Hava nógv hugskot men ongar pengar

- Vit eru um at drukna í vælvild frá politikarum, men tað er ótrúligt, sum teir gloyma skjótt, beinanvegin vit eru farin úr eygunum á teimum, sigur formaðurin í Útoyggjafelagnum. Á útoyggjastevnu í Fugloy í morgin, fara tey enn einaferð at umrøða støðuna hjá okkara minstu oyggjum

- Vit hava nógv hugskot um, hvussu vit kunnu yvirliva. Men vit hava ongar pengar.

Soleiðis ger Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum, støðuna hjá okkara minstu oyggjum, upp

Í morgin fara tey at hava útoyggjastevnu í Fugloy. Har skal felagið hava aðalfund, men afturat tí, skipa fugloyingar fyri eini rúgvu av tiltøkum, bæði við hoppiborgum og ymsum spølum fyri børn og fyri framsýningum, sangi og føroyskum og enskum dansi fyri tey vaksnu.

Har vóna tey sjálvsagt at síggja so nógv fólk, sum gjørligt, tí øll eru hjartaliga vælkomin.

Formaðurin sigur, at tað eru ongi serlig mál á skránni í morgin, men givið er, at tey fara at tosa um støðuna, sum útoyggjar eru í.


Óhugaligt

Hann heldur ikki, at støðan er so nógv versnað hetta seinasta árið, síðani seinastu útoyggjastevnu.

Hinvegin heldur hann avgjørt heldur ikki, at støðan er batnað.

Annars heldur hann skuldi hann mett eftir teirri vælvild, útoyggjarnar hava, skuldi ikki skorta upp á tiltøk, sum kundu ment hesi útjaðaraplássini.

- Tá ið vit siga andlit til andlits við politikararnar, er ongin endi á vælvildini. Men tað er ótrúligt, sum teir gloyma skjótt, alt fyri eitt, vit eru farin úr eygunum á teimum aftur.

-Vit hava havt ógvuliga nógvar fundir við teimum, men tað kemur ótrúliga lítið burturúr, so tað er ikki serliga hugaligt og tað ger arbeiðið serliga møtimikið, sigur formaðurin.

-Tað mest positiva, vit kunnu siga, er, at Kalsoyingar hava fingið munandi betri samband og tað hava tey verið ómetaliga fegin um.

Hann heldur, at støðan í Kalsoy er prógv um, hvussu stóran týdning eitt gott ferðasamband hevur, tí í Kalsoy fáa tey nú bilar út í oynna, ikki minst oljubilar, so tað er ein øgiligur lætti.

Men hann heldur, at tað er eisini neyðugt at bøta um ferðasambandið til aðrar útoyggjar eisini, men tað verður alla tíðina gjørt til ein spurning um pengar.


Hugskot tróta ikki

Og júst pengar eru eitt lyklaorð, skal tað eydnast at varðveita útoyggjar.

Men tað mugu vera almennir pengar, tí peningastovnarnir vilja ikki fíggja vinnulig átøk á útoyggj.

- Á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum fyrr í ár, gjørdi Bjarni Olsen, stjóri í Eik, púra greitt, at tað verður altso ikki við teirra luttøku í nakað serligt mát, at vinnulív í útoyggj verður ment.

-Trupulleikin er, at tað er ongin trygd í vinnubygningum á útoyggj og tí er pantið í bygningunum heldur onki vert, skuldi tað gingið galið, og tá verður vágin hjá peningastovnunum ov stórur.

Óla Jákup úr Dímun sigur, at sostatt skal peningurin, sum skal fíggja vinnulig átøk á útoyggj, verða serstakliga vágafúsur.

- Tí verður tað bara við almennum pengum, at útoyggjarnar kunnu mennast, sigur hann.

Hann leggur afturat, at er vilji hjá tí almenna at stuðla tiltøkum á útoyggj, er bara at smoyggja upp um armar, tí hugskotini tróta ikki.

Áður hevur verið umrøtt í Sosialinum, at svínoyingar ætla at byggja til ferðavinnu og at Fugloyingar arbeiða við ætlanum um at byggja eitt fjølbýli við skúla, barnagarði, eldrasambýli og gistingarhúsi til ferðafólk.

Og fyri at taka hansara egnu útoyggj, Stóru Dímun, eru eisini ætlanir um vinnulig átøk.

- Í Dímun hava vit arbeitt við tankanum um at gera eitt virkishús, har tað ber til at fletta og hagreiða fugl undir heilsufrøðiliga góðkendum umstøðum.

- Men tað er greitt, at eitt slíkt hús verður ikki bygt við fígging úr peningastovnunum.

Tí hava arbeiða tey eftir einum leisti, har virkishúsið verður ein sjálvsognarstovnur, sum landið fíggjar, men so at sjálvur raksturin hvílir í sær sjálvum.

- Eydnast hetta í Stóru Dímun, kann hesin leisturin brúkast sum fyrimynd fyri líknandi virkishúsum í øðrum útoyggjum.

Hann heldur, at hetta kundi eggja fólki á útoyggj til at gjørt meiri burturúr at virka vørur úr seyði og fugli fyri at virðisøkt rávøruna meiri og sostatt fingið meiri burturúr.

Í lýsing aðrastaðni í blaðnum er fullfíggjað skrá fyri útoyggjastevnuna í Fugloy og har verður eisini greitt frá, hvussu ferðasambandið í og úr Fugloy í sambandi við stevnuna.