Tá Hotel Streym í Havn er liðugt umvælt fyrst í komandi árið letur tað upp undir gamla hotellnavninum í Havn, »Hotel Djurhuus«.
Í dag hevur Rúni Djurhuus keypt felagið, sum rekur hotellið, frá Svend Aage Ellefsen, sum hevur stovnað hotellið og rikið tað seinastu mongu árini.
Við hesum keypi melur Rúni Djurhuus aftur á gamlar gøtur – á Hotel Hafnia, har hann lærdi til kokk.
– Mín yrkisleið byrjaði sum kokkalærlingur á Hotel Hafnia undir leiðslu av Johan Restorff. Tá eg gekk á skúla í sambandi við útbúgvingina skrivaði eg eisini eina uppgávu um »Hotel Djurhuus«. Eg havi altíð havt hendan dreymin um at eiga eitt hotel, sum nú er veruleiki, sigur ein fegin Rúni Djurhuus.
Hotel Streym er í løtuni undir umbygging. Fyri nøkrum árum síðani keypti hotellið grannabygningin, gamla snikkaraverkstaðið hjá Zachariasi Bech. Har eru eisini gjørd hotelkømur, og í løtuni verður ein millumbygningur gjørdur, sum skal knýta báðar bygningarnar saman.
Spurdur um tað ikki er váðið at fara undir slíka íløgu í eitt hotell í hesum koronutíðum svarar Rúni Djurhuus avgjørdur.
– Nei als ikki. Timingin er júst tann rætta. Nú fáa vit gjørt umvalingar og umbyggingar, sum skulu gerast. So vóna vit bara, at alt hetta við koronu er yvirstaðið, tá vit koma inn í nýggja árið, sigur hann.
Hotel Streym hevur 42 kømur. Og nýggi eigarin yvirtekur hotellið 30. september.
Prísin vil hann ikki upplýsa, men sigur, at báðir partar eru nøgdir við prísin.
Eginpeningurin hjá partafelagnum, sum rekur hotellið, er góðar 10 milliónir. Felagið hevði ein bruttovinning í fjør upp á 6,7 milliónir krónur, og ársúrslitið í fjør var 2,1 milliónir krónur.











