siga, at tey bera ótta fyri, at hendan fráboðaðað sparingin, sum tey siga seg hava fingið at vita er ávegis, fer at ganga út yvir røktina av búfólkunum og heilsuna hjá starvsfólkunum. Sparingin fer at merkja [...] úr starvi, fer sparingin at merkja, at tað verða eini trý-fýra ársverk færri á Ellisheiminum, siga starvsfólkini. Tað fer so at gera, at starvsfólkini skulu renna skjótari fyri at náa tí, tey skulu gera [...] hava fingið at vita, at tey skulu arbeiða færri tímar dagliga, men hinvegin spreiða arbeiðstíðina yvir fleiri dagar. Tað vil siga, at vaktarskipaninar skulu broytast. Tað fer so at gera, at tey í eitt nú
Árnafjørður: - Eg plagi at keypa her av og á. Tá eg mangli okkurt, sum eg ikki noyðist at fara eftir í Klaksvík, fari eg higar at keypa. Einasti kundin, hesa løtuna vit vitja handilin er Tóra Mikkelsen [...] prát Hóast hon ikki fær allar vørurnar, hon skal brúka í hesum handlinum, so dugir hon kortini at síggja, at tað er heppið við einum slíkum bygdarhandli. - Um ikki annað, so kann ein altíð koma her og fáa [...] kunnu vera? Líka veit eg, alt møguligt. Sum oftast er tað kortini veðrið, sigur Tóra við einum stórum smíli. Í dag er Tóra einsamallur kundi í handlinum, men tað kann meiri enn so koma fyri, at tey eru
upp, og stóð á henni, at "Niels Winther átti at kastast oman av Bryggjubakkanum". Jákup á Kamarinum hevur ymiskt annað forvitnisligt at fortelja, og eitt nú leggur hann aftrat, at orsakað av tilfarstroti [...] skipum - og minnir okkum á at hava víðan sjónarring og við hugflogi og treysti leggja upp fyri bakkastum og mótgangi. Nú skal eg ikki vera drúgvur, men eg havi kortini hug at taka fram eitt annað søguligt [...] eg var mentur. Tað ráddi jú um at fáa blaðið runt, áðrenn fútin hin gamli kom í tankar um at senda politistarnar eftir mær. Hvar eg kom, tyrptist fólk saman um meg fyri at frætta frá tí, ið stóð í blaðnum
minnist eg at Jóannes Lambaa, kendur skipari og handilsmaður, fór upp á Helluna. Hann var ikki fólkatalari og legði vist lítið í at standa á einum røðupalli. Men hann segði, at tá ið hann hoyrdi, at føroyska [...] r, at krevja føroyska flaggið upp á Tinghúsið um Ólavsøkuna, sum var ein merkis-søka, við tað at 900 ár vóru liðin síðan Ólavur kongur hin Heilagi fall á Stiklastøðum. Eg haldi, at hetta mundi vera fyrsta [...] Krígsnevnd løgtingsins hevði samtykt at mæla til, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi, og nú samtykti hesin fundurin at krevja av Hilbert amtmanni, at hann - ið stóð bretska valdinum til
sambandið við veruleikan. At pápin kemur undir illgruna fyri vanlukkuna, og læknin forelskar seg í mammuni gevur søgugongdini eina óvanliga kensluliga tyngd av eini ræðubók at vera. Bókin hevur verið lisin [...] illgrunasamar ólukkur, eina á hvørjum ári í lívinum. Á sínum nýggju ára føðingardegi dettur Louis oman av einum brøttum bergi undir sera løgnum umstøðum. Pápin hvørvir uttan spor eftir vanlukkuna, og mamman [...] mamman er í sjokk. Louis endar á sjúkrahúsi, har hann liggur í óviti. Men spakuliga byrjar læknin at fáa varhuga av, hvørji loyndarmál fjala seg í dulvitinum hjá dronginum. Lagt er upp til eina sera m
