? Altíð eitt gott prát

- Vit geva okkum altíð tíð til eitt prát. Her verður alt tað sum hendir tikið upp og vent eina løtu, sigur Tóra Mikkelsen

Árnafjørður: - Eg plagi at keypa her av og á. Tá eg mangli okkurt, sum eg ikki noyðist at fara eftir í Klaksvík, fari eg higar at keypa.
Einasti kundin, hesa løtuna vit vitja handilin er Tóra Mikkelsen úr Árnafirði.
Hon keypir mest epli her, onkutíð kaffi og annað - og í dag eisini ein dunk av soya.
Eitt gott prát
Hóast hon ikki fær allar vørurnar, hon skal brúka í hesum handlinum, so dugir hon kortini at síggja, at tað er heppið við einum slíkum bygdarhandli.
- Um ikki annað, so kann ein altíð koma her og fáa eitt gott prát, sigur hon.
Í stóru handlunum í Havn og aðrastaðni leggur ein vøruna á diskin, og so er tann handilin skjótt avgreiddur.
Men soleiðis er ikki í Árnafirði. Her er einki rulliband og annar elektronikkur - og tað er heldur ikki neyðugt, tí øll hava góða tíð.
- Vit hava ongan skund her, og tí geva vit okkum tíð til eitt prát. Her verður alt tað sum hendir tikið upp og vent eina løtu.
- Hvørji hesi evnini kunnu vera? Líka veit eg, alt møguligt. Sum oftast er tað kortini veðrið, sigur Tóra við einum stórum smíli.
Í dag er Tóra einsamallur kundi í handlinum, men tað kann meiri enn so koma fyri, at tey eru bæði tvey og trý inni og keypa samstundis.
Tóra hevur fingið síni epli og sín soya-dunk. Hon biður Pálli farvæl, fer oman gjøgnum trappurnar og út í kalda vindin.
- Nú verður gott við einum døgurðabita við eplum og sós afturvið. So nái eg tað akkurát heim til útvarpið byrjar.