Ræðubókin: Í skuggalandinum

Liz Jensen, Louis Drax? niende liv,
Aschehoug, 2005

Í farnu viku kom nógv umrødda ræðubókin The Ninth Life of Louis Drax, eftir enska høvundan Liz Jensen, út á donskum. Bókin er ein sálarlig ræðusøga, sum gongur fyri seg í skuggalandinum millum lívið og deyðan.
Nýggju ára gamli Louis Drax er ein gløggur drongur við óvanliga livandi hugflogi, men eisini ein manipulerandi lygnhálsur, sjúkliga hugtikin av deyða og oyðilegging. Hann hevur yvirlivað átta illgrunasamar ólukkur, eina á hvørjum ári í lívinum. Á sínum nýggju ára føðingardegi dettur Louis oman av einum brøttum bergi undir sera løgnum umstøðum. Pápin hvørvir uttan spor eftir vanlukkuna, og mamman er í sjokk. Louis endar á sjúkrahúsi, har hann liggur í óviti. Men spakuliga byrjar læknin at fáa varhuga av, hvørji loyndarmál fjala seg í dulvitinum hjá dronginum.
Lagt er upp til eina sera margháttliga og spøkilsiskenda ræðusøgu, sum kortini ongantíð missir sambandið við veruleikan. At pápin kemur undir illgruna fyri vanlukkuna, og læknin forelskar seg í mammuni gevur søgugongdini eina óvanliga kensluliga tyngd av eini ræðubók at vera.
Bókin hevur verið lisin sum góðanáttsøga í BBC og verður í løtuni gjørd til film av einum amerikanskum filmsfelag
Louis Drax? niende liv er fyrsta bókin hjá Liz Jensen, sum er umsett til danskt.
ave