Gamla Pakkhúsið í Bø hevur sín uppruna beint eftir avøkuna av einahandlinum og stóð liðugt í 1861, tá tað læt upp sum fyrsti handil á vestaru síðu á Vágoynni. Hetta er ein bygningur við nógvari søgu í einum av Føroya vakrasta umhvørvi, ið gevur góðar karmar fyri hugnaligari samveru til mong høvi.
Pakkhúsið í Bø er væl egnað til eitt nú fyrilestrar, skeiðvirksemi og alt slag av fundarvirksemi, eins og hølini eru væl egnað til bólka-og starvsfólkaveitslur.
Tað er Tænastan við Helgu Nordendal, sum rekur Pakkhúsið í Bø, og sum nú eisini rekur Tórhúsið í Miðvági. Tórhús er eisini eitt renoverað pakkhús við uppruna beint eftir einahandilin, tá skómakarin, Tórur Nattestad í 1856, fekk handilsloyvi.
Á hvítusunnu letur kafé’in í Pakkhúsinum í Bø upp aftur, og verður opið frá og við hósdegi til og við mánadag, allar dagar frá klokkan 12 til 18 fram til endan av summarfrítíðini. Kafé’in í Pakkhúsinum í Bø var fyrstu ferð opin alment í fjør summar, og vóru nógvir gestir á gátt.
- Nú kafé’in letur upp aftur á hvítusunnu, fara vit eisini at borðreiða við sunnudagsdøgurða í tíðarskeiðnum, tá kafé’in er opin, sigur Helga Nordendal.
Í Tórhúsi í Miðvági leggur Tænastan serligan dent á gistingar, har fólk búgva undir góðum umstøðum. - Vit hava onga matstovu í Tórhúsi, men beint omanfyri pakkhúsið er forvitnisliga matstovan, Asian Food. Eisini er ein venjingarmiðstøð beint við.
Helga Nordendal vísir á, at í Tórhúsi eru eisini møguleikar til smærri tiltøk, eitt nú fundir, skeið, veitslur og ymiskt annað - alt undir hugnaligastu umstøðum. Umframt at veita tænastur í hugnaligu og søguligu pakkhúsunum í Bø og Miðvági, bjóðar Tænastan hjá Helgu Nordendal eisini røkt av urtagørðum, gravstøðum og øðrum.
##med2##