Brynhild Sørensen gevst í politikki

- Nú eiga yngri kreftir at sleppa at royna seg, heldur borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen.

 

 

Brynhild Sørensen, sum seinastu fýra árini hevur verið borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur á kommunuvalinum í november. Tá hon á seinasta vali varð vald í bygdaráðið og gjørdist borgarstjóri, hevði hon ongantíð verið uppstillað áður.

- Hetta hevur verið ein ógvuliga spennandi og lærurík tíð. Tað var nógv at seta seg inn í, men nú skeiðið skjótt er runnið, hevði tað sjálvsagt verið lættari at hildið fram. Men, eg havi tikið mína avgerð, og eg haldi, at nú eiga yngri kreftir at sleppa at royna seg. Vit eiga nógv ung og dugnalig fólk í kommununi, sum kunnu bjóða seg fram. 

Brynhild Sørensen sigur, at hetta hevur verið ein áhugaverd tíð, men sjálv heldur hon, at hon byrjaði ov seint, nú hon er 67 og fyllir 68 ár hin 12. desember.

- Húsavíkar kommuna klárar sínar fíggjarligu skyldur, og eg ivist onga løtu í, at soleiðis verður eisini frameftir. Vit hava onga skuld og eiga eitt sindur á bók. Í so máta eiga fólk ikki at aftra seg við at bjóða seg fram. Fíggjarliga rásarúmið er sjálvandi ikki stórt, tá kommunan er so lítil, men við skynsemi ber væl til at fáa tingini at bera til og hanga saman.

Nú hetta valskeiðið nærkast endanum, fegnast Brynhild Sørensen eitt nú um, at bæði Húsavík og Dalur um stutta tíð fáa sóttreinsað drekkivatn.

- Útgerðin stendur klár hjá Nomatek í Havn, og nú er eftir at fáa smáu húsini, sum skulu hýsa reinsiverkinum í ávikavist Húsavík og Dali, liðug. Talan er um tvinni hús og tvinni reinsiverk, harav verkið í Húsavík er nakað størri enn verkið í Dali. Sjálv útgerðin til reinsiverkini liggur um 1,4 miljónir krónur, og haraftrat koma so húsini, sum skulu hýsa verkunum. 

Borgarstjórin sigur, at tað hevur tikið tíð at fáa øll loyvi til húsini upp á pláss, og korona hevur eisini gjørt sítt. Íløgan við reinsiverkunum og húsunum fer at liggja um einar 2,3 miljónir krónur. 

- Hetta er sjálvsagt ein stór íløga hjá so fámentari kommunu, men við tað, at vit hava sett pening av til hesar verkætlanir seinnu árini, letur hetta seg gera. Vit hava eisini sett pening av til drekkivatnsbrunn á Skarvanesi, sum eisini er partur av Húsavíkar kommunu. Hetta arbeiði er eisini projekterað, men tað er ikki byrjað enn, nú so nógv trýst er á arbeiðsmarknaðinum. Men, eg vóni, at tað ikki gongur long tíð, fyrr enn fólk á Skarvanesi eisini hava sóttreinsað drekkivatn.

Brynhild Sørensen vísir á, at hóast peningur er settur av til drekkivatnið undanfarin ár, verður hetta eisini ein partur av fíggjarætlanini fyri komandi ár. - Ein onnur avbjóðing í komandi skeiði verður framhald av tí arbeiði, sum er gjørt í samband við spillivatnið. Vit hava arbeitt við hesum alla tíðina, og her er rættiliga nógv gjørt, men enn vantar nakað, til vit eru komin á mál, sigur hon.

Hon vísir á, at samstarvið í kommununi hevur verið einastandandi, og heldur eisini, at samstarvið við hinar kommunurnar í oynni hevur verið fyrimyndarligt. - Eg havi trivist við hesum, og eg angri ikki, at eg tók við avbjóðingni. Tað eru tey yngru, sum skulu mynda bygdina, og eg haldi eisini, at tað eru tey yngru, sum nú eiga at mynda bygdaráðið í komandi tíð, sigur borgarstjórin, Brynhild Sørensen.