Tillukku Hoydalar – vit skylda tær føðingardagsgávu

Tað er ein av súlunum undir framburði og vælferð í Føroyum, sum í hesum døgum heldur sín sjeyti ára føðingardag. Stundentaskúlin í Hoydølum hevur í ein mansaldur lagt grundstøðið undir útbúgvingarleiðina hjá túsundtals føroyingum, sum hvør í sínum lag hava lagt sítt klípi í menningina av landi okkara. Nú er upp á tíðina, at samfelagið lønar skúlanum aftur.

Føroyska samfelagið stendur í stórari skuld til Studentaskúlan í Hoydølum. Tað hevði verið sonn vannlukka, um miðnámsskúlaútbúgvingar ikki høvdu verið her seinastu sjeyti árini. Lutfalsliga alt ov fá høvdu gingið útbúgvingarleiðina og enn færri av útbúnu føroyingunum høvdu vent heim aftur á klettarnar.

 

Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at ungdómurin hevur møguleika at nema miðnám – og eisini víðari útbúgvingar – í Føroyum. Hetta ger, at føroyska málið festir seg betri, at næmingarnir skilja ymisku fakini við føroyskum eygum, og ikki minst skapar hetta samfelagnum menniskjatilfeingi av góðari dygd, sum ynskir at liva og byggja upp land í Føroyum.

 

Tíbetur hendi tað 1. september í 1937, at framsíggin fólk sóu týdningin av at stimbra undir útbúgvingarleiðina hjá føroyska fólkinum og harvið settu á stovn fyrsta føroyska stundentaskeiðið. Spurningurin er bara, um politiski meirilutin er eins framsíggin í dag?

 

Skúla í føðingardagsgávu

Eftir mínum tykki eiga vit, sum sita við politisku ábyrgdini, at nýta merkisdagin sum høvi at koma við tilsøgn um, at tað beinan vegin verður farið í gongd við at projektera og byggja stóra og nýmótans skúlalon oman á brendu toftirnar av Nýggja Húsi og allan vegin framvið skráninginum yvir til núverandi skúla.

 

Tá hesin bygningur er liðugur, eigur núverandi skúli møguliga at verða rivin niður og ein nýggj og nýmótans lon bygd afturat, har skúlabygningurin frá 1965 stendur. Síðani eiga báðar lonirnar at verða knýttar saman við nútíðarhóskandi mentanar- og samkomuhøll.

 

Gera vit hetta, hava vit eftir fáum árum eitt nýmótans útbúgvingar- og menningarumhvørvi við alskyns hentleikum bæði til skúlabrúks og til mentanarlig- og tónlistarlig tiltøk í einum av landsins vakrastu náttúruøkjum.

 

Vit kunnu ikki framhaldandi bjóða ungdóminum og lærarunum verandi trongu, ótíðarhóskandi og lívshættisligu karmar. Tey hava sanniliga betri uppiborið.

 

Hóast skúlin sum stovnur nú fyllir sjeyti ár, tosa vit ikki um ein olding, men um menniskjans og samfelagsins lívsfríska vár. Ein skúli á tremur av Føroya framtíð í besta blóma og við virkisfýsni og trúgv uppá eina bjarta framtíð.

 

Hetta kunnu vit politikarar ikki halda fram at køva við berum atgerðarloysi og stríði um geografiska staðfesting, soleiðis at einasta loysn framhaldandi verður ongin loysn.

 

Besta gávan, sum næmingar, lærarar og onnur starvsfólk, kunnu fáa her á 70 ára degnum, eru betri karmar fyri skúlan í Hoydølum. Tey hava nú prógvað sítt ómetaliga virði ígjøgnum heilan mansaldur.

 

Seksti ár og svikin

Rokni við, at tey á Føroya Studentaskúla ræðast eitt sindur føðingardagsheilsanir. Hetta skilji eg væl, tí tað var jú júst á seksti ára føðingardegnum í 1997, at Sambandsflokkurin sera snildisliga forkom ætlanunum um nýggjan skúla í Hoydølum. Væl at merkja lovaði landsstýrismaðurin samstundis skúlanum innivist í einum framtíðar depli við Marknagil. Men útmeldingin hevur higartil ikki ført til annað enn klandur, stríð og atgerðarloysi.

