederiksberg, Jan Martin Mortensen, Andy Olsen - Klæmint Olsen.
B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Hørdur Askham, Robert M. Brockie, Ámund Nolsøe - Høgni Midjord, Evrad Ble, Róaldur Jacobsen, Gilli Sørensen - Súni Olsen - Adeshina Lawal.
Dómari: Páll Augustinussen
---
HB – 07 Vestur 6-0 (1-0)
90. (+2) min: Liðugt! HB hevur vunnið 6-0. Ikki færri enn fimm teirra komu í seinna hálvleiki, tá tað veruliga skrædnaði hjá 07 Vestur.
90. min: Tveir minuttir eru lagdir aftrat.
86. min: 6-0 til HB! Fróði finnur Christian í høgru, sum leggur innfyri, har innskifti Bárður Heinensen kemur stunandi og stútar í netið.
85. min: 5-0 til HB! Innskifti Hilmar Leon Jacobsen, sum spælir sín fyrsta dyst fyri HB nakrantíð, stútaði bóltin í netið, eftir innlegg frá Christian Restoff Mouritsen.
74. min: 4-0 til HB! Kristin Restorff Mouritsen rennur frá øllum og megnar at prika bóltin í netið úr spískum. Eitt einmans avrik, sum byrjar á miðvøllinum og endar í sjálvum málinum.
65. min: HB er klárt betra liðið, teir hava havt fleiri málmøguleikar so tað líkist alt meira, at tað verður ein stórsigur til HB.
50. min: 3-0 til HB! Fróði Benjaminsen skorar trygt fyri HB, og nú er eingin ivi um, at HB fer at vinna henda dystin.
50. min: Brotsspark til HB. Kristin Mouritsen varð feldur av Eli Falkvard.
47. min: 2-0 til HB. Heini Vatndsdal skorar fyri aðru ferð, eftir at Santos er komin framvið í vinstru og setir ein verjuleikara av og finnur Heina, sum skorar úr spískum. Eitt ógvuliga gott mál frá HB!
46. min: So eru tey byrjað aftur í Gundadali, har HB byrjar við at leypa á vágamenn.
---
45. min: Hálvleikur í Gundadali! HB hevur eina tepra, men uppiborna leiðslu. Hóast hetta sæst ikki, at talan er um topp í móti botni. Tór-Ingar Akselsen hevur átt størsta møguleikan hjá 07 Vestur, og kanska størsta møguleikan í dystinum, um vit síggja burtur frá málinum.
45. min: Christian Mouritsen fær so ella so spælt bóltin soleiðis, at hann endar hjá Andrew av Fløtum, sum rakar tvørstongina, tá hann roynir seg. Hasin skuldi sitið í netinum.
40. min: 1-0 til HB. Heini Vatnsdal hevur skorað. 07 missir bóltin beint uttanfyri egnan brotsteig, bólturin endar fyri føturnar á Heina Vatnsdal, sum smekkar til og bólturin fer inn við handaru stong
37. min: Gango bjargar enn einaferð eini góðari roynd frá HB, har Fróði Benjaminsen stútar innlegg frá Tróndi Jensen.
30. min: HB, sum hevði eitt lítið á dystinum, síðani hann varð bríkslaður í gongd, hevur nú av álvara sett seg á dystin.
29. min: Tróndur Jensen gjørdist púra leysur og meddaði til, men Gango vardi væl fyri. Tað var HB-liðformaðurin, sum fann høgrabakkin í góðari støðu.
18. min: Tór Ingar Akselsen gjørdist púra leysur við Teiti Gestsson, sum tó var tolin, bíðaði leingi og vann tvídystin við fyrrverandi landsliðs- og HB-leikaran.
10. min: Bæði liðini hava havt hvør sín rímiliga góða møguleika, og 07 Vestur hevur havt tvey hornaspørk.
HB: Teitur Gestsson – Tróndur Jensen, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen, Alex José dos Santos – Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Christian Restorff Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin Restorff Mouritsen.
07 Vestur: Andras Gango – Petur Dalbø, Tehe Aristide, Jákup G. Joensen, Gunleif Olsen – Tór-Ingar Akselsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Eli Falkvard - Jovan Panic, Ibrahima Camara, Jákup S. Olsen.
Dómari: Dagfinn Forná