landskassin sett 1,764 mia. kr. í. (Tá er sæð burtur frá tí stóra vinningsbýti, ið bankin hevur goldið landskassanum umframt stór skattagjøld, men hetta kann kanska sigast at hava verið við til at fíggja part [...] var hesin hvøkkur mennandi hóast alt, men tíverri vóru nøkur, sum ikki komu væl burtur úr. Tey mistu hús og heim, rýmdu av landinum og mong teirra koma ongantíð aftur til Føroya. Her mistu tey alt og komu [...] rikið betri og virknari í privatari kapping, eigur tað at verða einskilt. Verður tað ikki tað, oyðsla vit við skattaborgarans peningi, og borgarin má rinda meira enn neyðugt fyri vøruna ella tænastuna. Uppgávan
eiga báðar lonirnar at verða knýttar saman við nútíðarhóskandi mentanar- og samkomuhøll. Gera vit hetta, hava vit eftir fáum árum eitt nýmótans útbúgvingar- og menningarumhvørvi við alskyns hentleikum bæði [...] einum av landsins vakrastu náttúruøkjum. Vit kunnu ikki framhaldandi bjóða ungdóminum og lærarunum verandi trongu, ótíðarhóskandi og lívshættisligu karmar. Tey hava sanniliga betri uppiborið. Hóast skúlin [...] Marknagil. Men útmeldingin hevur higartil ikki ført til annað enn klandur, stríð og atgerðarloysi. Tá vit hugsa um hetta, er tað ikki so løgi kortini, at tað var Sambandsflokkurin, sum beindi fyri stásiligu
ein stór íløga hjá so fámentari kommunu, men við tað, at vit hava sett pening av til hesar verkætlanir seinnu árini, letur hetta seg gera. Vit hava eisini sett pening av til drekkivatnsbrunn á Skarvanesi [...] verður eisini frameftir. Vit hava onga skuld og eiga eitt sindur á bók. Í so máta eiga fólk ikki at aftra seg við at bjóða seg fram. Fíggjarliga rásarúmið er sjálvandi ikki stórt, tá kommunan er so lítil, [...] arbeiði, sum er gjørt í samband við spillivatnið. Vit hava arbeitt við hesum alla tíðina, og her er rættiliga nógv gjørt, men enn vantar nakað, til vit eru komin á mál, sigur hon. Hon vísir á, at samstarvið
oljulóggávu ol. NÚ vit eru um at fara úr 90-unum og inn í eina nýggja øld er enn eingin borur settur í undirgrundina. Onkur heldur helst, at tað er gingið alt ov seint, onnur halda, at vit hava havt brúk fyri [...] startskotið til eina føroyska oljuvinnu varð loyst av, tá danir fyrst í 90-unum gingu við til at lata føroyingum rættin til ráevni í undirgrundini. Tá høvdu føroyingar samráðst við danir síðani miðskeiðis [...] feløgum um loyvi til kanningar á føroyska landgrunninum seg upp á borðinum hjá løgmanni í Tinganesi. Tá tað so gjørdist greitt, at danir góðtóku, at føroyingar eiga rættin til møgulig ráevni í undirgrundini
heimahjálpin – vit kunnu kalla hann so, tí hann stríðist heima við hús meðan konan ferðast runt um høv at kanna hval og fisk og goggur – sum nú hevur skrivað eina bók sum hann sigur fólk hava lisið, hevði [...] um – og so kenslurnar sum brutu fram, tá ið ein av hansara kæru var farin – styrki og sál í einum og sama manni! Hitt lívið var av heilt øðrum slagi! Nú møttu vit einum hástórum, arrogantum, frekum, nassvísum [...] fara runt í Havnargøtum og tøma skrellispannir, og so eisini síggja hann í eini heilt aðrari støðu, tá ið hann umrøddi sín besta vin sum var farin higani foldum frá – Jóhan mátti taka lummaklútin fram,
