Ólavur í Beiti
rithøvundur
Tað var hugaligt at síggja Jóhan – hetta fryntliga, dámliga og brosandi menniskja av Guds náði – fara runt í Havnargøtum og tøma skrellispannir, og so eisini síggja hann í eini heilt aðrari støðu, tá ið hann umrøddi sín besta vin sum var farin higani foldum frá – Jóhan mátti taka lummaklútin fram, hann feldi nøkur tár!
Tú sást sama mann – har hann stríddist raskur og fegin við at sópa undan havnarfólkum – og so kenslurnar sum brutu fram, tá ið ein av hansara kæru var farin – styrki og sál í einum og sama manni!
Hitt lívið var av heilt øðrum slagi! Nú møttu vit einum hástórum, arrogantum, frekum, nassvísum og búkstórum manni sum hálovaði sær sjálvum og segði seg vera einasta høvund sum dugdi at skriva, og ikki bert høvund, men blaðfólkini dugdu heldur ikki at skriva. Henda heimahjálpin – vit kunnu kalla hann so, tí hann stríðist heima við hús meðan konan ferðast runt um høv at kanna hval og fisk og goggur – sum nú hevur skrivað eina bók sum hann sigur fólk hava lisið, hevði ikki stóra virðing fyri øðrum enn sær sjálvum! Einki annað er gott, uttan tað eg geri! Sumt dugir ikki at skriva, onnur eru “forbannaði bygdafrell”!
Her verður ikki lagt fingrar ímillum – her er eingin sum helst virðing fyri øðrum mannalívi enn sínum egna – alt annað er dugnaleyst! Henda markleyst og niðurgerandi skolan og hástóra skalluta kúlan átti ikki at sloppi framat í sjónvarpinum um tey sum stílaðu fyri høvdu nakað sum helst vit og skil!
At seta tvey so sera ólík og ambivalent lív saman í eini sending er eitt tað syrgiligasta eg havi sæð í sjónvarpinum! At seta Jóhan – henda fitta og meinaleysa og góða mann – saman við hesi rotnu - bæði innan og uttan á skræuni - heimahjálpini er tað sama sum at gera sending um djevulskap og eyðmjúkleika!
Tí tað at tú hevði so stóra kontrast í innihaldi, gjørdi, at hvørjaferð tú vart upplívgaður av Jóhan og hansara brosandi medferð – av fitta persóninum Jóhan – so vart tú sum rivin úr stólinum, tá ið henda glorifiseraða heimahjálpin stakk stóru nøsina fram á skýggjan og oysti av innvølinum út yvir hvørja stovu í landinum! Har var eingin eyðmjúkleiki og virðing! Har var eingin sál, men oyðandi skræpa og einki annað!
Jóhan tosaði við virðing um tey fólk hann hevði við at gera!
CJ spítti í gronina á øllum tí hann hevði við at gera!