Royndu at spæla Vertirnir hava fyrstu umførini fingið fleiri atfinningar fyri, at teir ikki hava spælt nóg væl fótbólt, men heldur hava valt at standa í verjustøðu og sparka langt. Kann vera, at partur [...] støðugt at trýsta spælið oman móti EB/Streyma málinum, og tó at talan sera sjáldan gjørdist um veruligar møguleikar. Hinvegin var heimaliðið kanska tað vandamiklara, og tað eydnaðist eisini at javna eftir [...] vildi liðið afturvísa hesum uppáhaldinum. Frá fyrsta bríksli varð roynt at halda bóltin á jørðini, og heldur geva sær tol og stundir at pilka mótstøðuverjuna. Og størsta partin av fyrra hálvleiki eydnaðist
Samuelsen, at hann gekk við til at veita "facilities". Løgtingsformaðurin fekk eisini at vita av, og allir tríggir vóru teir samdir um ikki at siga Løgtinginum frá, tí so fór ikki at bera til at dylja bretsku [...] støðan var í Danmark, og at amtið fór at tryggja landi og fólki í Føroyum móti vanlukkum av krígnum, og hann heitti á føroyingar um at vera hóvligar og róligar og at hava í huga, at øll høvdu ábyrgd av, hvussu [...] við møguleikan, at Løgtingið kundi skipa seg til at taka yvir og útinna fullveldi í Føroyum. Amtmaðurin segði seg ikki fara at skifta áskoðan, og hann mælti tinginum til at ganga við til, at hann sum hægsti
Og stutt er hjá javnaðar- og øðrum tingmonnum at gera eitt rend oman á blaðið at fagna blaðstjórum og blaðfólkum fyri dygdargott arbeiði. Ella kanska fyri at - grenja eitt sindur, tí teir ikki eru slopnir [...] aftur orðinum "Tíðindablaðið". Hví tað mundi vera, duga onnur betur at greiða frá enn eg. Greitt er tó, at bæði Dimmalætting og Sosialurin hava gjørt sær ómak við at gerast leysari av Sambandsflokkinum og [...] løtu seinni skoytir hann uppí: - Eg vænti, at Dimmalætting fer skjótt at snara lykilin um! Tað er ringt hjá mær sum tjóðveldismanni at gráta, um Dimma noyðist at gevast. Og dó. Hóast øll góðynski fyri Sosialin
er at fáa tað í kommununa og harvið tey arbeiðspláss, tað hevur við sær. Tá Hans Pauli Strøm landsstýrismaður, tók í móti listanum við undirskriftunum, varð hann samstundis boðin at koma suður at hyggja [...] Lisberg og Torri Thomsen úr Sumba, sum fóru til Havnar at handa landsstýrismanninum góðar180 undirskriftir frá fólki í Sumbiar Kommunu, sum taka undir við, at umtalaða ellisheimið skal byggjast í kommununi. [...] hetta, og at kalla hvørt mansbarn, sum hevur valrætt í kommununi, hevur skrivað undir listan, vit hava borið runt, sigur Rúni Lisberg. Umleið 240 fólk hava valrætt í Sumbiar Kommunu, so tað, at teir hava
undir at hava lagt morðið til rættis. Tað elvdi til stórar mótmælisgongur, sum endaðu við, at Sýrialand gjørdi av at taka sínar 14.000 hermenn úr Libanon. Sýriska stjórnin hevur kortini avsannað, at hon [...] serliga trygg, tí tað kann skjótt gerast trupult at fáa fatur á nóg nógvum bensini. Í sínari seinastu meting væntar EIA, at oljuprísurin fer at liggja oman fyri 50 dollarar fyri tunnuna í ár og næsta ár [...] seg at duga serliga væl við pengum, og tí skal fúrstin hava gjørt av, at hon fær sín part av arvinum útgoldnan í mánaðarligum gjøldum. Hvørt gjaldið sigst vera 50.000 dollarar, so hon fer ikki at líða