rakstri. Samstundis, hava politikarar í Suðurstreymi billa fólki inn, at fáa vit niðurlagt sjúkrahúsið, so kann Landssjúkrahúsið gerast eitt “ríkissjúkrahús”. Hetta er ikki rætt. Vit eru ídag 48.000 íbúgvar [...] íbúgvar, og um vit so gerast 70.000 fólk, so gerst hetta ikki meiri rætt fyri tað. Tað kennist næstan sum ein suggesión, tá vit hoyra fólk, sum eiga at vera serkøn, koyra á við, at verður bara alt flutt [...] um ikki verður hildið uppat við útbyggingum úti um landið fyri at leggja alt í høvuðsstaðnum, so hava vit framhaldandi fráflyting. “Vælútbúnað fólkið kemur ikki aftur”! – Hesi lítið eggjandi “upprópini”
- Beint nú eru vit eini 25 til 28 fólk til arbeiðis á virkinum. Vit kundu hugsað okkum meira fólk, tá mest er at gera, men tað er ikki lætt at fáa fleiri fólk enn tey, vit hava. Men, tá er tað eisini gott [...] føroyskar kjøtvørur saman við føroyskum grønmeti. - Føroyar hava matstøð og kokkar í serflokki, og vit hava fiskavørur í serflokki, bæði tá ræður um daggamlan útróðrarfisk og laks, sum er aldur í føroyskum [...] landafast er, og her hevur sølan gingið væl - ikki minst, tí fólk hava hildið seg meira heima, og tí hevur nógvur fiskur verið etin heima við hús. Jógvan Martin Hansen vísir á, at tað er eitt stórt tal av føroyingum
er, at vit fara niður í gear og møta vinum og kenningum. - Mær dámar væl at lurta eftir, tá ólavsøkan verður sett, síggja skrúðgonguna, hoyra sangin, vitja politisku flokkarnar sum hava opið hús og hoyra [...] elskaði at fara á ólavsøku, tá dreingirnir vóru yngri. - Tá gekk leiðin sum vera man í tivoli, og eg minnist, at eg vann eina ordiliga stóra bamsu til tann yngra sonin, og tá var ólavsøkan bjargað, leggur [...] Hon sigur, at tá í tíðini áttu øll ikki føroysk klæðir, og sjálv skuldi hon fylla 40 ár, áðrenn hon fekk síni. - Síðan hevur tað verið ein fastur táttur hjá mær at fara í føroysk klæðir, tá eg fari á ólavsøku
komnir á mál enn. - Tað hevur ikki gingið so skjótt, sum vit vónaðu. Tað er ringt at manerera um summarið, tí so nógv virksemi hevur verið. Men vit vóna at fáa skil uppá tað nú sum skjótast, so tað verður [...] rættindum, tey hava í sambandi við jørðina, sigur Sigert Patursson og leggur dent á, at hetta eru tvey ymisk kjak. - Kann ikki vera rætt Sigert Patursson vísir á eitt, sum hann og hinir bøndurinir hava sagt ofta [...] ofta áður: - Vit hava ongantíð havt nakra ætlan um at nokta tí einstaka føroyinginum at fara ein túr burtur í haga. Tað er meiri hin vinnuligi parturin, sigur hann. - Í ferðavinnuni hevur mann sæð, at aktørar
- Vit hava nógv hugskot um, hvussu vit kunnu yvirliva. Men vit hava ongar pengar. Soleiðis ger Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum, støðuna hjá okkara minstu oyggjum, upp Í morgin fara tey [...] hann skuldi hann mett eftir teirri vælvild, útoyggjarnar hava, skuldi ikki skorta upp á tiltøk, sum kundu ment hesi útjaðaraplássini. - Tá ið vit siga andlit til andlits við politikararnar, er ongin endi [...] endi á vælvildini. Men tað er ótrúligt, sum teir gloyma skjótt, alt fyri eitt, vit eru farin úr eygunum á teimum aftur. -Vit hava havt ógvuliga nógvar fundir við teimum, men tað kemur ótrúliga lítið burturúr