 

Tá vit hugsa um hetta, er tað ikki so løgi kortini, at tað var Sambandsflokkurin, sum beindi fyri stásiligu skúlaætlanini. Hetta er flokkurin, sum var ímóti okkara egna føroyska máli í skúlunum, ímóti flagginum, ímóti vegakervinum, ímóti føroyskum kirkjumáli, ímóti føroyskum flogsambandi við útheimin - og sanniliga í dag eisini ímóti at knýta landið saman í eina kappingarføra eind mótvegis umheiminum.

 

Í summar brann Nýggja Hús á gamla Sanatoriinum. Hetta var ein vanlukka, tí samstundis sum skúlin misti burturav frammanundan avmarkaðu hølisviðurskiftunum, mistu skúlin, næmingar og lærarar stór virði av skapandi list bæði innan tónleik, málningalist og annað, sum ikki ber til at endurgjalda. Enn meira harmiligt var tað, at oman á hesa vanlukku, var neyðugt at stríðast í fleiri vikur við núverandi sambandsmannin í fíggjarmálum, sum steyrrætt setti seg ímóti at finna pening til at endurgjalda ein part av missinum. Aftur her kenna vit svara afturhaldið.

 

Depil og Hoydalar

Tíbetur eydnaðist fyrr í ár umsíðir at finna endaliga semju um nútímans umstøður til Tekniska Skúla og Handilsskúlan í einum Depli í Marknagili. Serliga gott er hetta fyri Tekniska Skúla, sum alt ov leingi hevur húsast í ótolandi og púrasta ótíðarhóskandi hølum. Somuleiðis er hetta eisini gott fyri handilsskúlan, sum líðandi var vorðin alt ov lítil.

 

Hóast ætlanin upprunaliga var at hýsa studentaskúlanum í sama depli, hevur stór faklig og politisk mótstøða verið ímóti hesum. Tí er avgjørt, at depilin í staðin skal innihalda báðar áðurnevndu skúlar, men at møguleiki skal vera fyri at byggja studentaskúla uppí depilin.

 

Depilin er stórt framstig fyri skúlaskap í Føroyum. Men tað ber til at samstarva og lesa lærugreinir hvør hjá øðrum, sjálvt um fysisku karmarnir ikki liggja júst á sama stað. Tí er onki annað enn politiskur tvørleiki, sum forðar fyri, at nýggjur studentaskúli kann byggjast í Hoydølum. Og eru ynski seinni um at flyta skúlan í Depilin, ber uttan trupulleikar til at brúka nýggja skúlan í Hoydølum til ítróttar- og mentanarháskúla, ella enntá at hýsa stórum parti av Fróðskaparsetrinum í Hoydølum.

 

Venda vanlukku til lukku

Hóast talan var um vanlukku, tá ið Nýggja hús á gamla Sanatoriinum brann, nú hølisviðurskiftini eru so trong, ber væl til at umskapa hetta til vinning í framtíðini.

 

Latum okkum við politiskari ábyrgd fáa vent hesi vanlukku til lukku. Tað gera vit við at steðga atgerðarloysinum, bróta upp um armar og fara undir projektering av nýggjari skúlalon tvørtur yvir brendu toftunum av døkku sjúkdómstíð føroyinga. Lat okkum venda døprum útlitum til bjarta vón, nú Føroya Studentaskúli hátíðarheldur at hava rokkið heilan mansaldur. Hjartaliga tilluku við sjeyti ára degnum!

 

 

FAKTABOX:

Stutt um søguna:

 

- 01.09. 1937 Skúlin byrjar sum 2 ára málsligt studentaskeið, í 1947 eisini matematisk linja.

- 1959 varð umskipað til tríáraskúla.

- 1972 kom samfelagsgrein.

- 1973 kom náttúrufrøðigrein.

- 1974 HF-skeið. Í Hoydølum við undirdeildum í Suðuroy og Klaksvík. Eftir hetta vaks trýstið á skúlan nógv og okkurt árið, var næmingatalið um 530. Tí byrjaði skúlin við Gøtugjógv eisini í 1980.

 

- Hølisviðurskifti: fyrstu árini hevði skúli truplar umstøður, men í 1946 varð flutt í VBV (VandBygningsVæsnet) við Skansan.

- 1962 varð flutt niðan í Hoydalar, har gamla Sanatoriið varð umvælt til skúla.

Um somu tíð var byrjað at byggja nýggjan skúla har, hann var liðugur í 1965.