Suðuroyarskipið
Klokkan 11 mánamorgunin fjórða november 2002, verður ein dagur, sum vit seint fara at gloyma.
Tí akkurát hesa løtuna var fyrsta stálplátan til nýggju suðuroyarferjuna skorin á San Fernando skipasmiðjuni í Spania.
Pláta nummar 2108 eitur hendan stálplátan og hon er á dekki nummar trý á nýggju suðuroyarferjuni.
Og hendan eina stálplátan markerar samstundis, at nú er liðugt við fleiri ára fyrireikingum og spekulatiónum og nú er sjálvtarbeiðið upp á nýggja suðuroyarskipið byrjað.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at nú verður stál skorið í eina tíð, so at farast kann undir at gera sektiónirnar til skipið.
Og á sjálvari grækarismessu, 12. mars, verður kjølurin til skipið strektur og 12. oktober í 2004, verður skipið handað Strandferðsluni og tí stjóra, sum til til ta tíð situr har.
Reidar Nónfjall ásannar, at hetta er ein stór løta, tí nú er skipið lagt til rættis niður í allarminstu smálutir og teir vita nú enntá, hvussu hvørt skott skal málast og, hvar myndir skulu hongjast upp.
? Men tað, at skipið er lagt til rættis niður í smálutirnar, ger, at nú kunnu vit byggja í heilt stórari vissu um, at vit sleppa undan at gera broytingar í byggitíðini, ella beint aftaná, tí tað bara ger fortreð.
Yvir 300 milliónir
Fyri at taka afturíaftur, kann nevnast, at nýggja suðuroyarferjan kostar 40.450.000, ella beint omanfyri 300 milliónir í okkara peningi.
Men harafturat koma so útreiðslur til kurstrygging og byggieftirlit og tilsamans hevur Vinnumálastýrið heimhild til at brúka 310 milliónir til skipið.
Ferjan verður goldin í trimum gjøldum, sum eru áleið líka stór.
Nýggja suðuroyarskipið verður 135 metrar langt, tað siglur 21 míl, hevur pláss fyri 800 ferðafólkum og tekur 200 bilar og tað er tvær ferðir so nógv, sum Smyril.
Tað er spanska skipasmiðjusamtakið, IZAR, sum byggir nýggja suðuroyarskipið.
IZAR samtakið hevur bygt skip í heili 250 ár. Tað er tað næststørsta skipasmiðjusamtakið í Evropa, og tað níggjunda størsta í heiminum og nýggja suðuroyarskipið verður bygt á eini skipasmiðju hjá samtakinum í San Fernando í Suðurspania.