- Vit hava ikki funnið nakran makkara til Vesturbúgvan enn, og tí duga vit í løtuni ikki at siga, hvussu verður við restini av gulllaksavertíðini, sigur Dánjal í Skálum, reiðari.

Vesturbúgvin verður skjótt liðugur 

- Skipið er nú um at verða liðugt hjá Mest, men ivasamt er, hvussu verður við restini av gulllaksavertíðini, sigur reiðarin, Dánjal í Skálum.

 

- Vit hava ikki funnið nakran makkara til Vesturbúgvan enn, og tí duga vit í løtuni ikki at siga, hvussu verður við restini av gulllaksavertíðini, sigur Dánjal í Skálum, reiðari.

Fyrrapartin hin 14. apríl í ár legði Vørn út á sína heimasíðu, at ísfiskatrolarin, Eysturbúgvin, var sokkin. Orsøkin var ein samanstoytur millum systirskipini, Vesturbúgvan og Eysturbúgvan, sum í fleiri ár hava partrolað. 

 

Samanstoyturin fór fram, meðan skipini vóru á gulllaksaveiði suður ímóti markinum sunnan fyri Føroyar. Eysturbúgvin sakk eftir stuttari løtu. Øll manningin, sum taldi sjey, varð bjargað umborð á Vesturbúgvan.

 

- Allir hava tað gott eftir umstøðunum. Tey avvarðandi eru kunnað, og Vesturbúgvin er á veg heim, varð sagt um hendingina, sum skakaði mong henda hósmorgun, sum eisini var skírisdagur.

 

Dánjal í Skálum, reiðari á Vesturbúgvanum, sigur, at skipið enn ikki er liðugt á Mest, har tað hevur verið til umvælingar fyri skaðar, skipið fekk av stoytinum. 

 

- Talan var ikki um teir heilt stóru skaðarnar, men størsti skaðin var í erva, har serliga lúnningin hevur tikið. Hinvegin var skaðin á bulbustevnið ikki serliga stórur, sigur reiðarin, sum vísir á, at Vesturbúgvin nú er um at verða liðugur hjá Mest.

 

Ivasamt er tó, hvussu verður við restini av gulllaksavertíðini, sum byrjaði tíðliga í apríl og sum plagar at enda, tá vit koma út í juli/ august.

 

Reiðarin sigur, at enn hevur tað ikki eydnast teimum at finna ein makkara til Vesturbúgvan, og tí er eisini óvist í løtuni, hvussu verður, tá skipið verður leyst av skipasmiðjuni.

 

- Nei, vit hava ikki funnið nakran makkara, og tí duga vit í løtuni ikki at siga, hvussu verður, sigur Dánjal í Skálum, sum vísir á, at tað er keðiligt at missa ein so stóran part av gulllaksavertíðini.

 

Men, einki er at gera við tað, og reiðarin heldur fyri, at nú má tíðin vísa, hvørjir møguleikar verða, tá skipið er klárt at fara til fiskiskap aftur.

 

Gulllaksavertíðin var júst byrjað, tá Vesturbúgvin stoytti saman við Eysturbúgvanum. Tað eru seks skip – ella trý pør – sum hava gulllaksaloyvi, og sum hava verið á gulllaksaveiði í vertíðini seinastu mongu árini.

 

Í løtuni eru so bara tvey pør – og fýra skip – á hesi veiði, og ivasamt er, hvussu verður við Vesturbúgvanum restini av vertíðini.

 

 

 

- Vit hava ikki funnið nakran makkara til Vesturbúgvan enn, og tí duga vit í løtuni ikki at siga, hvussu verður við restini av gulllaksavertíðini, sigur Dánjal í Skálum, reiðari.